|
Soleiðis verður tú lánari
Lánarakort fæst í avgreiðsluni, og tað fyrst er ókeypis.
Lánarakortið Øll yvir 14 ár kunnu læna ókeypis á Landsbókasavninum, treytað av:
- at lánarin hevur lánarakort
- at reglugerðin verður hildin
Tað ber ikki til at læna uttan lánarakort.
 |
 |
Verður lánarakortið burtur, má boðast bókasavninum frá beinanvegin. Eitt nýtt lánarakort kostar kr. 50. Broytir lánarin bústað ella teldubústað skal bókasavnið hava boð. Lánarakort hjá øðrum føroyskum bókasøvnum kunnu eisini nýtast á Landsbókasavninum um tey verða lisin inn í bókasavnsskipanina.
Ábyrgd Lánarin hevur sjálvur ábyrgdina av tí, hann lænir.
Lánitíðin Lánitíðin er 30 dagar - í summum førum 14 dagar.
Bíleggingar Er tilfarið útlænt, ber til at bíleggja tað umvegis www.bokasavn.fo. Fráboðan verður send, tá ið tilfarið er tøkt.
Minst til at hava lánarakortið við, tá ið tú kemur eftir tilfarinum.
Tilfar frá øðrum bókasøvnum Eigur bókasavnið ikki tilfarið, ið leitað verður eftir, verður í flestu førum roynt at útvega tað frá øðrum bókasøvnum, annaðhvørt í Føroyum ella uttanlands.
Í summum førum, verður gjald kravt fyri greinir.
Fyri bøkur læntar frá øðrum bókasøvnum eru teirra treytir galdandi.
Endurnýggjan Lánið kann endurnýggjast, um eingin annar hevur biðið um tilfarið. Endurnýggjan av láni kann avgreiðast á heimasíðuni www.bokasovn.fo, ella um telefonina.
G.G. Útlendsk lán kunnu einans endurnýggjast við at seta seg í samband við avgreiðsluna á Landsbókasavninum.
Útlendsk lesandi Útlendingar, sum í eitt avmarkað tíðarskeið eru fyribils staddir í Føroyum í lestrarørindum, kunnu læna á Føroya landsbókasavni undir hesum treytum:
- lánarin skal upplýsa bústað bæði í heimlandinum og í Føroyum - lánarin skal upplýsa, hvussu leingi hann verður í Føroyum - lánarin skal skjalprógva við hvønn stovn, hann er lesandi
Áminning Verður tilfarið ikki borið aftur rættstundis, verður bót givin soleiðis sum yvirlitið vísir:
0-14 dagar ov seint kr. 20,- 15-28 dagar ov seint kr. 40,- eftir 29 dagar ov seint kr. 100,-
Endurgjald Geva áminningarnar ikki úrslit, verður endurgjaldskrav skrivað, og somuleiðis kann endurgjald verða kravt fyri oyðilagt og burturmist tilfar.
Saman við endurgjaldskravinum verður eisini kravt eitt innheintingargjald à kr. 100,-
Serliga virðismiklar bøkur, partar av bókaverkum og annað týdningarmikið tilfar verður virðismett fyri seg.
|