Forsíða Tænastur Tíðindi frá FLB Bandasavnið skal bjargast
Bandasavnið skal bjargast PDF Print E-mail
Unn_PatursonEin bjargingarætlan er nú gjørd fyri at tryggja mentanararvin, sum liggur í bandasavni kringvarpsins. Arbeiðið er mett at kosta uml. 30 milliónir samanlagt. Í uppritinum verur mælt til, at peningur verður játtaður til 3 ársverk at arbeiða við hesi verkætlan í 10 ár.

Verkætlanarleiðari fyri hesum kanningar- og fyrireikingararbeiði hevur verið bókavørðurin Unn Paturson.
Afturat sær hevur hon havt Elin Brimheim Heinesen, miðlaleiðari í Kringvarpinum. 


Um hóskandi fígging fæst til vega frá Mentamálaráðnum, hava teir fýra stovnarnir: Kringvarp Føroya, Landsskjalasavnið, Landsbókasavnið og Fornminnissavnið, gjørt av, at teir ynskja at arbeiða saman um eina bjargingarverkætlan, sum skal tryggja, at bandasøvn Kringvarpsins verða bjargað, at føroyskt loftmiðlatilfar kann verða varðveitt undir tryggum kørmum framyvir, umframt at tilfarið verður gjørt lættari atkomiligt hjá almenninginum - leikum sum granskarum.


Samstarvsbólkurin hevur sent eitt upprit til Mentamálaráðið, sum lýsir fyritreytirnar fyri hesi bjargingarverkætlan, har bólkurin vegna stovnarnar mælir til, at minst 2,7 mió. kr. verða settar av fíggjarlógini um árið í 10 ár til hesa bjargingarverkætlan. Um 2,7 mió. kr. verða settar av um árið til verkætlanina, tekur tað væntandi 3 persónum, settir fulla tíð, góð 10 ár at talgilda alt bandaða loftmiðlatilfarið hjá Kringvarpi Føroya. Stovnarnir eru samdir um at mæla til at íverkseta hesa bjargingarverkætlan sum skjótast í ásannan av, at talan er um sera týdningarmiklan mentanararv hjá føroyska fólkinum, sum tað má standast saman um. Bandatilfar Kringvarpsins lýsir søgu og samleika føroyinga tey seinastu gott 50 árini í ljóði og myndum. Tað er einki minni enn ein sorgarleikur, at hetta tilfarið, sum kundi verið til stórt gagn fyri eftirtíðina, forferst, tí hóskandi varðveitsla av tilfarinum ikki verður raðfest.

 

Hesi hava sitið í samstarvsbókinum: Elin Brimheim Heinesen vegna Kringvarpið, Arnbjørn Dalsgarð vegna Landsbókasavnið, Andras Mortensen vegna Fornminnissavnið og Sámal T. Johansen vegna Landsskjalasavnið.

Unn Paturson, verkætlanarleiðari og bókavørður hevur saman við Elini Brimheim Heinesen, miðlaleiðara í Miðladeild Kringvarpsins, sum varar av Kringvarpssøvnunum, orðað uppritið, sum er sent Mentamálaráðnum.

Upprit um Bjargingarverkætlan fyri bandasøvn Kringvarpsins kann heintast her!

 
EBI
E-tilfeingi
Ljóðbøkur
Tíðarrit
Uppgávuhjálp