|
|
|
Søvnini - nú og í framtíðini |
|
|
|
Tann 7. og 8. juli skipaði Mentamálaráðið fyri savnsdegi í Norðurlandahúsinum. Endamálið við savnsdegnum var at koma saman, og fáa høvi at umrøða ætlanirnar hjá Mentamálaráðnum at leggja Føroya Landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Fornminnissavn, Føroya Náttúrugripasavn og Havlívfrøðiligu Royndarstøðina saman í ein stovn. Listasavn Føroya er eisini partur av tilgongdini, men støðan hjá Føroya Listasavni er serlig, orsakað av, at savnið er skipað sum sjálvsognarstovnur við egnum stýri.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, setti savnsdagin í Norðurlandahúsinum. Og segði hon m.a.: "Savnsdagurin í dag er høvi hjá okkum at koma saman og umrøða, hvønn týdning og hvønn leiklut, søvnini hava í dag, og serstakliga, hvønn leiklut, tey skulu hava í framtíðini, nú vit hava sett eina samanlegging út í kortið."
Mentamálaráðið tekur soleiðis samanum savnsdagarnar: - Tíð, tilfeingi og kunning eru lyklaorð í samanleggingartilgongdini, skal hon eydnast. Skapa vit røttu fortreytinar fyri samanlagda stovnin, og geva vit okkum tíð til at nágreina tær uppgávur, ið eru í samanleggingini, so eru fleiri fyrimunir við eini samanlegging av søvnunum. Vit mugu tó gera okkum greitt, at nógvir spurningar enn standa ósvaraðir í hesi tilgongd.
Samanleggingartilgongdin heldur fram í heyst, og ætlanin er, at Søvn Landsins verða sett á stovn 1. januar 2011.
Meira kann lesast um evni á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum her. Røðan hjá Helenu Dam á Neystabø, Landsstýriskvinnu kann lesast her. |
|
Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2010 |
|
|
|
Finski rithøvundin Sofi Oksanen fær Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2010 fyri skaldsøguna Puhdistus, har verulig ar hendingar - sovjetska hersetingin av Estlandi - og brennandi nútíðartema: mannahandilin í Eystrasalti, verða spunnin saman.
Sostatt eydnaðist tað heldur ikki í ár at vinna virðislønina til Føroyar, sum hevði innstillað Gunnar Hoydal og skaldsøgu hansara Í havsins hjarta.
Les meira á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum >> |
Í sambandi við framsýningina "Bábelstornið 100 ár" hevur Landsbókasavnið gjørt ein lista við upplýsingum um allar skaldsøgurnar til vaksin, sum upprunaliga vórðu skrivaðar á føroyskum í tíðarskeiðnum 1909-2009.
Sí listan her >> |
Tað eru liðin 100 ár síðani Rasmus Rasmussen gav út fyrstu føroysku upprunaskaldsøguna Bábelstornið.
Landsbókasavnið hevur í hesum sambandi gjørt eina netframsýning við nýggjum og eldri tilfari, har livandi myndir, ljóð og talgilt tilfar bera framsýningina. Vitjið framsýningina her. |
(Gomul tíðindi) Í forhøllini á Føroya landsbókasavni er í løtuni ein listaframsýning við verkum eftir Philippe Carré. Framsýningin, ið kallast "Tónar og Rúmd" er ein røð av myndum, sum siga frá, hvussu man upplivir oyggjar, bygdir og økir í Havn. Les meira her
|
|
(Gomul tíðindi) Per Petterson fekk bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2009.
Les meira á norden.org
Bøkur á FLB eftir Per Petterson sí her |
(Gomul tíðindi) 8. apríl í ár eru 100 ár liðin, síðani V.U. Hammershaimb doyði, og í hesum sambandi verður hann heiðraður við einari framsýning á Føroya landsbókasavni. Framsýningin lýsir lívsverkið hjá V.U, Hammershaimb í myndum, útgávum, handritum o.ø. |
|
(Gomul tíðindi) Politiken.dk skrivar: Jóanes Nielsen mestrer den nordiske magi. Glansbilledsamlerne er en medrivende og magisk roman med socialt og nationalt engagement.
Les meira á politiken.dk |
|
|
<< Byrjan < Aftur 1 2 3 4 5 6 7 Fram > Endi >>
|
|
Siða 1 av 7 |