|
Hví bleiv danska handritið ikki givið út? |
|
|
Guðrun Gaard, mag.art, ph.d., sigur eitt sindur frá søguni handan danska handritið. Tíð: 6:57 min. |
Í ritgerðini ”Fyrsta føroyska skaldsøgan” hjá Tummasi Lenvig stendur skrivað:
"Brøv, sum R. Rasmussen skrivaði til Mariu Mikkelsen, og sum eru í varðveitslu á Føroya landsbókasavni vísa, at hann í 1924 setti sær fyri at týða skaldsøguna til danskt mál. Í brævi, dagfest 11. juni sigur hann Mariu frá hesum og heitir samstundis á hana at gera sær tann beina at lesa handritið.”
Spurningur
Kanst tú siga eitt sindur um søguna handan danska handritið?
Hví bleiv handritið ikki givið út?
