- Hans Andrias Sølvará
- Guðrun Gaard
- Carl Jóhan Jensen
- Malan Marnersdóttir
|
Hevur skaldsøgan Bábelstornið søguligt virði? |
|
|
Hans Andrias Sølvará, cand.mag. í søgu og heimspeki, lýsir skaldsøguna úr einum søguligum sjónarhorni. Tíð: 6:17 min. |
Spurningur
Skaldsøgan Bábelstornið fevnir yvir eitt tíðarskeið frá fyrst í 1800-talinum til uml. 1907.
Heldur tú at lýsingin hjá høvundinum av hesum tíðarskeiði hevur søgulig virðir?
|
Hví bleiv danska handritið ikki givið út? |
|
|
Guðrun Gaard, mag.art, ph.d., sigur eitt sindur frá søguni handan danska handritið. Tíð: 6:57 min. |
Í ritgerðini ”Fyrsta føroyska skaldsøgan” hjá Tummasi Lenvig stendur skrivað:
"Brøv, sum R. Rasmussen skrivaði til Mariu Mikkelsen, og sum eru í varðveitslu á Føroya landsbókasavni vísa, at hann í 1924 setti sær fyri at týða skaldsøguna til danskt mál. Í brævi, dagfest 11. juni sigur hann Mariu frá hesum og heitir samstundis á hana at gera sær tann beina at lesa handritið.”
Spurningur
Kanst tú siga eitt sindur um søguna handan danska handritið?
Hví bleiv handritið ikki givið út?
Í Tingakrossi 22. juni 1910 skrivar ein, ið nevnir seg X, at skaldsøgan Bábelstornið er ein tann dyggasti grundarsteinurin undir føroyskum bókmentum.
Spurningur
Ert tú samdur við X í hesum, og heldur tú, at føroyska skaldsøgan hevur ment seg hesi 100 árini, síðani Bábelstornið varð skrivað, og um ja, á hvønn hátt?
|
Hví fekk bókin heitið Bábelstornið? |
|
|
Malan Marnersdóttir, professari, ph.d, dr.phil, sigur frá, hví hon heldur at bókin fekk heitið Bábelstornið. Tíð: 6:21 min. |
Tummas Lenvig skrivar í bók síni ”Fyrsta føroyska skaldsøgan”:
Í Tingakrossi gekk skaldsøgan øll undir titlinum Ættarbregi, men tá ið hon kom út í bók í 1909, var hann broyttur til Bábelstorni, annar partur fekk sama tittul, meðan fyrri partur hevði tann upprunaliga tittulin Ættarbregi.
Spurningur
Hví heldur tú, at høvundurin hevur valt heitið Bábelstornið?
Hans Andrias Sølvará
|
Hevur skaldsøgan Bábelstornið søguligt virði? |
|
|
Hans Andrias Sølvará, cand.mag. í søgu og heimspeki, lýsir skaldsøguna úr einum søguligum sjónarhorni. Tíð: 6:17 min. |
Spurningur
Skaldsøgan Bábelstornið fevnir yvir eitt tíðarskeið frá fyrst í 1800-talinum til uml. 1907.
Heldur tú at lýsingin hjá høvundinum av hesum tíðarskeiði hevur søgulig virðir?



