Forsíða
Vegleiðing til granskarar & bókasøvn PDF Print E-mail



Vegleiðing til granskarar
Landsbókasavnið og gransking
Sambært lógini um bókasøvn í Føroyum hevur Landsbókasavnið sum høvuðsbókasavn skyldu at fremja útbreiðslu av kunnleika, vitan og upplýsing í landinum, og í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya og aðrar vísindaligar stovnar at veita vísindabókasavnstænastu.

Tí veitir Landsbókasavnið tænastur til granskarar innan øll vísindi, eitt nú við at tryggja teimum atgongd til vísindalig tíðarrit og vísindaligar dátugrunnar og vegna granskarar í Føroyum at bíleggja vísindabókmentir, sum Landsbókasavnið ikki sjálvt eigur.

At finna vísindaligt tilfar
Landsbókasavnið ger eitt støðugt arbeiði til tess at veita føroyskum granskarum munagóða atgongd til vísindaligt tilfar. Eitt nú umsitur Landsbókasavnið tænastuna E-tilfeingi, ið er eitt samstarv millum Landsbókasavnið og aðrar vísindaligar stovnar um atgongd til elektróniskar vísindatænastur á alnetinum. Hesar tænastur eru ókeypis at brúka á stovnunum og á Føroya landsbókasavni.

Eisini veitir Landsbókasavnið gjøgnum EBI-samstarvið øllum borgarum í Føroyum atgongd til aðrar elektróniskar tænastur á alnetinum, eitt nú alfrøðir, orðabøkur og aðrar handbøkur. Summar av hesum tænastum eru ókeypis.

E-tilfeingi >>

EBI-samstarvið >>

Føroyskt vísindaligt tilfar
Í høvuðsgrunni Landsbókasavnsins finnur tú nógv av vísindaliga tilfarinum, sum savnið sjálvt eigur, eitt nú á vísindadeildini, tíðarritsdeildini og á Føroyadeildini. Men nógv av tí eldra tilfarinum á vísindadeildini er bert skrásett á kortum. Tí kann tað loysa seg at spyrja eftir tilfari, sum ikki er at finna í høvuðsgrunninum, antin við at ringja á tel. 356500, senda teldupost á utlan[kurla]flb.fo, støkka inn á gólv hjá okkum, ella senda ein fyrispurning við tænastuni "Spyr bókavørðin".

Seinnu árini hava alsamt fleiri vísindaligir stovnar í Føroyum skrásett søvn síni í bókasavnsgrunnum, eitt nú Fróðskaparsetrið, Granskingardepilin fyri økismenning og Heilsufrøðiliga starvsstovan. Í yvirlitinum yvir føroyskar bókasavnsgrunnar sæst, hvørjir hesir stovnar eru, og hvørjar treytir teir seta í sambandi við útlán.

Seinnu árini hevur Landsbókasavnið verið uppi í stóru útnorðurlendsku verkætlanini, VESTNORD, um talgilding av gomlum bløðum og tíðarritum. Á heimasíðuni hjá verkætlanini hava allir brúkarar ókeypis atgongd til hesi bløð og tíðarrit í talgildari útgávu.

Høvuðsgrunnur >>

Føroyskir bókasavnsgrunnar >>

Talgild bløð og tíðarrit >>

 

Lán og bílegging av tilfari
Tilfar úr vísindadeildini verður lænt eftir vanligum treytum, meðan tilfar út tíðarritsdeildini og Føroyadeildini bert kann brúkast á lesistovuni á Landsbókasavninum.

Landsbókasavnið samstarvar við bókasøvn í øðrum londum um fjarlán. Hetta inniber at granskarar og vísindafólk altíð kunnu bíleggja vísindaligt tilfar uttanífrá gjøgnum Landsbókasavnið, tað veri seg bøkur, tíðarrit ella tíðarritsgreinir, og í flestu førum er tað ókeypis fyri lánaran. Á sama hátt kunnu lánarar uttanlands læna tilfar frá Landsbókasavninum gjøgnum útlendsk bókasøvn.

Føroyskar vísindaligar bókmentir, sum eru skrásettar í høvuðsgrunni Landsbókasavnsins, kunnu bíleggjast on-line, eins og aðrar bókmentir.

Bókasavnskunning og kunningarførleiki
Landsbókasvnið skipar javnan fyri kunning um leiting eftir vísindaligum tilfari í teimum grunnum, sum eru í E-tilfeingissamstarvinum. Er talan um bólkar, ber til at bíleggja kunning við at ringja 356500. Annars verður lýst við bókasavns- og leitiskeiðum so hvørt.

Landsbókasavnið er uppi í norðurlendsku verkætlanini NORDINFOLit, ið hevur til endamáls at menna førleikan hjá hvørjum einstakum borgara at leita fram, meta um og á ein skynsaman og nøktandi hátt at brúka ta kunning, sum er tøk á eitt nú alnetinum, á bókasøvnunum og í dátugrunnum av ymsum slag.

Bókasavnskunning >>

Kunningarførleiki í Føroyum >>


Vegleiðing til bókasøvn
Sum meginbókasavn fyri alt landið veitir Føroya landsbókasavn bókasavnstænastur til øll onnur bókasøvn í landinum.

 

Fjarlán
Landsbókasavnið samstarvar við bæði føroysk og útlendsk bókasøvn um fjarlán. Í hesum sambandi hevur Landsbókasavnið gjørt vegleiðindi fjarlániviðtøkur fyri føroysk bókasøvn, herundir Føroya landsbókasavn. Øll bókasøvn, stovnar og virkir í Føroyum kunnu vegna sínar egnu lánarar/brúkarar læna bókligt tilfar frá útlendskum bókasøvnum gjøgnum Føroya landsbókasavn.

Fjarlániviðtøkur >>

Tjóðbókadeildin
Tjóðbókadeildin á Føroya landsbókasavni tekur sær av innsavnan, skráseting, tal- og evnismerking og varðveiting av øllum verkum, sum verða útgivin í Føroyum, umframt útlendskum verkum, ið hava tilknýti til Føroyar. Verkini verða skrásett í Tjóðbókaskrá Føroyar, sum er felagsheiti fyri hesar lutskráir:


Føroyskur bókalisti (bøkur, cd-rom o.tíl.)
Føroysk tíðarritaskrá (dagbløð, tíðarrit o.tíl.)
Føroysk greinaskrá (tíðarritsgreinir o.tíl.)
Føroysk sjónmiðlaskrá (sjónbond, myndir o.tíl.)
Føroysk tónleikaskrá (fløgur, bond o.tíl.)
Føroysk kortskrá (landakort o.tíl.)
Føroyskir nótar (nótar o.tíl.)
Føroysk ljóðskrá (ljóðbøkur, hoyrispøl o.tíl.)

Landsbókasavnið miðar eftir at fullfíggja allar lutskráirnar í tjóðbókaskránni, soleiðis at hon verður eitt hent amboð hjá bæði bókasøvnum, útgevarum og øðrum.

Tjóðbókadeildin á Landsbókasavninum ráðgevur øðrum bókasøvnum í sambandi við bókakeyp, skráseting, tal- og evnismerking og varðveiting.


Aðrar hentar upplýsingar

Bókasavnsskipan
Landsbókasavnið umsitur bókasavnsskipanina Aleph, sum flestu bókasøvn í Føroyum nýta. Vit ráðgeva og hjálpa eftir førimuni bókasøvnum í sambandi við skipanina. Ringið 356500, um tørvur er á hjálp.

Elektroniskar bókasavnstænstur - EBI
Elektroniskar bókasavnstænstur eru tíðarrit, greinir, bøkur, handbøkur o.tíl., sum eru at finna á alnetinum. Í Føroyum hava nøkur bókasøvn og nakrir skúlar tikið seg saman um at halda nøkur av teimum frægastu verkunum, sum verða boðin út á netinum. Tey flestu av hesum verkum kosta, og er atgeingið tí avmarkað til tey bókasøvn og skúlar, sum eru við í samstarvinum. Vitjandi á Landsbókasavninum hava ókeypis atgongd til allar hesar tænastur. Einstøk verk kunnu øll brúka ókeypis.

Elektroniskar bókasavnstænstur >>

Bókasavnskunning og kunningarførleiki
Landsbókasavnið skipar javnan fyri bókasavnskunning. Er talan um bólkar, ber til at bíleggja tíð á tel. 356500. Annars verður lýst við bókasavns- og leitiskeiðum so hvørt.

Tað ber eisini til hjá bókasøvnum, skúlum og stovnum at bíleggja fólk frá Landsbókasavninum at undirvísa teirra lánarum/brúkarum í leiting við bókasavnsskipanini.

Bókasavnskunning >>