Forsíða
Vegleiðing til nýggjar brúkarar PDF Print E-mail

 

 

Á hesi kunningarsíðu fært tú nakað at vita um, hvat er á hesi heimasíðu. Her verður greitt frá ymsum hættum at stýra gjøgnum netstað okkara, og hvagar tú kemur, tá tú klikkir á yvirskriftirnar í stýribjálkanum í erva ella á valmøguleikarnar í valmyndini úti í vinstra bredda. Eisini vísa vit á ymsar hentleikar, sum tú vónandi fært gagn av.


At finna

Fleiri ymsir hættir eru at stýra gjøgnum netstað okkara.

Stýribjálkin í erva og valmyndin í vinstra bredda
Allar síðurnar hava ein stýribjálka í erva við yvirskriftum, sum tú kanst klikkja á. Tá tú hevur klikt á eina yvirskrift, kemur ein valmynd fram í vinstra bredda við fleiri valmøguleikum.

Forsíða
Um tú villist á netstaði okkara ella hevur hug at byrja umaftur, ber altíð til at klikkja á leinkið til forsíðuna, sum stendur í stýribjálkanum í erva á øllum síðunum.


Innihald

Um Landsbókasavnið
Her kunna vit um virksemið hjá Landsbókasavninum. Her finnur tú eisini vegleiðingar, útgávur og skjøl, eitt nú ársfrágreiðingina hjá Landsbókasavninum og bókasavnslógina. Eisini finnur tú her eitt yvirlit yvir tær verkætlanir, sum Lansbókasavnið er við í. Eitt sindur um søguna hjá og endamálið við Føroya landsbókasavni finnur tú her, um tú hevur áhuga í hesum.

Tænastur
Umframt vanligar útlánstænastur veita vit eisini aðrar tænastur, bæði til lánarar, útgevarar, bókasøvn og onnur. Her finnur tú tænastur sum Fjarlán, ISBN-skrivstovuna og Bókasavnskunning o.s.fr.

Spyr bókavørðin
Her kanst tú senda inn fyrispurningar til ein bókavørð á Landsbókasavninum. Fyrispurningarnir kunnu eitt nú snúgva seg um bókmentir (bøkur, greinir o.tíl.), almennar upplýsingar um mangt og hvat, ella um hvussu tú nýtir okkara tænastur, t.d. leiting í bókasavnsgrunnum ella á alnetinum. Fyrispurningarnir verða svaraðir skjótast til ber.

Bókasavnsgrunnar
Tað er hertú skalt klikkja, um tú ætlar at leita eftir tilfari á føroyskum bókasøvnum, eitt nú Føroya landsbókasavni.

E-savn
Eitt skipað yvirlit yvir elektroniskt tilfeingi hjá Landsbókasavninum.

Framsýningar
Landsbókasavnið skipar javnan fyri framsýningum av ymsum slag. Her sært tú, hvat er á skránni næstu tíðina umframt ymiskt tilfar frá tiltøkum, sum hava verið. Her er nógv áhugavert fyri tann forvitna brúkaran.

English
Ert tú ikki so stinn í føroyskum, ber til at velja ensku útgávuna av heimasíðu okkara. Tað skal tó viðmerkjast, at enska útgávan er munandi skerd í mun til føroysku útgávuna. Vit fara áhaldandi at virka fyri, at hon gerst betri sum frá líður, men fara tó at leggja størstu orkuna í føroysku útgávuna.