|
Landsbókasavnið skipar fyri bókasavnskunning eftir umbøn frá eitt nú skúlaflokkum, fólki, sum er undir útbúgving, fjarlesandi, feløgum og øðrum áhugaðum.
Endamálið við kunningini er:
- at greiða frá Landsbókasavninum og lánireglunum
- at gera vart við, hvat Landsbókasavnið kann bjóða lánarunum
- at læra luttakararnar at brúka bókasavnið, leitiskráir o.s.fr
Kunningin, ið varir umleið 1 tíma, er ókeypis.
Landsbókasavnið skipar eisini fyri serligum skeiðum í leiting eftir bókmentum, greinum o.ø. Hesi skeið eru ætlað starvsfólkum, lærarum og næmingum, sum hava tilknýti til verkætlanirnar E-tilfeingi og EBI.
Harumframt skipar Stovnstænastan fyri kunning í leitiskipanini Aleph fyri stovnum, sum eru undir hesi tænastu.
Onnur longri bókasavnsskeið mugu bíleggjast og má avtala tá gerast um tíð, stað og prís.
Ringið á telefon 31 16 26 og biðið um kunning ella skrivið til teldupostadressuna utlan[kurla]flb.fo
|