|
Hanus Kamban fær veiting fyri lívið |
|
|
|
(Gomul tíðindi) Hanus Kamban telist nú millum teir rithøvundar í danska ríkinum, sum verða løntir á donsku fíggjarlógini so leingi teir liva. Tað sæst í ársfrágreiðingini hjá Statens Kunstfond fyri 2007.
Veitingin á donsku fíggjarlógini verður latin skapandi listarfólki, sum hava eina slíka listaliga framleiðslu aftan fyri seg, at tey hava gjørt seg galdandi sum listafólk. Játtanin er inntøkujavnað og kann í mesta lagi verða 140.000 krónur árliga.
Ein annar føroyskur rithøvundur hevur fingið stuðul út Statens Kunstfond í 2007, tað er Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, sum hevur fingið játtaðar 50.000 krónur í ferðastyrki.
Heimild: www.rit.fo |