Forsíða
Vegleiðing til útgevarar & framleiðarar PDF Print E-mail


Avhending av skyldueintøkum
Til tess at tryggja støðið undir føroysku tjóðbókaskránni, so at henda verður so fullfíggjað sum gjørligt, áleggur bókasavnslógin framleiðarum av verkum, útgivnum í Føroyum, at avhenda Føroya landsbókasavni 4 ókeypis eintøk. Skyldan er galdandi uttan mun til í ella á hvørjum miðli verkið fæst. Er ógreitt hvør framleiðarin er, áliggur avhendingarskyldan, eftir kravi frá Landsbókasavninum, útgevaranum (sí § 24, stk. 4 í bókasavnslógini). Fyri ikki-prentaðar útgávur kann Landsbókasavnið gera frávik í ásetingunum um talið av verkum, ið skulu avhendast.

Skyldueintøkini skulu sendast Føroya landsbókasavni, J.C. Svabosgøtu 16, Boks 61, FO-110 Tórshavn, og viðmerkjast skal, at talan er um skyldueintøk. Eru ivamál, ber til at seta seg í samband við Føroya landsbókasavn á tel. 356500.

Avhending av skyldueintøkum >>

ISBN og ISSN
ISBN-skrivstovan á Føroya landsbókasavni umsitur føroysku ISBN-skipanina, og tað er higar, útgevarar skulu venda sær, um teir ætla at skráseta seg sum ISBN-forlag við egnari ISBN-umsiting. Er talan um stakar útgávur frá útgevara, sum ikki hevur egna ISBN-umsiting, eigur viðkomandi at venda sær til Bókamiðsøluna á tel. 313756 at fáa støk ISBN-nummur.

ISSN-skipanin verður Føroya vegna umsitin av donsku ISSN-skrivstovuni á Kongaliga bókasavninum í Keypmannahavn, ISSN Danmark, men tað ber til at skráseta tíðarritini og fáa ISSN-nummar gjøgnum ISBN-skrivstovuna á Landsbókasavninum.

ISBN og ISSN >>

Tjóðbókaskrá Føroya
Í føroysku tjóðbókaskránni verða øll verk, útgivin í Føroyum, skrásett. Tjóðbókaskrá Føroya er felagsheiti fyri hesar lutskráir:

Føroyskur bókalisti (bøkur, cd-rom o.tíl.)
Føroysk tíðarritaskrá (dagbløð, tíðarrit o.tíl.)
Føroysk greinaskrá (tíðarritsgreinir o.tíl.)
Føroysk sjónmiðlaskrá (sjónbond, myndir o.tíl.)
Føroysk tónleikaskrá (fløgur, bond o.tíl.)
Føroysk kortskrá (landakort o.tíl.)
Føroyskir nótar (nótar o.tíl.)
Føroysk ljóðskrá (ljóðbøkur, hoyrispøl o.tíl.)

Landsbókasavnið miðar eftir at fullfíggja allar lutskráir í tjóðbókaskránni, soleiðis at hon verður eitt hent amboð hjá bæði útgevarum, bókasøvnum og øðrum, ið varða av útgávuvirksemi í Føroyum.

Aðrar tænastur til útgevarar
Føroya landsbókasavn hevur umframt bókligu søvnini eisini onnur søvn, eitt nú smærri myndasøvn og eitt stórt handritasavn, sum kunnu brúkast í útgávuhøpi. Eisini hava vit allar føroysku avísirnar á mikrofilmum, sum kunnu lesast við okkara nýggja avíslesara. Set teg í samband við Landsbókasavnið á tel. 356500, ella støkk inn á gólv hjá okkum, um tú hevur áhuga í hesum.