Forsíða Tænastur Tíðindi frá FLB FLB stuðlar hugskoti um lesiár í 2011
FLB stuðlar hugskoti um lesiár í 2011 PDF Print E-mail

omrFormaðurin í Listafólkasambandi Føroya (LISA), Oddfríður M. Rasmussen, hevur alment sett fram eitt hugskot um at útnevna árið 2011 til lesiár. Hetta er neyðugt, skulu vit bøta um úrslit okkara á næstu PISA-kanning, heldur hann. Forkvinnan í Rithøvundafelagnum, Rakel Helmsdal, tekur undir við hugskotinum, og ein spurnakanning hjá Kringvarpinum millum fólk á gøtuni vísir, at hugskotið eisini millum fólk hevur breiða undirtøku.

 

Ein av greiðu niðurstøðunum í nýggjastu PISA-kanningini var, at meira enn triði hvør næmingur í 9. flokki verður roknaður ikki at hava virkisføran lesiførleika, sum krevst til víðari útbúgving og eisini fyri at kunna røkja mong vanlig størv. Ein av niðurstøðunum var eisini, at hugurin at lesa av egnum huga er ov lítil. Her kunnu bókasøvnini gera mun.

 

Bókasøvn eru sýnisgluggar fyri góðar bókmentir og eru professionellir vegleiðarar fyri bæði royndar og óroyndar lesarar í øllum aldri. Landsbókasavnið tekur tí av heilum huga undir við hugskotinum um at útnevna 2011 til lesiár, og bjóðar seg eisini fram at skipa fyri og samskipa tiltøk saman við øðrum, sum fremja áhugan hjá bæði børnum og vaksnum at lesa og fordjúpa seg í bókmentum.

 

Landsbókasavnið vil fegið lofta hesum bólti, sum formaðurin í LISA hevur kastað upp í loft, og Landsbókasavnið vil samstundis heita á avvarðandi myndugleikar, kommunur, fjølmiðlar, forløg, skúlar, rithøvundar og onnur um at koma við inn á banan, soleiðis at hetta verður ein uppgáva, ið vit lyfta í felag.

 
EBI
E-tilfeingi
Ljóðbøkur
Tíðarrit
Uppgávuhjálp