|
Landsbókasavnið hevur avgjørt at halda nakrar pappírsútgávur av útlendskum bløðum. Fyribils er talan um donsku bløðini Politiken og vikuskiftisútgávuna av Information. Vit halda eisini vikuskiftisútgávuna av tí enska The Guardian, og ætlanin er eisini at halda okkurt íslendskt og norskt blað.
Pappírsbløðini hava ikki sama áhuga sum fyrr, tí nú fáast flestu tíðindi á netinum. Men tá talan er um veruligar greinir, er ofta neyðugt at hava hald, antin til e-útgávuna ella sjálvt blaðið. Landsbókasavnið heldur sjálvandi øll føroysk bløð, og tey seinastu liggja saman við útlendsku bløðunum frammi á lesistovuni, ella kunnu lesast á teldunum á staðnum.
Men tað er nú einaferð hugaligari og kanska eisini meira gevandi at lesa bløð upp á tann gamla mátan.
Ein áhugaverdur spurningur beint í løtuni er, um Landsbókasavnið og onnur bókasøvn við skulu halda elektroniskar útgávur av bløðunum. Hetta verður neyvan bíligari enn vanligt blaðhald (postgjaldið verður tó spart), men annar spurningur er eisini, á hvønn hátt lánarar og vitjandi á bókasøvnunum so skulu lesa bløðini. Sjálvandi kunnu bløðini lesast á teldu. Men hvat við hesum nýggju telduhvølpunum? Ber til at lána teimum vitjandi teir, so at tey kunnu lesa bløðini á hesum tólunum?
Men vit gevast ikki her. Landsbókasavnið hevur fyri fleiri árum síðan, saman við øðrum í EBI samstarvinum, teknað seg fyri danska Infomedia (grunnur, sum er eitt savn av fleiri enn 8 milliónum greinum úr donskum bløðum og faktíðarritum) og ATEKST (greinir úr fleiri enn 30 av teimum størstu dagbløðunum í Norra). So tað er bara at koma inn á gólvið at leita eftir greinum! Vit kunnu eisini bjóða vitjandi atgongd til ein hóp av greinum í eitt nú EBSCO MasterFILE Premier (dátugrunnur við umleið 1.950 skrásettum tíðarritum o.l. Tað mesta er á enskum máli og meginparturin av tilfarinum er í fullum teksti).
Nakað av føroyskum tíðarritum eru í talgildari útgávu í grunninum Tíðarrit.fo.
Og so goyma vit sjálvandi pappírsútgávurnar av øllum føroyskum bløðum og tíðarritum, so skalt tú hava fatur á onkrum gomlum, so er Landsbókasavnið eisini rættað staðið. Stórur partur av eldri útgávum av bløðunum eru mikrofilmaðar og kunnu lesast á serligum lesitóli.
Næsta stóra takið verður at fara undir veruliga talgilding av bókasavnstilfari. Men tað er ein onnur søga, spennendi, tung, men alneyðug at fara undir. |