Forsíða Tænastur E-hald
E-hald PDF Print E-mail

 

Landsbókasavnið ger eitt støðugt arbeiði til tess at veita føroyskum granskarum munagóða atgongd til vísindaligt tilfar. Eitt nú umsitur Landsbókasavnið tænastuna E-tilfeingi, ið er eitt samstarv millum Landsbókasavnið og aðrar vísindaligar stovnar um atgongd til elektróniskar vísindatænastur á alnetinum. Hesar tænastur eru ókeypis at brúka á stovnunum og á Føroya landsbókasavni.

 

Eisini veitir Landsbókasavnið gjøgnum EBI-samstarvið øllum borgarum í Føroyum atgongd til aðrar elektróniskar tænastur á alnetinum, eitt nú alfrøðir, orðabøkur og aðrar handbøkur. Summar av hesum tænastum eru ókeypis.

 

Við at klikkja á tíðarrit.fo ber eisini til at lesa nøkur útvald føroysk tíðarrit á netinum. Henda tænastan er ókeypis. Arbeitt verður støðugt við at leggja fleiri føroysk bløð út á hesa slóðina.


Vilt tú hava meira at vita um hesar tænastur kanst tú eisini klikkja á E-savn ovast á bjálkanum.

 
EBI
E-tilfeingi
Ljóðbøkur
Tíðarrit
Uppgávuhjálp