Forsíða Tænastur Tíðindi frá FLB 234 bøkur á føroyskum máli í 2009
234 bøkur á føroyskum máli í 2009 PDF Print E-mail

Perma3Í fjør komu 234 bøkur út á føroyskum máli. Av hesum eru 135 upprunaliga føroyskar og 99 eru týðingar. Talan er um 21 bøkur innan fagurbókmentir (harav 13 upphavsverk og 8 týðingar), 69 innan yrkisbókmentir (harav 61 upphavsverk og 8 týðingar), 28 lærubøkur og heili 116 barnabøkur (harav 33 upphavsverk og 83 týðingar).

Síðani fyrstu føroysku bókaútgávuna í 1822, eru sostatt útgivnar 5.491 bøkur á føroyskum.
Í hesum sambandi kunnu vit minna á, at Landsbókasavnið hevur framleitt eina fjølbroytta netframsýning um tí fyrstu skaldsøguna á føroyskum máli. Undir dulnavninum Regin í Líð gav Rasmus Rasmussen í 1909 út bókina Bábelstornið. Vitja framsýningina við at klikkja á Framsýningar á breddanum omanfyri.

 
EBI
E-tilfeingi
Ljóðbøkur
Tíðarrit
Uppgávuhjálp