|
Hugleiðingar um bókaárið 2011 |
|
|
|
|
Leygardagur, 31 Desembur 2011 17:56 |
|
Landsbókasavnið hevur sum eina av sínum høvuðsuppgávum at savna og skráseta allar føroyskar bókmentir. Við lógarásettu skylduavhendingini er ásett, at av øllum verkum, útgivnum í Føroyum, skulu avhendast 4 ókeypis eintøk til Landsbókasavnið.
Umframt at vera partur av støðinum undir okkara felags tjóðminnum, so skal skylduavhendingin eisini tryggja støðið undir tjóðbókaskránni.
Tjóðbókaskráin skal koma øllum teimum, sum fylgja við útgávuvirkseminum, og teimum, ið fáast við at lesa og granska føroyskar bókmentir, til góðar.
|
|
Les meira
|
|
|
Mikudagur, 23 Novembur 2011 13:27 |
|
Landsbókasavnið, nakrir skúlar og nøkur bókasøvn samstarva um atgongd til elektroniskar bókasavnstænastur á internetinum, EBI.
Hetta er sera áhugavert samstarv, sum kortini helst verður alt ov lítið brúkt. Ein orsøk kann vera, at fólk ikki vita um tænastuna, ella at tey kanska ikki vita, hvat tey skulu brúka hana til.
Endamálið við EBI-samstarvinum er at royna at fáa til vega teldutøkt tilfar á internetinum: tíðarrit, leksika, orðabøkur og handbøkur so bíliga sum tilber, og gera hetta tilfarið tøkt hjá teimum, sum brúka bókasøvnini og næmingum í fólka-, miðnáms- og framhaldsskúlunum.
|
|
Les meira
|
|
|
<< Byrjan < Aftur 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 Fram > Endi >>
|
|
Siða 14 av 53 |