|
E-feingi - atgongd til vísindaligt tilfar á alnetinum
E-feingi er eitt samstarv millum Landsbókasavnið og aðrar vísindaligar stovnar um atgongd til elektróniskar vísindatænastur á alnetinum. Hesar tænastur kunnu bert brúkast av teimum stovnum, sum eru við í samstarvinum. Lánarar hjá Landsbókasavninum kunnu brúka tænasturnar ókeypis á bókasavninum. Til ber eisini at fáa fjaratgongd til tær flestu tænasturnar í e-tilfeingi. Les meira um fjaratgongd longur niðri á síðuni.
EBI - samstarv millum Fólka- & skúlabókasøvn og skúlar
EBI - upprunaliga: Elektroniskt Bókasavnstilfar á Internetinum - er eitt samstarv, skipað millum fólka- & skúlabókasøvn og skúlar um felags hald av elektroniskum bókasavnstænastum á alnetinum. Endamálið við samstarvinum er at fáa til vega teldutøkt tilfar á internetinum: bókaskráir, e-tíðarrit, e-leksika og e-handbøkur so bíliga sum tilber, og at gera hetta tilfarið tøkt hjá teimum, sum brúka bókasøvnini, og hjá næmingum í fólka-, miðnáms- og framhaldsskúlunum.
e-Leiting - leita eftir e-tíðarritum og greinum við leitiskipanini SFX
Føroya landsbókasavn hevur atgongd til umleið 8.000 e-tíðarrit. Við SFX kanst tú á ein einfaldan hátt leita eftir e-tíðarritum. Atgongdin er avmarkað til teir stovnar, sum eru við í Efeingi, men sum fjarbrúkari hevur tú atgongd til somu e-tíðarrit gjøgnum fjarbrúkaraskipanina TDNet. Les meira um fjaratgongd longur niðri á síðuni.
Tíðarrit.fo - talgild tíðarrit og bløð
Tíðarrit.fo er eitt talgilt bókasavn, har atgongd er til fleiri túsund talgildar blaðsíður av tí prentaða mentanararvinum, ið er varðveittur í bløðum og tíðarritum í Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Tilfarið er ókeypis at koma fram at, og miðlatøknin er spildurnýggj. Bløð og tíðarrit varðveita bæði almenn tíðindi og lýsingar og haraftrat eina ørgrynnu av tilfari um bókmentir, sagnfrøði, ættargransking og mannfrøði. Brúkarin kann nýta hetta tilfar á ymiskan hátt, eitt nú velja titlar, blaða í tilfarinum og skriva ávísar síður út. Til ber eisini at avmarka seg við upprunalandi, t.d. velja Føroya landsbókasavn, og fáa tey rit, ið har eru varðveitt. Fleiri titlar úr teimum trimum londunum verða so við og við lagdir aftrat savninum.
Fjaratgongd
Ert tú lánari á Føroya landsbókasavni, kanst tú skráseta teg sum fjarbrúkari og soleiðis fáa atgongd til tey tíðarrit, bøkur og leitigrunnar, sum Føroya landsbókasavn hevur atgongd til. Send eitt teldubræv við tínum lánaranummari til utlan[kurla]flb.fo, so fært tú brúkaranavn og loyniorð at rita inn við.
Fjarlánsbrúkarar kunnu rita inn her
|