|
Á Lesistovuni er tilfar sum ikki ber til at læna heim við, td. alfrøðibøkur, orðabøkur, ævisøguligar handbøkur o.a. Summar av bókunum á Lesistovuni eru eisini í Útláninum, og kunnu sostatt lænast haðani. Á Lesistovuni ber til at sita og arbeiða við tilfari, sum annars ikki er til útláns, eitt nú Føroyadeildartilfari, handritatilfari og øðrum tilfari úr savnsins egnu goymslum, ella við tilfari, læntum frá øðrum bókasøvnum, og sum ikki má lænast út.
Á Lesistovuni er nógv tilfar um lestur og útbúgvingar.
Í sambandi við Lesistovuna eru tríggjar teldur settar upp hjá lánarum at brúka annaðhvørt til leiting ella til at seta seg at skriva við.
Lesistovan á Landsbókasavninum er opin, tá ið Landsbókasavnið er opið.
|