Forsíða Tænastur Tíðindi frá FLB
Tíðindi
Axel Tórgarð farin PDF Print E-mail

Hósdagin 24. mars andaðist presturin og rithøvundurin Axel Tórgarð 87 ára gamal.
Axel var sonur arkitektin Hans Tórgarð, og móðurin var Valborg Eide úr Nólsoy. Axel tók studentsprógv í 1941.
Tá kríggið var av, fór hann til Keypmannahavnar at lesa guðfrøði, og har tók hann prógv í 1954.
Hann arbeiddi sum prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi, men tók við sum útvarpsstjóri, tá útvarpið byrjaði at senda í 1957. Hetta starvið røkti hann til 1960, tá hann aftur fekk prestastarv, hesaferð í Norðurstreymoy.
Axel giftist í 1958 við Margretu, ið er ættað úr Miðvági.

Sum rithøvundur og yrkjari hevur Axel lagt nógv úr hondum. Hann skrivaði kendu handbókina Dagar og nøvn í álmanakkanum (2008) og lestrabøkurnar Orðið er tær nær (1992) og Morgunlestrar (1987). Hann yrkti eisini tættir til V4-sendingarnar, og væl sat hjá honum.
Hann verður neyvan tikin sum týðari heldur. Hann týddi fleiri verk úr heimsbókmentunum, stóra verkið eftir Tolkien um hobbarnar, sjónleikir eftir Shakespeare og onnur, og fleiri av klassisku griksku sjónleikunum.
Av øðrum kann nevnast týðingarnar Norðlandslúðurin eftir Petter Dass (1999) og Apokrýfisku bøkurnar (1990).

Í 1989 fekk Axel Tórgarð Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir, og í 2002 Heiðursgávu Landsins.

 

 
Marjun Syderbø Kjelnes fær norðurlendska barnabókavirðisløn PDF Print E-mail
Marjun_Syderb_Kjelnes 








 

 Dómsnevndin í norðurlendska skúlabókavarðafelagnum
 hevur á fundi í Keypmannahavn gjørt av, at Norðurlendska
 barnabókavirðirlønin 2011 skal fara til Marjuna Syderbø Kjelnæs
 fyri ungdómsbókina Skriva í sandin, sum varð givin út av
 Bókadeild Føroya Lærarafelags í fjør.


 Virðislønin, sum er 15.000 kr., verður handað á
 summarráðstevnuni hjá norðurlendsku skúlabókavørðum
 í Stenungsund í Svøríki tann 17. juni í ár.

Les meira
 
Nýggjur 1. bókavørður PDF Print E-mail

Annika_profil Annika Smith, bókavørður
 er sett sum 1. bókavørður
 á Landsbókasavninum.

 1. bókavørðurin er leiðari fyri útláninum
 og hevur annars ábyrgdina av avgreiðsluni
 umframt innkeypi av bókasavnstilfari til
 Landsbókasavnið og bygda- og skúlabókasøvnini.



Annika hevur starvast sum bókavørður á Landsbókasavninum í fleiri ár, og hon tók við nýggja starvinum 1. mars í ár.

 
Erhard Jacobsen nýggjur leiðari á Landsbókasavninum PDF Print E-mail

Erhard_Jacobsen Leiðarar settir
 á Landsskjalasavninum
 og Landsbókasavninum

 




Søvn Landsins hava sett Sámal Trónda F. Johansen í starv sum leiðara á Føroya Landsskjalasavni og
Erhard Jacobsen í starv sum leiðara á Føroya Landsbókasavni.

 

Les meira
 
FLB stuðlar hugskoti um lesiár í 2011 PDF Print E-mail

omrFormaðurin í Listafólkasambandi Føroya (LISA), Oddfríður M. Rasmussen, hevur alment sett fram eitt hugskot um at útnevna árið 2011 til lesiár. Hetta er neyðugt, skulu vit bøta um úrslit okkara á næstu PISA-kanning, heldur hann. Forkvinnan í Rithøvundafelagnum, Rakel Helmsdal, tekur undir við hugskotinum, og ein spurnakanning hjá Kringvarpinum millum fólk á gøtuni vísir, at hugskotið eisini millum fólk hevur breiða undirtøku.

 

Les meira
 
Andras Mortensen stjóri fyri Søvn Landsins PDF Print E-mail
Andras_Mortensen_minni_formatHelena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett Andras Mortensen í starv sum stjóra fyri nýggja stovnin Søvn Landsins.

Í fyrsta umfari fevnir nýggi stovnurin um landsstovnarnar Føroya Landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Fornminnissavn, Føroya Náttúrugripasavn og Havlívfrøðiligu Royndarstøðina.
Ætlanin er, at Listasavn Føroya eisini skal verða partur av Søvnum Landins, og Mentamálaráðið kannar í løtuni, hvussu hetta kann skipast.

Les meira
 
Bandasavnið skal bjargast PDF Print E-mail
Unn_PatursonEin bjargingarætlan er nú gjørd fyri at tryggja mentanararvin, sum liggur í bandasavni kringvarpsins. Arbeiðið er mett at kosta uml. 30 milliónir samanlagt. Í uppritinum verur mælt til, at peningur verður játtaður til 3 ársverk at arbeiða við hesi verkætlan í 10 ár.

Verkætlanarleiðari fyri hesum kanningar- og fyrireikingararbeiði hevur verið bókavørðurin Unn Paturson.
Afturat sær hevur hon havt Elin Brimheim Heinesen, miðlaleiðari í Kringvarpinum. 
Les meira
 
Norðurlendska bókasavnsvikan 2010 PDF Print E-mail
Tríggir av fremstu norðurlendsku rithøvundunum hava skrivað tekstirnar, ið verða lisnir upp í bókasavnsvikuni í ár. Tað eru John Ajvide Lindqvist (Svøríki), Lene Kaaberbøl (Danmark) og Andri Snær Magnason (Ísland).


Plakat_2010_uttan_tekstNorðurlendska bókasavnsvikan verður hildin 8.-14. november, og verður fyriskipað av Norrønu feløgunum í samstarvi við bókasøvn. Hetta er størsta tiltakið við upplestri í Norðurlondum, og millum tey størstu í heiminum. Síðsta ár høvdu yvir 2000 bókasøvn og skúlar upplestur samstundis úr teimum somu norðurlendsku tekstunum. Upplesturin fer fram í átta norðurlendskum og baltiskum londum.

 

Les meira
 
Mario Vargas Llosa fær Nobelvirðislønina í bókmentum PDF Print E-mail
vargas_llosa Nobelvirðislønin í bókmentum varð í dag tillutað Mario Vargas Llosa úr Peru. Hann er føddur í 1936 og gav fyrstu bók sína út í 1959. Umframt at vera rithøvundur, er hann eisini ritroyndahøvundur, tíðindafólk og bókaummælari.
Les meira
 
<< Byrjan < Aftur 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Fram > Endi >>

Siða 3 av 10
unece uneca worldehealth forex hiv videos holiday turkey norway tourism health conference healthmin porno izle porno izle xxx pornolar
EBI
E-tilfeingi
Ljóðbøkur
Tíðarrit
Uppgávuhjálp