Listaframsýning við verkum eftir Guðrið Poulsen, keramikara.
Sýnd vóru keramisk verk, í glasmontrum og á gólvi, og har afturat tekningar. Verkini vóru frá 2007-08.
Framsýningin nevnist tíð og rúm og umfataði m.a. verk úr eini røð við heitinum Venus-variasjónir.
Forkunnugt var eisini at síggja verk eftir Biritu Durhuus, sum var í starvsvenjing á keramikkverkstaðnum Leirlist í september 2008.
|