Leita eftir bókum

Leita á heimasíðuni

Upplatingartíðir

Mánadag - hósdag
kl.  10.00 - 18.00 

Fríggjadag
kl.  10.00 - 17.00

Teldupostur til
útlánið:
utlan@savn.fo

Avgreiðslan:
(+298) 340 525



Búmerki

Vælkomin til heimasíðuna hjá Føroya Landsbókasavni. Landsbókasavnið er tjóðbókasavn føroyinga, og hevur sum høvuðsuppgávu at savna inn, skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um føroyskar bókmentir, og so mikið sum gjørligt av bókmentum um Føroyar.

Forsíða
Nils Ohrt nýggjur leiðari fyri Listasavn Føroya PDF Print E-mail
Týsdagur, 29 Mars 2011 09:15

Stýrið fyri Listasavn Føroya hevur sett danska listfrøðingin Nils Ohrt í starvið sum leiðari fyri Listasavn Føroya komandi fimm árini

Nils Ohrt er 59 ára gamal, og hann er útbúgvin mag.art. í listasøgu frá Århus Universiteti. Hann hevur hollar royndir úr savnsheiminum og hevur drúgvar royndir sum leiðari seinastu 22 árini. Frá 1996 til í dag hevur hann verið stjóri á Nivaagaards Malerisamling í Nivaa í Norðursælandi.

Lýsingin hevur staðið bæði í føroyskum og norðurlendskum bløðum. Tá ið freistin at søkja var úti tann 25. februar, høvdu níggju kvinnur og sjey menn søkt starvið, sjey føroyingar og níggju útlendingar.

Stýrið fyri Listasavn Føroya metir, at Nils Ohrt, umframt at hann hevur hollar leiðsluroyndir, fakliga er sera væl egnaður til starvið. Seinastu 22 árini hevur hann verið leiðari á tveimum smærri søvnum, sum á mangan hátt líkjast Listasavni Føroya, og hann hevur longu lagt áhugaverdar skitsur fyri stýrið um gongdar leiðir at menna Listasavnið í framtíðini.

Í stýrinum sita í løtuni: Martin Næs, sum formaður, Árni Winther, Jógvan Arge og Sigrun Gunnarsdótttir.

Nils Ohrt tekur við starvinum 1. mai, tá ið Helgi Fossádal, sum hevur sitið í starvinum í skjótt sjey ár, leggur frá sær.

kelda: portal.fo

 
Axel Tórgarð farin PDF Print E-mail
Fríggjadagur, 25 Mars 2011 13:50

Hósdagin 24. mars andaðist presturin og rithøvundurin Axel Tórgarð 87 ára gamal.
Axel var sonur arkitektin Hans Tórgarð, og móðurin var Valborg Eide úr Nólsoy. Axel tók studentsprógv í 1941.
Tá kríggið var av, fór hann til Keypmannahavnar at lesa guðfrøði, og har tók hann prógv í 1954.
Hann arbeiddi sum prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi, men tók við sum útvarpsstjóri, tá útvarpið byrjaði at senda í 1957. Hetta starvið røkti hann til 1960, tá hann aftur fekk prestastarv, hesaferð í Norðurstreymoy.
Axel giftist í 1958 við Margretu, ið er ættað úr Miðvági.

Sum rithøvundur og yrkjari hevur Axel lagt nógv úr hondum. Hann skrivaði kendu handbókina Dagar og nøvn í álmanakkanum (2008) og lestrabøkurnar Orðið er tær nær (1992) og Morgunlestrar (1987). Hann yrkti eisini tættir til V4-sendingarnar, og væl sat hjá honum.
Hann verður neyvan tikin sum týðari heldur. Hann týddi fleiri verk úr heimsbókmentunum, stóra verkið eftir Tolkien um hobbarnar, sjónleikir eftir Shakespeare og onnur, og fleiri av klassisku griksku sjónleikunum.
Av øðrum kann nevnast týðingarnar Norðlandslúðurin eftir Petter Dass (1999) og Apokrýfisku bøkurnar (1990).

Í 1989 fekk Axel Tórgarð Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir, og í 2002 Heiðursgávu Landsins.

 

 
<< Byrjan < Aftur 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Fram > Endi >>

Siða 9 av 41
unece uneca worldehealth forex hiv videos holiday turkey norway tourism health conference healthmin porno izle porno izle xxx pornolar
EBI
E-tilfeingi
Ljóðbøkur
Tíðarrit
Uppgávuhjálp