Leita eftir bókum

Leita á heimasíðuni

Upplatingartíðir

Mánadag - hósdag
kl.  10.00 - 18.00 

Fríggjadag
kl.  10.00 - 17.00

Teldupostur til
útlánið:
utlan@savn.fo

Avgreiðslan:
(+298) 340 525



Búmerki

Vælkomin til heimasíðuna hjá Føroya Landsbókasavni. Landsbókasavnið er tjóðbókasavn føroyinga, og hevur sum høvuðsuppgávu at savna inn, skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um føroyskar bókmentir, og so mikið sum gjørligt av bókmentum um Føroyar.

Forsíða
Býarbókasavnið nýggja heimasíðu PDF Print E-mail
Hósdagur, 14 Februar 2013 16:05
hanne_homp1
Nýggja heimasíðan hjá Býarbókasavninum:
Eitt stað har lesigleðin grør

Nú kanst tú sum lánari lesa og skriva stutt lánaraummæli, tá ið tú brúkar nýggju og framkomnu leitiskipanina hjá Býarbókasavninum í Havn. Skipanin tekur nevniliga støði í lesivanum, viðmælum og metingum, sum lánararnir sjálvir skriva.
Les meira
 
Væleydnað framløga PDF Print E-mail
Fríggjadagur, 08 Februar 2013 13:34

hand3
Mikukvøldið, 6. februar 2013, var framløga av handriti við endurminningum hjá Onnu Evensen, f. Lützen á Landsbókasavninum, har handritið nú er í varðveitslu.
Okkurt um hálvthundrað fólk vóru komin at hoyra fyrilesturin hjá Óla Jacobsen um, hvussu hetta forkunnuga handritið kom til Føroyar. Og áhugavert var eisini at hoyra metingar hjá Malan Marnersdóttir um handritið sum frásøgn og sum endurminningar. Eisini setti hon frásøgnina hjá Onnu, sum Christian Olsen skrivaði niður, í eitt víðari bókmentasøguligt høpi.

Les meira
 
<< Byrjan < Aftur 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Fram > Endi >>

Siða 5 av 53
EBI
E-tilfeingi
Ljóðbøkur
Tíðarrit
Uppgávuhjálp