Leita eftir bókum

Leita á heimasíðuni

Upplatingartíðir

Mánadag - hósdag
kl.  10.00 - 18.00 

Fríggjadag
kl.  10.00 - 17.00

Teldupostur til
útlánið:
utlan@savn.fo

Avgreiðslan:
(+298) 340 525



Búmerki

Vælkomin til heimasíðuna hjá Føroya Landsbókasavni. Landsbókasavnið er tjóðbókasavn føroyinga, og hevur sum høvuðsuppgávu at savna inn, skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um føroyskar bókmentir, og so mikið sum gjørligt av bókmentum um Føroyar.

Forsíða
Ársfrágreiðingin 2011 PDF Print E-mail
Mánadagur, 30 Apríl 2012 09:24
flb_myndÁrsfrágreiðingin hjá Landsbókasavninum fyri 2011 er nú almannakunngjørd.

Frágreiðingin kann lesast her:

Ársfrágreiðing 2011.
 
Sjónligt og virkið Býarbókasavn PDF Print E-mail
Týsdagur, 27 Mars 2012 09:22
arsfragEitt sjónligari og virknari bókasavn er ivaleyst tað, sum stendur týðiligast í huganum, tá vit eftirmeta 2011 á Býarbókasavninum í Havn. Hetta var árið, tá Býarbókasavnið víðkaði um síni hølir við at innrætta í veghæddini. Her eru nú ljós og rúmlig hølir, har til ber at sita og lesa bløð og tíðarrit og drekka ein kaffimunn og kanska fáa sær ein ís frá íscaféini Nero, skrivar Býarbókasavnið í ársfrágreiðingini fyri 2011.

Tað er eisini at fegnast um, at talið av brúkarum á Býarbókasavninum, eins og á øðrum bókasøvnum, er støðugt vaksandi.

Við árslok høvdu 85.000 fólk verið inni á gólvinum á Býarbókasavninum. Hetta er ein øking í mun til árini frammanundan, tá tølini vóru 82.862 í 2010 og 80.679 í 2009.

Øll ársfrágreiðingin kann lesast her.
 
<< Byrjan < Aftur 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 Fram > Endi >>

Siða 11 av 53
EBI
E-tilfeingi
Ljóðbøkur
Tíðarrit
Uppgávuhjálp