Forsíða Tænastur Leiti- og internetteldur
Leiti- og internetteldur PDF Print E-mail

 

Á Landsbókasavninum eru í dag sjey teldur, sum lánarar kunnu nýta.

Fýra teldur eru á telduoynni og tríggjar á lesistovuni.

Teldurnar á telduoynni eru merktar soleiðis: Internettelda 1 og 2 og Opac-telda 1 og 2.

Opac-teldurnar eru burturav ætlaðar at nýta til leiting í bókasavnsins egna dátugrunni yvir bøkur, tíðarrit, handrit, smáprent o.a. 

Internetteldurnar á telduoynni og lesistovuteldurnar eru fyrst og fremst ætlaðar lánarum at nýta til internetleiting.

Ein skal vera 14 ár ella eldri til tess at nýta teldurnar.

Tað kostar einki at brúka internetteldurnar.

Ætlar tú at taka niður tilfar til egna nýtslu úr internetinum, kann hetta gerast á geymar ella fløgur, sum fáast til keyps í avgreiðsluni.

Útprent kosta 1 kr. pr. síðu.

Vanligar treytir
Friðarligt skal vera við teldurnar. Tað er strangliga bannað at broyta uppsetingar ella leggja inn nýggjar telduskráir, spøl o.tíl.

Verða ásettu reglurnar fyri nýtslu av interneti og teldum ikki fylgdar, kann loyvið at nýta tænastuna verða tikið frá honum ella henni, sum ikki heldur reglurnar.

  unece uneca worldehealth forex hiv videos holiday turkey norway tourism health conference healthmin porno izle porno izle xxx pornolar
EBI
E-tilfeingi
Ljóðbøkur
Tíðarrit
Uppgávuhjálp