Forsíða Tænastur Lesistovan
Lesistovan PDF Print E-mail

 

Á Lesistovuni er tilfar sum ikki ber til at læna heim við, td. alfrøðibøkur, orðabøkur, ævisøguligar handbøkur o.a.. Summar av bókunum á Lesistovuni eru eisini í Útláninum, og kunnu sostatt lænast haðani. Á Lesistovuni ber til at sita og arbeiða við tilfari, sum annars ikki er til útláns, eitt nú Føroyadeildartilfari, handritatilfari og øðrum tilfari úr savnsins egnu goymslum, ella við tilfari, læntum frá øðrum bókasøvnum, og sum ikki má lænast út.

 

Á Lesistovuni er nógv tilfar um lestur og útbúgvingar.

 

Tað er eisini møguleiki fyri at sitað á lesistovuni og arbeiða við teldum. Tað eru tvær teldur settar upp til lánarar at brúka, annaðhvørt til leiting á internetinum, ella til at seta seg at skriva við. Tað er eisini møguligt at hava sína egnu farteldu við, og fáa ókeypis internet gjøgnum tráleysa netið hjá Landsbókasavninum.

 

Lesistovan á Landsbókasavninum er opin, tá ið Landsbókasavnið er opið.

 
EBI
E-tilfeingi
Ljóðbøkur
Tíðarrit
Uppgávuhjálp