Forsíða Tænastur Tíðindi frá FLB
Tíðindi
Open Access, vitan og gransking PDF Print E-mail

Tað er ein sannroynd, at vitan og førleikar eru ein avgerandi treyt fyri bæði persónligari og samfelagsligari menning. Onnur avgerandi viðurskifti eru eisini fyri menning, eitt nú góð almenn og privat skipanarlig viðurskifti í breiðastu merking og so tilfeingi annars. Menning er eitt samanspæl millum hesi trý.Í dag eru tað fá, sum ivast í, at vitan nú er tilfeingi, sum hevur enn størri týdning enn nakrantíð. Tað almenna er hart fyrispent, so orkan til landsumfatandi menning kemur ikki longur bara haðani. Leikluturin hjá tí almenna verður í staðin at seta góðar karmar um skapan av vitan, atkomu og miðlan av vitan og at menna fyritreytir og førleikar til nýtslu av vitan í øllum liðum í samfelagnum. Hetta hava tey eisini ásannað í álitinum Vitan og Vøkstur. Yvirskipaði granskingarpolitikkur Føroya 2011-2015, sum Vísindaráðið legði fram herfyri. Her verður eitt nú nevnt um vitan, at eitt, sum hevur stóran týdning, er:

Les meira
 
Halda nú aftur nøkur útlendsk dagbløð PDF Print E-mail

Landsbókasavnið hevur avgjørt at halda nakrar pappírsútgávur av útlendskum bløðum. Fyribils er talan um donsku bløðini Politiken og vikuskiftisútgávuna av Information. Vit halda eisini vikuskiftisútgávuna av tí enska The Guardian, og ætlanin er eisini at halda okkurt íslendskt og norskt blað.

Pappírsbløðini hava ikki sama áhuga sum fyrr, tí nú fáast flestu tíðindi á netinum. Men tá talan er um veruligar greinir, er ofta neyðugt at hava hald, antin til e-útgávuna ella sjálvt blaðið. Landsbókasavnið heldur sjálvandi øll føroysk bløð, og tey seinastu liggja saman við útlendsku bløðunum frammi á lesistovuni, ella kunnu lesast á teldunum á staðnum.

Men tað er nú einaferð hugaligari og kanska eisini meira gevandi at lesa bløð upp á tann gamla mátan.

Les meira
 
Skipanin óvirkin ein dag PDF Print E-mail
Fríggjadagin tann 17. juni 2011 verður 
bókasavnsskipanin óvirkn í ein dag.
  

Orsøkin til hetta er, at veitarin av okkara bókasavnsskipan ger umfatandi umleggingar henda dagin.

Avleiðingin er, at tað ikki er gjørligt at leita í grunninum. Heldur ikki umvegis www.bokasavn.fo.

Fyrispurningar kunnu tó framvegis sendast til This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it ella setast umvegis telefon 356500. 
Bókasavnið er opið sum vanligt: kl 10 - 17. 

Haldið okkum vinarliga til góðar.
 
Ólag á bíleggingarskipanini PDF Print E-mail
pears
Bíleggingarskipanin hjá Landsbókasavninum á www.bokasavn.fo virkar óstøðugt í løtuni. Bíleggingar og endurnýggingar, sum eru gjørdar seinastu vikuna, kunnu ikki væntast at verða avgreiddar til tíðina. Til skipanin aftur virkar støðugt, kunnu lánarar ringja til Landsbókasavnið á tlf. 356500 fyri at hoyra nærri.
 
Útgáva: Føroysk bókmentasøga 1 PDF Print E-mail
Turi_og_Malan Á almennari samkomu í
 Norðurlandahúsinum hósdagin
 9. juni klokkan 16, leggur Nám
 fram fyrsta bind av stóru
 føroysku bókmentasøguni.



Dagin eftir framløguna, fríggjadagin 10. juni, verður bókin at fáa í bókahandlum kring landið.

Hetta er fyrsta føroyska bókmentasøgan, sum gevur lesaranum eitt samlað yvirlit og samstundis fer í dýpdina við einstøkum tekstum.

Føroysk bókmentasøga 1 sigur frá bókmentum, sum føroyingar hava skrivað, og sum eru skrivaðar í Føroyum á føroyskum og donskum. Bókin setir føroysku bókmentirnar inn í eina størri heild, og føroysku tekstirnir verða hildnir upp ímóti evropeiskum mentasøguligum og bókmentasøguligum rákum.

Fyrsta bind røkkur frá víkingaøld til aldamótið 1900 og er skift í fimm partar: miðøld, skynsemisøld, upplýsingarøld, romantikkur og tjóðskaparromantikkur.

Tað eru Turið Sigurðardóttir og Malan Marnersdóttir, sum hava skrivað. Tær eru báðar professarar í bókmentum, og nýggja føroyska bókmentasøgan er úrslit av teirra drúgva undirvísingar- og granskingararbeiði á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Jógvan í Lon Jacobsen, lektari, hevur eisini skrivað partar í bókini.

Føroysk bókmentasøga 1 er 689 blaðsíður og kostar 498 krónur. Nám gevur út, og Estra hevur umbrotið og prentað. Hetta er fyrsta bind av trimum.

Framløgan í Norðurlandahúsinum verður í Stóru Høll klokkan 16, hósdagin 9. Juni. Í hesum sambandi verður eisini ein bókmentaframsýning í Klingruni ein tíma undan og eftir framløgu.
Kelda: www.nam.fo

 
Lars Moa fær norðurlendska heiðursløn PDF Print E-mail
Týðarin Lars Moa úr Noregi hevur í apríl í ár fingið norðurlendska heiðursløn fyri týðingar sínar úr føroyskum til norskt.


Tað er heiðurslønin Sokneprest Alfred Andersson-Rysst pris, sum er latin Lars Moa, og í grundgevingini verður m.a. sagt at: Arbeiðið hjá Lars Moa er ‘eitt týðarabragd' og 'eitt stórarbeiði'.

Seinastu árini hevur Lars Moa gjørt eitt stórarbeiði at týða føroyskar samtíðar bókmentir til nýnorskt. Hann er tann týðarin, sum hevur gjørt mest við at breiða kunnleika um nýggjar føroyskar bókmentir út um klettarnar. Higartil hevur hann týtt 16 bøkur úr føroyskum til nýnorskt, umframt at hann hevur týtt stuttsøgur og yrkingar.

Les meira
 
Fjølbroytt útgávuvirksemi í 2010 PDF Print E-mail

Føroyar eru fáment tjóð, men hugurin at geva út bókmentaligt tilfar trýtur ikki.

Hóast fleiri kanska halda, at tað kemur ov lítið út av føroyskum bókum, so hevur útgávuvirksemið hildið sær, og á summum økjum er tað munandi økt í 2010.

Tá talan er um vanliga bókaútgávu eru kanska ikki tey stóru nýbrotini at hóma, men lesitilfarið, sum kemur út, er framvegis nógv og fjølbroytt.

Les meira
 
Gyrðir Elíasson fingið Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2011 PDF Print E-mail

Íslendski rithøvundurin Gyrðir Elíasson fær Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2011 fyri stuttsøgusavnið Milli trjánna.


Netsíðan hjá Norðurlandaráðnum skrivar um virðislønina.
Ur bedömningskommitténs motivering:                                            

"Nordiska rådets litteraturpris 2011 tilldelas den isländske författaren Gyrðir Elíasson för hans novellsamling MILLI TRJÁNNA (Bland träden) för en stilistiskt högstående ordkonst som skildrar inre och yttre hot i dialog med världslitteraturen."

Gyrðir Elíasson (1961) debuterade 1983. Han har under sitt författarskap gett ut en stor mängd kortprosa och lyrik och fem romaner.

Det fanns i år 13 olika författare från de nordiska länderna och de självstyrande områdena på listan över nominerade till priset.

Nordiska rådets litteraturpris är på 350 000 danska kronor och överräcks till Gyrðir Elíasson den 2 november 2011 i samband med Nordiska rådets session i Köpenhamn.

Nordiska rådets litteraturpris fyller i år 50 år, och Nordiska rådet firar jubileet med en lång rad aktiviteter. Läs mer om priset, 50-årsjubileet och alla författarna på: http://www.norden.org/litteraturpriset


Úr Føroyum var Tóroddur Poulsen og yrkingasavnið Útsýni í uppskoti í ár.

 
Nils Ohrt nýggjur leiðari fyri Listasavn Føroya PDF Print E-mail

Stýrið fyri Listasavn Føroya hevur sett danska listfrøðingin Nils Ohrt í starvið sum leiðari fyri Listasavn Føroya komandi fimm árini

Nils Ohrt er 59 ára gamal, og hann er útbúgvin mag.art. í listasøgu frá Århus Universiteti. Hann hevur hollar royndir úr savnsheiminum og hevur drúgvar royndir sum leiðari seinastu 22 árini. Frá 1996 til í dag hevur hann verið stjóri á Nivaagaards Malerisamling í Nivaa í Norðursælandi.

Lýsingin hevur staðið bæði í føroyskum og norðurlendskum bløðum. Tá ið freistin at søkja var úti tann 25. februar, høvdu níggju kvinnur og sjey menn søkt starvið, sjey føroyingar og níggju útlendingar.

Stýrið fyri Listasavn Føroya metir, at Nils Ohrt, umframt at hann hevur hollar leiðsluroyndir, fakliga er sera væl egnaður til starvið. Seinastu 22 árini hevur hann verið leiðari á tveimum smærri søvnum, sum á mangan hátt líkjast Listasavni Føroya, og hann hevur longu lagt áhugaverdar skitsur fyri stýrið um gongdar leiðir at menna Listasavnið í framtíðini.

Í stýrinum sita í løtuni: Martin Næs, sum formaður, Árni Winther, Jógvan Arge og Sigrun Gunnarsdótttir.

Nils Ohrt tekur við starvinum 1. mai, tá ið Helgi Fossádal, sum hevur sitið í starvinum í skjótt sjey ár, leggur frá sær.

kelda: portal.fo

 
<< Byrjan < Aftur 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Fram > Endi >>

Siða 2 av 10
EBI
E-tilfeingi
Ljóðbøkur
Tíðarrit
Uppgávuhjálp