Forsíða Tænastur Leiti- og internetteldur
Leiti- og internetteldur PDF Print E-mail

 

Á Landsbókasavninum eru í dag fimm teldur, sum lánarar kunnu nýta.

Tríggjar teldur eru á telduoynni og tvær á lesistovuni.

Teldurnar á telduoynni eru merktar soleiðis: Internettelda 1, Internettelda 2 og Opac-telda.

Opac-teldan er ætlað til leiting í leitigrunni Landsbókasavnsins. Her kann leitast eftir bókum, tíðarritum, handritum, smáprentum og øðrum tilfari á bókasavninum.

Internetteldurnar á telduoynni og lesistovuteldurnar eru fyrst og fremst ætlaðar til internetleiting.

Ein skal vera 14 ár ella eldri til tess at nýta teldurnar.

Tað kostar einki at brúka internetteldurnar.

Ætlar tú at taka niður tilfar til egna nýtslu úr internetinum, kann hetta gerast á geymar ella fløgur, sum fáast til keyps í avgreiðsluni.

Útprent kosta 1 kr. pr. síðu.

Hav tína egnu teldu við
Lánarir kunnu eisini arbeiða við síni egnu farteldu á bókasavninum. Er brúk fyri internet-sambandi, so hevur Landsbókasavni tráleyst net, sum er ókeypis at brúka.

Vanligar treytir
Friðarligt skal vera við teldurnar. Tað er strangliga bannað at broyta uppsetingar ella leggja inn nýggjar telduskráir, spøl o.tíl.

Verða ásettu reglurnar fyri nýtslu av interneti og teldum ikki fylgdar, kann loyvið at nýta tænastuna verða tikið frá honum ella henni, sum ikki heldur reglurnar.

 
EBI
E-tilfeingi
Ljóðbøkur
Tíðarrit
Uppgávuhjálp