Forsíða Tænastur Tíðindi frá FLB Fjølbroytt útgávuvirksemi í 2010
Fjølbroytt útgávuvirksemi í 2010 PDF Print E-mail

Føroyar eru fáment tjóð, men hugurin at geva út bókmentaligt tilfar trýtur ikki.

Hóast fleiri kanska halda, at tað kemur ov lítið út av føroyskum bókum, so hevur útgávuvirksemið hildið sær, og á summum økjum er tað munandi økt í 2010.

Tá talan er um vanliga bókaútgávu eru kanska ikki tey stóru nýbrotini at hóma, men lesitilfarið, sum kemur út, er framvegis nógv og fjølbroytt.

Bókaútgávan

 

Sambært uppgerð, sum Føroya Landsbókasavn hevur gjørt, komu 209 bøkur út í Føroyum í 2010, ella áleið tað sama sum árið fyri, tá 211 bøkur komu út.
Upprunaverkini í 2010 vóru 124, og av hesum vóru 13 fagurbókmentir, 63 yrkisbók-mentir, 34 læru- og skúlabøkur og 14 barnabøkur.
85 av útgávunum í 2010 vóru týddar bøkur, og av hesum vóru tær flestu barnabøkur.

Íalt komu út 84 barnabøkur í 2010, sum nevnt 14 upprunaliga føroyskar og 70 týddar. Tað mest vanliga er, at barnabøkurnar eru týddar úr enskum, donskum ella svenskum máli. Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum gevur nógv tær flestu barnabøkurnar út, 53 í 2010. Harumframt hava Bókadeildin og Føroya Skúlabóka-grunnur saman givið út 27 lesibøkur, sum eru viðgjørdar lesifrøðiliga, men eru taldar við sum barnabøkur í uppgerðini. Barnabøkurnar fevna um myndabøkur til pinku- og smábørn, bøkur til at lesa fyri børnunum, og so bøkur, sum børn og ung sjálvi lesa.

Tað komu íalt 70 yrkisbøkur út í 2010. Yrkisbøkurnar fevna um flest øll fakøki, m.a. bygdasøgur, ævisøgur, átrúnaðarlig verk, umframt bøkur um søgu, mál, bókmentir, list, ítrótt, matgerð og samfelagsviðurskifti.  

Skúla- og lærubøkurnar vóru 36 tilsamans. Tað er enn sum áður Føroya Skúla-bókagrunnur, sum gevur út meginpartin av skúla- og lærubókunum, mest tilfar til lesi-frálæru, stødd-, alis- og evnafrøði, kristni og náttúrulærugreinirnar.

Talið á fagurbókmentum var 19 í 2010. Av hesum vóru tvær nýggjar føroyskar skald-søgur, tvær endurprentaðar føroyskar skaldsøgur og 5 týddar skaldsøgur. Harumframt komu út tvey stuttsøgusøvn, 6 yrkingasøvn, eitt savn við týddum yrkingum og eitt leikrit, sum tó er útkomið áður.

Umframt tey bæði stóru forløgini, Bókadeildin og Skúlabókagrunnurin, eru onnur virkin forløg sum eitt nú Sprotin, Mentunargrunnur Studentafelagsins, Stiðin, Støplum, Heimamissiónsforlagið, Nýlendi og Fróðskapur. Listasavn Føroya hevur eisini givið út fleiri listabøkur í fjør. Nakrar bøkur verða framvegis givnar út á egnum forlagi.

 

Annað útgávuvirksemi

 

Ljóðbókanevndin gav í 2010 út 32 ljóðbøkur, bæði skaldsøgur, yrkis-, læru- og barnabøkur. Ljóðbøkurnar koma út á fløgu, og nakrar verða givnar út í mp3-sniði.

Tað koma eisini nógv føroysk tíðarrit og bløð út. Eitt nú árbøkurnar Álmanakkin og Skipalistin, bókmentaligu tíðarritini Varðin og Vencil, barna- og ungdómsblaðið Strok, jólabókin Mín Jólabók, øll bløðini, sum yrkisfeløg, feløg, kirkjur og samkomur geva út, listatíðarritið Listin, ið er úrval av tekstum, sum hava staðið á internetbloggi við sama heiti, kvinnublaðið Kvinna, Atlantic Review, Kunngerðablaðið, Kvørnin, sum Sands Bygdaravn gevur út o.fl.

Harumframt kemur út hópur av smáritum, ókeypis tíðindabløðum og lýsingabløðum o.tl.

 

Útgávuvirksemi á netinum

 

Hóast bóka- og blaðútgáva framvegis hevur stóran týdning sum kunningar-, upplýsingar-, upplivingar- og undirhaldsmiðil, so fer ein alt størri partur av samlaða útgávuvirkseminum í landinum fram á netinum.

Tær størru avísirnar koma nú eisini út í talgildari útgávu. Harumframt eru fleiri sonevndir tíðindaportalar á netinum, bæði landsumfatandi og lokalir, t.d. portal.fo, Vágaportalurin, Sandoyar Portalurin og Suðuroyarportalurin. Her kann almenningurin umframt vanliga kunning eisini lesa tíðindi, viðmerkingar og lesarabrøv.
Eisini eru fleiri portalar, sum viðgera og skriva um serlig áhugaøki ella evni, t.d. ítrótt, ítriv, mat, heim og klæðir og so um tað, sum ungdómurin hevur áhuga fyri. Útgávurnar verða ofta fíggjaðar við lýsingum, men onkuntíð við haldi ella móti gjaldi.
Kringvarpið hevur heimasíðu og netvarp, har tað m.a. ber til at lesa tíðindi og hoyra og síggjar sendingar, sum hava verið sendar í loftmiðlunum.
Flestu fyritøkur, stovnar og feløg hava egnar heimasíður, har tey leggja út kunning,  onkuntíð eisini tíðindi, greinir og viðmerkingar, og har ber ofta til at lesa og taka niður frágreiðingar og útgávur.

Felags fyri nógv av útgávuvirkseminum á netinum er, at her er talan um ein meiri beinleiðis, skjótan og einfaldan útgávuhátt, sum gevur útgevaranum møguleika at gera vart við seg og skjótt bera fram síni sjónarmið og áhugamál. Útgávurnar bera tí ofta brá av tí aktuella og eru viðhvørt kjaklíknandi.

Broytti útgávuhátturin hevur eisini gjørt, at alt fleiri føroyingar seinastu árini eru farnir at gera vart við seg í sonevndu sosialu miðlunum, so sum Facebook, bloggum, kjaksíðum o.tl.

Netið verður eisini brúkt til annað meiri miðvíst útgávuvirksemi.
Í 2009 stovnaðu Mentamálaráðið, Føroya kommunufelag og Kommunusamskipan Landsins undirvísingarportalin Snar, sum nú verður rikin av nýggja stovninum Nám.
Snar er ein opin undirvísingarportalur, sum hevur til endamáls at gera tað lættari hjá lærarum, næmingum, foreldrum og øðrum at finna fram tilfar, tænastur og tíðindi, sum eru ætlað skúla og undirvísing.
Annað tilfar, sum eisini er tøkt á netinum, eru t.d. lógir, telefonnummør, virkis-upplýsingar, bókaskráir hjá bókasøvnunum, hagtøl, orðabøkur, kort og myndir.
Okkurt av hesum tilfarinum er ókeypis, men í onkrum føri má brúkarin gjalda fyri at síggja og brúka tilfarið.

Og helst er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn tað verður heilt vanligt at føroyskar e-bøkur, ljóðbøkur, tónleikur og filmar fara at vera tøk og kunnu takast niður á netinum á sama hátt, sum vanligt er aðrastaðnis.

 

Landsbókasavnið, maj 2011.

 
EBI
E-tilfeingi
Ljóðbøkur
Tíðarrit
Uppgávuhjálp