|
Framsýning um V.U. Hammershaimb
8. apríl í ár eru 100 ár liðin, síðani V.U. Hammershaimb doyði, og í hesum sambandi verður hann heiðraður við einari framsýning á Føroya landsbókasavni.
Framsýningin lýsir lívsverkið hjá V.U, Hammershaimb í myndum, útgávum, handritum o.ø.
Framsýningin letur upp mánadagin 6. apríl og verður standandi til 1. juli.
 |
V.U. Hammershaimb (1819-1909) livdi í einari tíð, tá romantiski áhugin fyri norrønum máli og mentan var í hæddini.
Hammershaimb var djúpt ávirkaður av hesum ráki, og hann sá stórt virði í føroyska málinum og føroysku fólkamentanini.
Hann gjørdi í sínari livitíð eitt stórt arbeiði fyri føroyska málið og skapti tað skriftmálið og ta mállæruna, sum vit brúka enn í dag. Og hann savnaði og skrivaði upp gomul føroysk fólkaminni, eitt nú kvæði, sagnir og orðtøk, og skrivaði upp tann skatt av fornum minnum, ið áður einans høvdu livað í Føroyum á mannamunni.
Hammershaimb tók eisini lut í samfelagsligum orðaskifti og skrivaði m.a. nógv um skúlamál.
|
|


|
Tíðartalva
1819 Vencelaus Ulricus Hammershaimb var føddur á Steig í Sandavági 25. mars.
1820 Pápin, Jørgen Frants Hammershaimb, ið var løgmaður í Føroyum 1806-1816, doyði.
1822 Mamman, Armgarð Maria Hammershaimb, flutti frá løgmansgarðinum á Steig í Sandavági til Havnar at búgva við báðum børnunum – 3 ára gamla Vensili og systur hansara Mariu Louisu.
1831 Fór 12 ára gamal til Keypmannahavnar at ganga í skúla.
1839 Fekk studentsprógv og varð síðani innskrivaður á lærdan háskúla.
1841 Var í Føroyum og ferðaðist.
1847 Tók gudfrøðisprógv.
1847 Fór til Føroya at savna føroysk fólkaminni. Hann var í Føroyum í eitt ár.
1849-1855 Arbeiddi sum lærari á Frelser Sogns Friskole í Keypmannahavn.
1853 Fór enn einaferð til Føroya at savna føroysk fólkaminni.
1855 Varð settur sum prestur í Norðurstreymoy og flutti til Føroya á prestagarðin í Kvívík at búgva. Sama ár giftist hann við Elisabeth Christiane Augusta Gad.
1862 Varð settur sum prestur í Eysturoy og búsettist á Nesi.
1867 Varð settur í próstaembætið.
1878 Flutti aftur til Danmarkar at búgva. Búsettist í Lyderslev, har hann starvaðist sum prestur.
1893 Var síðstu ferð sína í Føroyum.
1897 Flutti við konu síni til Keypmannahavnar, har hann búði restina av døgum sínum.
1908 Konan Elisabeth Christiane Augusta Gad doyði 90 ára gomul.
1909 V.U. Hammershaimb doyði 8. apríl 90 ára gamal og varð jarðaður undir liðini á konu síni í Lyderslev.
|
 |
Føroya landsbókasavn hevur fleiri handrit eftir V.U. Hammershaimb í varðveitslu, og eitt av teimum er fororðið í Færøsk Anthologi, sum byrjar soleiðis:
”Fra mine ungdomsår har der boet i mig en levende attrå efter at frede om og redde fra tilintetgörelse de oldtids- og fortidsminder, som i sprog, folkeviser og sagn endnu leve i folkemunde på Færøerne, såvel som også at göre dem bekendte i videre kredse, hvor jeg har haft den glæde at se mine meddelelser modtagne med velvilje.” |
 |
Í 1847 fór V.U. Hammershaimb sum nýklaktur gudfrøðingur eina ferð til Føroya, og hesaferð var endamálið við ferðini at savna føroysk fólkaminni. Hann var limur í ”Det kongelige Oldskriftselskab”, og hann sendi umsókn um stuðul til Ríkisstýrið. Hóast ”Det kongelige Oldskriftselskab” mælti Ríkisstýrinum til at ganga umsóknini á møti, havnaðu teir umbøn Hammershaimbs. Sagt varð, at orsøkin til tess var, at Hammershaimb hevði skrivað ímóti ríkisstýrinum í skúlamálinum.
Hammershaimb fór so til Føroya fyri egna rokning, og á hesi ferðini savnaði hann hóp av fólkaminnum. Tá hann kom aftur til Danmarkar í 1848 læt hann prenta part av tilfarinum í tíðarritinum ”Antiquarisk Tidsskrift”
Landsbókasavnið hevur fleiri handrit eftir Hammershaimb við sagnum, rímum, orðatøkum o.ø. Her sæst "Rógva út á Krabbaskel", ið varð prentað í Antikvarisk Tidsskrift í 1850.
|
|