Forsíða
Føroyskar skaldkonur PDF Print E-mail

 


OyggjarnarKvinnuavísin Oyggjarnar kom út í tíðarskeiðnum 1905-08.

"Føroyski blaðheimurin varð heilt fram til 1905 fullkomiliga stýrdur av monnum. Teir, sum høvdu skrivað bløðini, vóru allir ábyrgdarfullir samfelagsborgarar, tilkomnir menn. Í Fuglaframa nr. 23 frá 1899 skrivaði "Ein kvinna":

"Mannfólkini leggja síni viðurskiftir fram fyri hvørjum øðrum bæði í talu og uppá prent, og tað vísur ikki annað enn at tað er rættur mátin. Hví skulu vit ikki gera tað sama?"

Men tá tað, hóast hesa áheitan, ikki fór nøkur broyting fram í kynsbýtinum í blaðheiminum, gjørdi ein kvinna av at fara undir útgávu av kvinnuavísini Oyggjarnar. Tað var Súsanna Helena Patursson, systir Jóannes og Sverra Patursson.

Avísin var skrivað á føroyskum, og boðskapurin kom serstakliga til sjóndar í greinum um mál og tjóðskaparviðurskifti. Oyggjarnar vóru tjóðskaparsintar og líktust í skapi mest Fuglaframa, men innihaldsliga vendu tær sær til kvinnurnar. Eitt nú var stórur dentur lagdur á at upplýsa um viðurskifti sum heilsu, kost, húsarhald og plantur. Men avísin bar eisini fram smátíðindi, bæði úr Føroyum og uttanlendis, sum numu við annað enn slíkt, sum bara hevði áhuga millum kvinnur." (Kelda: Arnbjørn Ó Dalsgarð: Føroysk blaðsøga 1852-2002.)

 

 

 




Súsanna Helana PaturssonSúsanna Helena Patursson
Súsanna Helena Patursson (1864-1916) er undangongukvinnan í bókmentasøguni, blaðsøguni og í kvinnustríðnum. Hon skrivaði fyrsta føroyska sjónleikin, sum varð settur á pall. Hon stjórnaði fyrsta konufólkablaðnum, og hon var millum stigtakararnar í fyrsta føroyska kvinnufelagnum - sum var í Keypmannahavn. Tað var ein atsókn móti mannfólkaræðinum í tjóðskaparrørsluni. Hon gav út ta fyrstu føroysku kókibókina í 1907 og ein bókling um innanhýsisviðurskifti sum møblar, teppi, gardinur o.t. í 1912. Umframt stóra yrkisbókmentaliga ritverk sítt eigur hon óiva nakrar yrkingar, sum vórðu prentaðar við dulnevni undir. Og eftir hana lógu harafturat tvær drúgvar, óprentaðar søgur, har aðalevnini eru kærleiki, svik og hevnd. (Kelda: Malan Simonsen: Bylgjurnar leika í trá)

Fyrsta yrkingin skrivað av føroyskum konufólki er "Farvæl", ið stóð í Føroyingatíðindum nr. 16 / 1896. Tað sigst, at Súsanna Helena Patursson hevur skrivað.

 

 



Jákup á Møn - SjónleikurinSigrid Niclasen
Fyrsta skaldsliga verk eftir konufólk, sum kom út í bók í Føroyum, var leikritið Jákup á Møn eftir Sigrid Niclasen (1854-1927). Bókin kom út í 1903. (Kelda: Malan Simonsen: Bylgjurnar leika í trá)






Billa HansenBilla Hansen
Billa Hansen (1864-1951) búði tað mesta av ævi síni í Keypmannahavn, og hon hevur latið tilsamans 8 yrkingar úr hondum. Tær stóðu í Føriskum vysun, Sálmum og sangum og í handskrivaða tíðarritinum hjá Føroyingafelag í Keypmannahavn, Várskoti.

Eitt eyðkenni við yrkingum Billu Hansen er, at tær mangan eru sera hugtungar og syrgnar. Yrkingin Heimleys stóð í Várskoti 24.11.1898.

Tað sigst, at yrkingin var yrkt, eftir at Billa misti hann, sum hon var trúlovað við. Tey vóru flutt til Noregs, og hann doyði í vanlukku einaferð tey vóru á útferð á skíðum. (Kelda: Malan Simonsen: Bylgjurnar leika í trá)






Maria R. MikkelsenMaria R. Mikkelsen
Maria R. Mikkelsen (1877-1956) var eitt tað mest týðandi mentafólkið í fyrru helvt av 20. øld. Brævasavn hennara er sera stórt og vísir, at hon hjálpti, styðjaði og gekk ørindi fyri øll tey føroysku skaldini, sum komu fram í hesum tíðarskeiði. Hon hevði eina sterka og "kallkenda" støðu í mentanaralmenninum, og hon verður serliga minst fyri virksemi sítt sum bókmentalig ljósmóðir fyri flestallar rithøvundar fyrst í 20. øld. (Kelda: Malan Simonsen: Bylgjurnar leika í trá)









Andrea ReinertAndrea Reinert
Frá Billu Hansen og Mariu Mikkelsen er eitt glopp, til nýggjar skaldkonur koma fram í 1930-árunum, og Andrea Reinert (1894-1941) er ein teirra. Hon hevði tríggjar yrkingar í Varðanum, tvær í Búgvanum, og hon skrivaði søguna "Dreymurin", sum byggir á søgnina um Kálv Lítla.

Endurnýtsla hennara av søgnini um Kálv Lítla og sonarkonuna er serstøk. Har hevur hon funnið tilfar til at lýsa girnd og ást, og hon tekur tann partin burt úr søgnini, sum hóskar til hennara. Andrea Reinert er ein tann fyrsta at lýsa sálarligar fløkjur í skaldskapi.

Miðskeiðis í 30-árunum fór hon undir at skriva eina stóra skaldsøgu, meðan hon var sjúk. Henni var ikki lagað at skriva hana lidna. (Kelda: Malan Simonsen: Bylgjurnar leika í trá)




Johanna Maria Skylv Hansen
Ritverk Johonnu Mariu Skylv Hansen (1877-1974) er fyrsta ritverk eftir konufólk, ið er savnað og givið út. Hon byrjaði at skriva og umseta í 1920'unum og fekk eina frásøgn og eina søgu prentaðar í Varðan í 1929, tað eru "Súlan" og "Ein søga fyri smágentur". Gamlar gøtur I-IV komu út í tíðarskeiðinum 1950-73.

Johanna Maria Skylv Hansen lýsti fyrst av øllum lívið í gamla bóndasamfelagnum í tekstum, ið vanliga verða kallaðir siðsøguligar lýsingar, men siðsøga er eisini tvinnað saman við gongdini í søgunum.

Elsa við Á
Elsa við Á var dulnevni hjá Petru Djurhuus (1892-1975). Hon týddi leikir úr íslendskum og skrivaði nakrar fáar søgur. Júst sum hjá Johonnu Mariu Skylv Hansen vóru eisini hennara søgur afturlítandi. (Kelda: Malan Simonsen: Bylgjurnar leika í trá)

Andrea Árting
Andrea Árting (1891-1988) hevði eina støðu í almenninginum, sum var óvanlig fyri konufólk í fyrru helvt av 20. øld. Hon var sosialistur og forkona í Havnar arbeiðskvinnufelag 1937-1977, og m.a. samráðingar um somu konufólka- og mannfólkaløn vóru í forkonutíð hennara.

Andrea Árting yrkti eisini, og hon hevur yrkt fleiri arbeiðara- og tjóðsangir, men flestallir hava ongantíð verið á prenti. Hon bregður frá hinum skaldkonunum, tí at hon yrkir ongantíð um tvørrandi kærleika, einsemi og óeydnu. Yrkingar hennara eru merktar av sjálvstryggleika og vissu um at vera á rættari leið. (Kelda: Malan Simonsen: Bylgjurnar leika í trá)

Dagmar Joensen-Næs
Dagmar Joensen-Næs (1895-1983) er fyrsta kvinna í Føroyum, ið skrivað hevur skaldsøgu. Bókin er Rannvá, sum er bygd á frásøgnina um Rannvátoft í Fagradali í Skúvoy. Hóast hendan bókin og søgusavnið Tá minnini tala ikki komu á prenti fyrr enn í 1970'unum, so hevur Dagmar sjálv í viðtali sagt, at søgurnar vórðu til í fýratiárunum. (Kelda: Árni Dahl: Bókmentasøga 3)

Gurðið HelmsdalGuðrið Helmsdal
Guðrið Helmsdal gav í 1963 yrkingasavnið Lýtt lot út, og hetta var fyrsta yrkingasavnið, ið kom út eftir føroyska kvinnu. Í 1971 læt hon næsta yrkingasavnið úr hondum, Morgun í mars, og hesar yrkingarnar eru bæði á føroyskum og donskum.

Guðrið var hin fyrsti føroyski yrkjarin, ið yrkti modernistiskt. Og hon var eisini hin fyrsti føroyski yrkjarin, ið royndi seg við haikukendum yrkingum. Úr: Morgun í mars:

Og orðið
hýsir
okkara
felags upplivan



Skaldsøgur

Síðan fyrsta føroyska skaldsøgan, Bábelstornið, varð útgivin í 1909, eru útkomnar umleið 90 skaldsøgur skrivaðar á føroyskum til vaksin. Av hesum eru tær 16 skrivaðar av 7 kvinnum.

Oddvør JohansenOddvør Johansen
Oddvør Johansen gav út sína fyrstu skaldsøgu, Lívsins summar, í 1982, og fyri hana fekk hon bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens í 1983.

Skaldsøgan Lívsins summar er um menniskju, sum krevja nakað av lívinum, og sum vága nakað fyri dreymar sínar. Bókin er samstundis ein beinrakin mynd av Havnini í fimmtiárunum. Kærleikin til tónleik og sang er eitt niðurlag í allari søguni, og hon lýsir virðir og hendingar, sæð við kvinnueygum, og ger tilverumyndina í føroyskum bókmentum meira fjølbroytta. Bókin er týdd bæði til danskt og svenskt.

Fyri skaldsøguna Tá ið eg havi málað summarhúsið (2001) fekk Oddvør eisini bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens í 2002. Evnisliga er bókin landnám í føroyskum bókmentum. Hon sigur frá búningarárunum hjá nøkrum dreingjum í einum avgerandi tíðarskeiði í Føroya søgu, 1990-árunum. Hon setur á nøkur evni, sum væl tola neyvari viðgerð. T.d. er rúsevnisvandamálið ongantíð fyrr tikið upp í føroyskum bókmentum.

Í 2004 vann Oddvør Johansen við skaldsøguni Sebastians hús skaldsøgukappingina, sum Norðurlandahúsið útskrivaði. Inn komu 28 handrit. Bókin varð útgivin á íslendskum í 2005.

Umframt hesar skaldsøgurnar hevur Oddvør Johansen eisini skrivað skaldsøgurnar Ein mamma er ein mamma (1993) og Í morgin er aftur ein dagur (1998).

Skaldsøgan Í morgin er aftur ein dagur var í 2001 tilnevnd til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Marianna Debes DahlMarianna Debes Dahl
Marianna Debes Dahl skrivaði í áttati- og nítiárunum fýra vaksnamanna skaldsøgur
Lokkalogi (1984), Onglalag (1986), Faldalín (1988) og Vívil (1992).

Áðrenn hesar útgávur skrivaði hon ein hóp av barna- og unglingabókum, og seinni hevur hon eisini skrivað ferðafrásagnir, endurminningar, ævisøgu og siðsøguligu bøkurnar Meðan løtur líða, 1-3.

Í 1978 fekk Marianna Debes Dahl Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri bókina Burtur á heiði (1975) við hesi grundgeving:

"Marianna Debes Dahl fær heiðursløn fyri bókina Burtur á heiði (1975) við hesi grundgeving:
Marianna lýsir í hesi bók á løttum og einfaldum máli børn á stórplássum í Føroyum. Hon sigur frá týdninginum av góðum vinalagi og gevur eina góða mynd av tí, børn í dag takast við og hava áhuga fyri. Eisini greiðir hon hugtakandi frá tí, børn uppliva í teirri føroysku náttúruni".

Bergtóra HanusardóttirBergtóra Hanusardóttir
Bergtóra Hanusardóttir hevur skrivað tríggjar skaldsøgur.

Skert flog (1990)
Søgan um Sunnivu er lýsing av lívinum hjá føroyskari kvinnu, fødd fyri aldaskifti.

Suðar dýpið reyða (1999)
Vit fylgja Sáru Tummasardóttur frá tí hon giftist Jákupi og fær familju, og til hon verður burtur í Andrassi, bróður Jákups. Tá í tíðini var ikki væl sætt, at einkja giftist svágrinum, so Sára og Andrass fáa alt ímóti sær, og serliga er tað fyrrverandi genta Jákups, Annelena, sum fær avgerandi leiklut í lagnu teirra.

Burtur (2006)
Rói og Sólja fara við Tjaldrinum til Keypmannahavnar, hann at lesa verkfrøði og hon at lesa til lækna. Men tilveran burturi lagar seg ikki bara, sum tey høvdu væntað. Tey skulu kunna seg við eitt nýtt land og eina nýggja mentan. Og tey skulu kunna seg við hvørt annað og læra at lofta sær í tí fremmanda.

Bergtóra Hanusardóttir hevur eisini verið virkin við penninum á øðrum økjum. Hon hevur skrivað fleiri stuttsøgur, og summar teirra eru týddar bæði til danskt, norskt og svenskt. Bergtóra hevur harumframt skrivað bæði hugsjónarligar og vísindaligar greinir.

Vida A. HøjgaardVida A. Højgaard

Mørk (2005)
Søga um gentuna Lív, sum veksur upp í eini lítlari føroyskari bygd. Evnarík, men viðkvom, lærir hon á ungum aldri tilveruna at kenna frá einari døkkari síðu. Í bókini verður spurningur settur við, í hvussu stóran mun vit sjálv eru før fyri at mynda lív okkara.





Dagny JoensenDagny Joensen

Hvirlan (2006)
Søga um kvinnulagnur í føroyska samfelagnum frá undan seinna heimsbardaga til í dag.








Mina ReinertMina Reinert

Duldar leiðir (1996)
Krimisøga.Jenny hevur føroyska mammu og eingilskan pápa. Sjálv er hon uppvaksin í India. Hon giftist einum týskum aðalsmanni, sum doyr brádliga, og Jenny flytir til Føroya. Hon fær arbeiði á einum edv-virki, men varnast skjótt, at ymiskt løgið fer fram.






Stuttsøgur

Millum ár og dag eru komnar á prent ein hópur av føroyskum stuttsøgum, skrivaðar av kvinnum. Hesar hava vanliga verið prentaðar í bløðum, tíðarritum og í úrvalssøvnum, og í einstøkum førum eisini givnar út í stuttsøgusøvnum, sum bæði hava verið eftir einstakar rithøvundar og søvn við søgum eftir fleiri rithøvundar. Áðurnevndu skaldsøguhøvundar: Oddvør Johansen, Bergtóra Hanusardóttir og Marianna Debes Dahl hava allar eisini roynt seg sum stuttsøguhøvundar og hava útgivið fleiri søvn við stuttsøgum.

Umframt tær hava eisini eitt nú rithøvundar sum Ingrid Hestoy, Lydia Didriksen, Rakel Helmsdal og Marjun Kjelnæs skrivað og útgivið stuttsøgur.

"Hon hugdi og hugdi og lurtaði og lurtaði. Men myrkrið svølgdi alt kring hana, hon sá bara tann velduga hávakjaftin, ið skolaði tvørtur um brimgarðin og hótti við at gloypa henni. Sjórokið brendi eyguni á henni. Hon krepti tey saman, alt tað hon var ment, men einki hjálpti - tað gjørdi bara sviðan verri."
Lydia Didriksen: Frostrósan.
Úr bókini: Frostrósan, 1987.

"Grátt betong, kalt og lívleyst. Hvat er tað? Jú, havnarlagið. Niðri í Urð, sum vit róptu tað, men er plássið vert at bera hetta navn longur? Ein heil bygd knýtir eydnurík og lívgevandi minni til staðið. Og tað eru bert minnini, vit hava eftir, tí veruleiki verður tað aldri aftur."
Heidi Petersen: Perlur.
Úr bókini: Frostrósan, 1987.

"Hon vaknaði av kulda. Hon var sovnað oman á dýnuni, og føturnir vóru sum ísur. Fyrsta hugskot hennara var at grulva niður undir dýnuna, leita sær eitt sindur av hita - ein fløvandi favn at leggja seg í. Men hon mátti fyrst fara út á vesið. Har var eingin í hinari songini. Hann var ikki komin enn...."
Mina Reinert: Útlagin.
Úr bókini: Heiðin hind, 1999.

Yrkingar

Síðan Guðrið Helmsdal í 1963, sum fyrsta kvinna, gav út yrkingasavn á føroyskum, hava aðrar føroyskar kvinnur eisini givið yrkingasøvn út. Nevnast kunnu Nancy Vesturbú, Astrid Joensen, Eydna Weihe, Malan Poulsen, Unn í Dali, Sigri M. Gaini og Jónley á Løgmansbø og Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard. Umframt hetta hava eisini aðrar kvinnur í bløðum og tíðarritum havt yrkingar á prenti. Uttan at gera ta stóru bókmentaligu lýsingina kann sigast, at føroyskur skaldskapur er vorðin nógv ríkari, síðan føroyskur kvinnuskaldskapur ruddaði sær slóð fram á bókmentapallin, evnisvalið er sum heild blivið nógv breiðari og virðingin fyri menniskjanum nógv størri.

Lív
Var tað smílur
av sóljum
sum brustu í tíni eygu
ella eyrfína sirmið
ið vætti tín blómandi kinn?
Evarskur strongur
spældi í sálini
veikar mjúkar hendur
sum ljósareyðir knubbar
ið spruttu har
í tíni óspiltu tilveru
Astrid Joensen: Morgunin drakk av flógvari toku, 1987.

Látupípan
Barnið sær sóljukopparnar
sker í teir og blæsur
aftan á nógvar royndir
vrakaðar koppar
sker barnið í ein nýggjan
og tónin er
Frøin
at eiga lut í
skapanarinnar markleysa nú
fær fortíðar agg
og framtíðarræðslu
at hvørva
í barnsins kenslu
látið er mítt
Malan Poulsen: Lát, 1988.

Deyðin (Patos X)
Títt likam
er ljóðið
í dreyminum
hjá mær
Dreymurin
ið kom uggandi
inn at mær
Títt andlit
er tøgnin
í svøvninum
hjá mær
Svøvnurin
ið kom
og ongantíð
fór frá mær
Tveytúsundogonnur nátt
er svartasti náttarhimmal
upplýstur av
óteljandi
strálandi stjørnum
Hon er orðið
ið ikki er
longsul
Sigri M. Gaini: 2002 nætur, 2004.

Barna- og ungdómsbókmentir

Elin Bjørg Højgaard (1945-1977)
Tað var í sjeytiárunum, at kvinnur fóru at skriva til børn. Elin Bjørg Højgaard gav í 1970 út bókina Stina, Tina og Tummas, sum er eitt listævintýr, og sum hon sjálv myndskrýddi, og eftir deyða hennara kom bókin Trøllalív, eisini skrivað í ævintýrsniði, men við nútíðarevni.

Maud Heinesen (1936-2005)
Maud Heinesen gav í 1974 út bókina Marjun og tey, eitt nýbrot, tí bókin er um eina gentu í Havn. Bókin kom út á íslendskum í 1978.

Í 2001 fekk Maud Heinesen Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri barnaskaldskap sín við grundgevingini: "Maud Heinesen hevur á løttum livandi máli skrivað søgur til stór og smá børn. Søgurnar eru viðkomandi og mynda tíðina, tær eru skrivaðar í. Tær viðgera gerandisdagin hjá børnum og nema stundum við viðkvom evni, ið børn og samfelag seta spurningar við".

Frida Zachariassen
Tá Jón vaks upp 20-30 árini kom út í 1978. Frida myndprýddi sjálv.

Elin MortensenElin Mortensen
Elin Mortensen hevur givið fleiri gentubøkur út. Tann fyrsta í røðini við havnargentuni Sonnu sum høvuðspersóni, Sanna í summarfrí, kom út í 1979. Hesar bøkurnar eru ætlaðar teimum yngstu lesarunum, og tí er orðavalið avmarkað, og longri orð eru býtt sundur við bindistriku.

Í 1990 varð Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs latin Elini Mortensen fyri bókina "Barn undir krígnum" og fyri arbeiði hennara at skriva til børn yvirhøvur. "Barn undir krígnum" lýsir lívið í Føroyum undir seinna heimsbardaga, og hvussu tað var at vera barn í hesum ótryggu tíðum.



Josefina Smith
Myndabókin Hanus og Hansina kom út í 1980. Josefina hevur sjálv myndprýtt bókina, sum er um tvey børn, sum ferðast úti í stóru verð á bakinum á einum hvali.


Ebba HentzeEbba Hentze
Í 1984 fekk Ebba Hentze Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri bøkurnar Antonia og Morgunstjørnan (1981), Antonia mitt í verðini (1982) og Mamman eigur meg (1983). Í grundgevingini stendur: "Hon hevur í hesum bókum fjølbroytt, livandi og kensluborið lýst fólk og umhvørvi. Hon vísir, at hon dugir at liva seg inn í barnasálina og lýsa hugaheimin hjá børnum. Bøkur hennara verða at telja millum perlur í okkara skaldskapi, hóast upprunabøkurnar ikki eru skrivaðar á okkara máli".

Í 2006 fekk hon virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik:
"Hon er ein tann royndasti metarin av bókmentum, vit eiga, og hevur dugað, djørv og beinrakin, at sagt sína hugsan. Sum rithøvundur hevur Ebba verið nýskapandi, men tað er sum týðari av okkara skaldskapi í onnur mál, hon hevur havt sín heilt serstaka týdning. Meira enn nakar annar hevur hon skapað føroyskum bókmentum og føroyskum rithøvundum eitt beinleiðis samband út í ein størri og víðari heim".

 

 

 



Ella SmithElla Smith Clementsen
Í 1986 kom myndabókin Mikkjal út, sum Ella Smith Clementsen hevur skrivað. Í 1990 kom framhald av bókini, Mikkjal og Guðrun. Tove Guttesen myndprýddi. Bøkurnar lýsa gerandisdagin hjá einum dreingi í Havn.







Sonja SchneiderSonja Schneider
Sonja Schneider skrivaði ungdómsbókina Suphaya til eina kapping um at skriva ungdómsbók, sum Bókadeild Føroya lærarafelags skipaði fyri í 1988. Hendan bókin vann kappingina og kom út í røðini UNG í 1989.







Rakel HelmsdalRakel Helmsdal
Rakel Helmsdal hevur skrivað fleiri barnabøkur um tilburðir í býnum Port Janua. Fyrsta bókin í røðini, Tey kalla meg bara Hugo, kom út í 1995. Síðani komu Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo? í 1997, Kom yvirum, Hugo í 2003 og Gott hugflog, Hugo í 2007.
Í 1996 fekk Rakel Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri bókina "Tey kalla meg bara Hugo", við grundgevingini: "Á løttum, livandi máli gongur Rakel Helmsdal undan inn í ein spennandi og skuggakendan hugaheim, har happing myndar gerandisdagin. Rakel er før fyri at vísa á gongdar leiðir, tá klandursmál eru um at gera enda á virðing og vinalagi. Umhvørvi, menniskju og tilburðir verða lýst á ein slíkan hátt, at børnini kenna seg aftur og taka søguna til sín".

 

 

 

 


Birgit ArgeBirgit Arge
Ungdómsbókin Sundur og saman kom út í 1997.
Um trupulleikar og kærleika lýst gjøgnum eitt vikuskifti í lívinum hjá Niklasi, ið gongur í framhaldsdeildini í einum skúla í Havn.








solrunmichelsena.jpgSólrún Michelsen
Sólrún Michelsen hevur givið út fleiri realistiskar barnabøkur. Tann fyrsta kom út í 1994, tað var bókin Argjafrensar. Í 1999 kemur fyrsta bókin í fantasy-bókaslagnum, Hin útvaldi, út og í 2002 Geislasteinar.

Geislasteinar er um Kol, sum býr saman við foreldrum sínum í lítlari bygd uppi í fjøllunum. Tá ið hann er 12 ára gamal, doyggja bæði foreldur og vinfólk hansara í skalvalopi. Kol syrgir, men gentan Aya hjálpir honum burtur úr sorgini.





Vivian L. Guðmundsson
Vivian L. Guðmundsson skrivaði barnabókina Ýr, sum kom út í 2000. Hon er ætlað at lesa fyri teimum smáu. Annika Lávík myndprýddi.

Brynhild Andreasen
Brynhild Andreasen hevur skrivað og Astrid MacDonald myndprýtt bókina um Kuffa, Kuffi (2001), ein sera sjáldsamur fiskur, ið svimur í Suðurhøvum - ein kuffertfiskur.

Liss Joan HansenLiss Joan Hansen
Liss Joan Hansen hevur skrivað barnabøkurnar Leiku liva, tá eingin sær (2001) og Leiku liva, og stuttleika sær (2002), sum er um leikuni hjá Torkili, sum liva tá eingin sær. Kristina Tausen myndprýddi.








Sólgerð Andreassen
Berføtt ígjøgnum ælabogans litir kom út í 2002. Høvundurin hevur sjálv myndprýtt. Í bókini eru 22 smásøgur, og til hvørja søgu eru spurningar.

Sigga Vang
Margreta og mjólkin (2002) er myndabók til tey smáu undir skúlaaldur. Á einfaldan og stuttligan hátt vísir bókin, hvaðani mjólkin kemur. Bókin varð útgivin við stuðli frá Mjólkarvirki búnaðarmanna. Sigga Vang skrivaði tekstin, og Bárður Oskarsson myndprýddi.

Guðrun GaardGuðrun Gaard
Um gentur og tunnuflakar og ein ommuprikkutan kjóla (2005) er ein av trimum myndabókum, ið Guðrun Gaard hevur skrivað og Bárður Oskarsson myndprýtt. Hesar myndabøkurnar siga eina stillføra søgu um einstakar, men týðandi hendingar í lívinum hjá eini smágentu. Gerandishendingar, sum tey smæstu kenna aftur, tá ið tey hoyra søgurnar.

 

 

 

 

 

Skaldkonur í dag

Í 1985 skrivaði Kvinnutíðindi út stuttsøgukapping:

"Vit vita, at nógvar kvinnur skriva uttan at geva út, og at uppaftur fleiri duga og hava hug at skriva, men kanska skulu hava serligt høvi til at fara í holt við hetta. Í føroyskum skaldskapi eru nógvar kvinnur og kvinnulagnur lýstar, men hyggur tú at rithøvundunum, er talan aloftast um menn. Hvussu høvdu føroyskar kvinnur skrivað, um tær sjálvar skuldu givið innlit í hugaheim, lívsumstøður og dreymar sínar?"

Inn komu 32 søgur og 2 yrkingar, og eitt úrval av hesum vórðu í 1987 givnar út í stuttsøgusavninum Frostrósan og aðrar søgur .


Heimildir
Bókin og barnið:høvuðsritgerð á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya um føroyskar barnabøkur í tíðarskeiðnum 1987-1997 við atliti til barnafatanina/Turið Kjølbro;[lærari og leiðbeinari: Turið Sigurðardóttir]. - [Velbastað],[Turið Kjølbro]. 1990.

Bókmentasøga/Árni Dahl [Tórsh.]:Fannir,1980-1983.

Bylgjurnar leika í trá:um skaldskap eftir konufólk 1889-1945/Malan Simonsen;[permumyndin er linoleumsprent eftir Tove Guttesen]. -Tórsh.:Føroya skúlabókagrunnur,1992.

Fyri fyrst:yrkingar, søgur og leikur eftir konufólk 1896-1945/lagt til rættis hevur Malan Simonsen. -Tórsh.:Føroya skúlabókagrunnur,1992.

Føroysk blaðsøga:1852-2002/Arnbjørn Ó. DalsgarðVestmanna:Sprotin,2002.

Í gráum eru allir litir:bókmentagreinir/Jógvan Isaksen;[permumynd: Edvard Munch][Tórsh.]:Føroya skúlabókagrunnur,1988.

Kvørnin Sandi:Sands bygdarsavn,1998-.

Og so veit eg eina vakra søgu:Bókadeild Føroya lærarafelags 1956-2006/Erhard Jacobsen Tórsh.:Føroya lærarafelag,2006.

http://www.byarbok.fo/

http://www.tidarrit.fo/

  unece uneca worldehealth forex hiv videos holiday turkey norway tourism health conference healthmin porno izle porno izle xxx pornolar