|
Landsbókasavnið hevur sum eina av sínum høvuðsuppgávum at savna og skráseta allar føroyskar bókmentir. Við lógarásettu skylduavhendingini er ásett, at av øllum verkum, útgivnum í Føroyum, skulu avhendast 4 ókeypis eintøk til Landsbókasavnið.
Umframt at vera partur av støðinum undir okkara felags tjóðminnum, so skal skylduavhendingin eisini tryggja støðið undir tjóðbókaskránni.
Tjóðbókaskráin skal koma øllum teimum, sum fylgja við útgávuvirkseminum, og teimum, ið fáast við at lesa og granska føroyskar bókmentir, til góðar.
Lat tað vera sagt beinanvegin, at uppgávan at skráseta føroyskar bókmentir er fjøltáttað arbeiði. Hetta er ikki minst galdandi, um vit eisini skulu hugsa um at skráseta útgávur av føroyskum tónleiki umframt skráseting av øllum tí, sum nú verður givið út á netinum. Aftur at hesum kemur so stóra uppgávan at skráseta innihaldið í føroyskum bløðum, tíðarritum, bókum og elektroniskum útgávum. Ikki fyrr enn vit gera alt hetta arbeiðið til lítar, kunnu vit siga, at vit eru komin á mál við tjóðbókaskránni. Og tað er fongur í slíkum skráum sum hesi, og tað munnu bæði vanligi lesarin, lærarar, skúlanæmingar, lesandi og granskarar longu hava sannað.
Enn er ov tíðliga at siga nakað avgjørt um bókaárið 2011, tí skrásetingin av útgávunum er ikki endað enn. Men vit loyva okkum kortini her á ársins seinasta degi at gera nakrar fyribils metingar.
Útgávumynstrið líkist tí, sum vit kenna frá undanfarnum árum.
Skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar Okkara fremsti krimihøvundur, Jógvan Isaksen, hevur í ár givið út krimisøguna Deydningar dansa á sandi og Jóanes Nielsen nýggja skjaldsøgu, Brahmadellarnir. Báðar bøkurnar verða okkum kunnugt nógv lisnar. Annfinnur í Skála hevur skrivað stóra framtíðarskaldsøgu, Vitjan..., um stórpolitisku fløkjuna, sum bara ein serur havnarmaður, ið hevur búsett seg í Mykinesi, er førur fyri at greiða. Bókin er 310 síður, og forlagið Sprotin upplýsir á heimasíðuni, at hon vigar 508 g. Firouz Gaini hevur skrivað og givið út Horvnir menn, ið er eitt savn við 15 stuttsøgum, og Agnar Artúvertin Sporvognurin, sum hann kallar eina novellu.
Yrkingasøvn eru eisini útkomin. Vagnur Streymoy hevur skrivað savnið 5,8% av dupultmorali og Vónbjørt Vang Millumlendingar. Á sama forlagnum sum Vónbjørt, Eksil, hava Daniella Andreasen og Sissal Kampmann givið út stuttsøgu og yrkingasavn, ávikavist Dilemma og Ravnar á ljóðleysum flogi. Oddfríður M. Rasmussen er royndur yrkjari, og í ár gevur hann út yrkingasavnið Blómugrót. Og Tóroddur Poulsen, sum gav fyrsta yrkingasavnið Botnfall út í 1984, hevur í ár givið út savnið Udsyn = Útsýni.
Yrkisbøkur Ein hópur av yrkisbókum er útkomin í hesum árinum. Nevnast kunnu endurminningar hjá Hera Mohr: Endurminningar, og Ingolf S. Olsen hevur skrivað Ingeborg, eitt heiðursrit. Óli Jacobsen hevur givið út bókina Havið tók teir. Søgan um teir, sum ikki bóru boð í búð. Bókin varð skjótt útseld, men varð síðan endurprentað.
Páll Holm Johannesen tekur í bókini Tey sóu reytt. Víðgongdi vinstrivongurin í Føroyum 1962-1990, upp eitt evni um politiska støðutakan og virksemi, sum fleiri ikki dáma og onnur ikki vilja kennast við, nú tey eru vorðin eldri og vísari. Uni Arge hevur enn einaferð savnað tekstir um Føroyar og føroyska samfelagið í bókini Framtíðin kallar. 50 tekstir um fólk og samfelag, og Georg L. Petersen skrivar bók um Føroyingar í kríggi. Ein frásøgn av hermótinum í Afganistan. Jú, sum tikið verður til, føroyingar hittir tú allastaðnis. Átrúnaður er framvegis týðandi partur av føroyska gerandisdegnum, og kjak og ymsar meiningar eru eisini um evnið. Framløgurnar á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum á sumri í 2011 við heitinum Er Gud deyður?, eru nú útkomnar sum greinasavn og DVD-fløga. So nú ber til at lesa og hoyra nøkur væl grundað sjónarmið um hetta evnið.
Erhard Jacobsen hevur skrivað um Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, sum fylti 30 ár í 2011. Bókin hevur heitið Søgan um okkum 1981-2011. Útvarpsmaðurin Helgi Jacobsen hevur fyri Vestmanna kommunu skrivað Vestmanna søgu, 2 stór bind, hvørt uml. 500 síður. Hjalmar P. Petersen hevur skrivað verk um nøvn í Føroyum: Hin føroyska navnabókin, og Miklagarður hevur givið út bók við matuppskriftum hjá kokkinum Leif Sørensen, sum er eitt navn í føroyskari matgerð. Bókin eitur stutt og greitt Leif Sørensen.
Tað var ein bókmentasøgulig stórhending, tá nýggj føroysk bókmentasøga í ár sá dagsins ljós. Turið Sigurðardóttir og Malan Marnersdóttir hava skrivað. Føroysk bókmentasøga, fyrsta bind røkkur frá víkingaøld til aldamótið 1900. Innihaldið er skipað í hesar partar: miðøld, skymsemisøld, upplýsingarøld, romantikkur og tjóðskaparromantikkur. Hetta fyrsta bindið er 687 síður við myndum, og helst er hetta byrjanin til útgávu, sum verður ein staðfesting av nú galdandi ástøði og vitan um føroyska bókmentasøgu.
List liggur eisini føroyingum frammarlaga í huga. Vit fegnast um okkara nógvu og góðu listafólk og skriva eisini bøkur um tey og listina. Inger Smærup Sørensen hevur skrivað bók um listakvinnuna Hansinu Iversen við undirheitinum Undurfullur ræðuleiki. Listasavnið og tann tá fráfarandi stjórin Helgi Fossadal høvdu heitt á kenda danska listfrøðingin Mikael Wivel at skriva bók um føroyska list seinastu hundrað árini. Bókin Sekel. Færøsk kunst i hundrede år var rættilig listabók vakurt prentað í stórum broti. Okkurt var kortini skrivað í bókini, sum fall summum fyri bróstið, tey mótmæltu útgávuni, og formaðurin í stýrinum mátti 8.juni 2011 senda teimum Frágreiðing um útgávuna av bókini SEKEL eftir Mikael Wivel, har hann roynir at greiða fløkjuna og sissa tey ónøgdu. Sí: http://www.art.fo/pdf/SEKEL-martin-naes.pdf
Barnabøkur Børnini eru heldur ikki við sviðusoð, tá talan er um bókaútgávur til tey. Enn sum áður koma út nógvar føroyskar barnabøkur, tær flestu týddar. Eitt av okkara kendu listafólkum, Bárður Oskarsson, hevur givið út nýggja myndabók við heitinum Flata kaninin. Hetta er bók í nøkunlunda sama frásagnar- og teknistíli sum fyrra bókin Ein hundur, ein ketta og ein mús, sum kom út fyri nøkrum árum síðan. Hetta eru barnabøkur, sum eisini hava vakt ans uttanlands.  Oddvør Johansen hevur skrivað tekstin til fittu myndabókina Hin klóka æðan. Janus á Húsagarði teknaði myndirnar. Søgan sigur frá teimum forelskaðu Evu og Bliki, sum skjótt skulu hava smá. Men so verða tey dálkað av olju, sum rekur niðan í fjørðuna, og so er tað knappliga ikki so stuttligt longur. Edward Fuglø hevur skrivað og teknað myndabókina Vampýrella, um teir báðar beiggjarnar Karl og Knút, sum eru farnir at ivast í, um systirin Ella er sum onnur, ella um hon er ein vampýrur. Helle Thede Johansen hevur skrivað framhald av røðini Tey í 5. B. Hendan bókin eitur Vinurin, og hon er eisini ein spenningssøga og viðger fyrst og fremst hetta við at børn kjatta inni á netinum og kanska ikki vita av, hvørjum tey í grundini kjatta við. Rakel Helmsdal er ein av teimum, sum hevur skrivað nakrar av søgunum í barnabókini Skrímslahæddir. Skrímslabøkurnar eru væl umtóktar, tí tær taka upp og viðgera spurningin at vera bangin og ræðast. Rithøvundarnir vóru eisini í uppskoti til íslendsku Fjøruvirðislønina.
Nývaldi ungi tingmaðurin Hanus Samró hevur givið sær stundir at skriva eina ungdómsbók: Tey bæði. Trúfesti og fullkomin friður. Bergljót av Skarði ummælir hesa fyrstu skaldsøguroyndina hjá Hanusi í blogginum hjá sær: http://b-av-s.blogspot.com/2011/12/tey-bi-trufesti-og-fullkomin-friur.html
Áður nevnda Rakel Helmsdal hevur eisini skrivað tónleikaævintýrið Veiða vind, sum er komið út bæði sum bók og á fløgu, har Anfinnur Heinesen lesur søguna, og Føroya Symfoniorkestur spælir við Bernhardi Wilkinson sum orkesturleiðara. Við orðum og tónum leiðir søgan lesaran inn í tónleikaævintýrið um trý systkin, tær fýra árstíðirnar, ein dreka, eina álvagentu og eina bjørn. Ætlanin við hesum tiltakinum er eisini at læra børn at lurta eftir klassiskum tónleiki, og tað man treingja til, tí nú hoyrist næstan bara poppur í miðlunum.
Umframt nevndu útgávurnar koma eisini út nógvar skúla-, lesi- og lærubøkur. So tað skrivandi fólkið situr í hvussu er ikki hendur í favn.
Vencil Tíðarritið Vencil kom út á 10. sinni í 2011, og hetta er eisini fimta árið hjá skaldskaparritinum Vencli, sum eisini kom út á enskum. Ritstjórn Vencils hevði tá í longri tíð fingist við at fáa týtt nakrar av teimum bestu tekstunum til enskt, og teir komu so út nú.
70 ára føðingardagar Landsbókasavnið hátíðarhelt tveir 70 ára føðingardagar hjá kendum føroyskum rithøvundum. 12. september 2011 fylti rithøvundurin Gunnar Hoydal 70 ár, og tá var samkoma á Lanndbókasavninum við røðum og tónleiki. Sí myndir og skrá á: http://www.flb.fo/gunnar-hoydal-70-a-landsbokasavninum.html Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum, beyð vælkomin. Lesið tað, hann segði her: http://erhjac.wordpress.com/2011/09/23/ger-verdina-til-skaldskap/
Á haldinum fyri Gunnari legði Bókadeildin fram nýggju útgávuna og eina skreytútgávu av Huckleberry Finn eftir Mark Twain, sum Gunnar Hoydal týddi úr enskum. Upprunaútgávan er frá 1884. Nakað av kjaki tók seg upp í sambandi við útgávuna, tí Gunnar hevði brúkt heitið nekari fyri tey svørtu, men tað spældi vist væl av.
Mikukvøldið 2. november skipaði Landsbókasavnið fyri hátíðarhaldi fyri rithøvundinum Oddvør Johansen, sum fylti 70 ár 30. oktober. Tað ber til at lesa nakrar av fyrilestrunum frá haldinum her á heimasíðuni hjá Landsbókasavninum: http://www.flb.fo/Tidindi/hatiearhald-fyri-odvor-johansen.html
Virðislønir Úti í heimi hendir eisini okkurt viðhvørt. Kendi poeturin, tónleikarin og sangarin, Bob Dylan, sum hevur verið í uppskoti til virðislønina hjá Nobel í bókmentum, fylti 70 í hesum árinum. Hann fekk tó ikki virðislønina, sum hann sjálvandi hevði uppiborið, men varð hon hesaferð latin svenska stórskaldinum 80 ára gamla Tomas Tranströmer.
 Íslendendingurin Gyrðir Elíasson fekk í 2011 bókmentavirðislønina hjá Norðurlanda Ráðnum fyri stuttsøgusavnið Milli trjánna. Fyri Føroyar var Tóroddur Poulsen í uppskoti fyri yrkingasavnið Útsýni.
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanarlig avrik varð í ár latin Jógvani Isaksen fyri virki hansara til frama fyri føroyska bókaútgávu. Jógvan hevur seinastu mongu árini staðið á odda í Mentunargrunni Studentafelagsins. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2011 varð latin Nicolinu Jensen Beder fyri bókina Seyður ull og tøting, og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2011 fór til Føroya Symfoniorkestur. Í grundgevingini varð m.a. sagt, at ”í eini aldargamlari kvæðamentan og eini livandi sangmentan hevur Føroya Symfoniorkestur við nýhugsan savnað føroysk børn til tónleikaligar heildarupplivingar". Handanin fór fram á haldi í Müllers Pakkhúsi síðst í september.
Í desember varð kunngjørt hvør fekk Mentanarvirðisløn Landsins, Heiðursgávu Landsins og Virðisløn til ungt listafólk 2011. Mentanarvirðislønin verður latin Jóanesi Nielsen, rithøvundi, Heiðursgáva Landsins verður latin eldsálini og tónasmiðinum, Kristiani Blak, og Virðislønina til ungt listafólk 2011 fær tann 25-ára gamli, evnaríki skopuningurin, filmslistamaðurin Sakaris Stórá. Virðislønirnar verða handaðar 15. januar 2012.
Marjun Syderbø Kjelnæs fekk virðislønina hjá Norðurlendska Skúlabókavarðafelagnum fyri bókina skriva í sandin. Lesið grundgevingina her http://n-s-f.ismennt.is/pris/Nordisk%20b%C3%B6rnebogspris%202011.pdf
Herfyri frættist eisini, at stuttsøgusavnið Gullgentan eftir Hanus Kamban, sum Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út í 2010 er innstillað til Bókmentavirðislønina hjá Norðurlanda Ráðnum í 2012. Kirsten Brix hevur í tí sambandi týtt hana til danskt: Guldpigen.
Á bókastevnu í Frankfurt Stóra bókastevnan í Frankfurt var 12.-16. oktober, og føroyskar bøkur vóru væl umboðaðar. Føroyar høvdu fingið serliga innbjóðing at vera við til stevnuna, nú tað var fyrstu ferð, at eitt norðurlendskt land - Ísland - var heiðursgestur. Ein úrvalsnevnd, sum Mentamálaráðið setti, valdi út hesar bøkurnar, sum skuldu sýnast fram á stevnuni:
Skaldsøgur: Carl Jóhan Jensen: Ó, søgur um djevulskap, 2005 Jóanes Nielsen: Glansbílætasamlararnir, 2005 Gunnar Hoydal: Undir Suðurstjørnum, 1991 Oddvør Johansen: Í morgin er aftur ein dagur, 1999 Jógvan Isaksen: Norðlýsi, 2009 Yrkingasavn: Tóroddur Poulsen: Útsýni, 2010 Stuttsøgusøvn: Sólrun Michelsen: Tema við Slankum, 2007 Hanus Kamban: Pílagrímar, 2001 Barnabók: Bárður Oskarsson: Ein hundur, ein ketta og ein mús, 2004 Yrkisbók: Andras Mortensen: Hin føroyski róðrarbáturin, 2000
So er bara at vóna, at týsku og útlendsku forløgini fáa eyguni upp fyri føroyskum bókmentum.
Rithøvundafelag Føroya helt annars árliga bókadagin 13. november 2011 í Norðurlandahúsinum.
Bókavarðafelagið 25 ár Í ár vóru tað 25 ár síðan, Bókavarðafelagið varð stovnað. Felagið skipaði tí 12. november fyri stevnu í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Á skránni vóru fyrilestrar og kjak um leiklut og menningarmøguleikar hjá føroyskum bókasøvnum. Høvuðsrøðari á tiltakinum var Henrik Jochumsen, lektari í Innovativ Biblioteksudvikling á Det Informationsvidenskabelige Akademi í Danmark. Eisini vóru styttri innlegg frá Maluni Marnersdóttir, professara í bókmentum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, Anniku Egholm, leiðara á Klaksvíkar bókasavni, Svend Højgaard, leiðara á Býarbókasavninum í Havn og Erhardi Jacobsen, leiðara á Føroya Landsbókasavni. Ein avgerandi spurningur at svara hjá bókasøvnunum og bókavørðunum er, hvussu fóta vit okkum og skipa arbeiðið í vitanar- og upplivingasamfelagnum?
Nýggj borgarlig landsstýrissamgonga Samgongan millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin varð skipað 14. november 2011, og vit fingu nýggjan mentamálaráðharra, norðingin Bjørn Kalsø, politikari, bóndi og lærari. Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum, skrivaði nýggja ráðharranum hesa heilsan: http://erhjac.wordpress.com/2011/11/18/heilsan-til-nyggjan-radharra/
 Eitt danskt føroyskt forlag Áhugavert hevur annars verið at fylgja við nýggja føroyska forlagnum Torgard, sum hevur heimstað í Danmark. Forlagið varð stovnað í 2008 við tí endamáli at geva út danskar umsetingar av føroyskum bókmentum. Og forlagið hevur havt eydnuna við sær í Danmark og fingið bøkur ummældar í stóru donsku bløðunum. Hugin Eide er forlagsbossur. Hann er úr Havn og bókavørður og starvast á Dansk BiblioteksCenter (DBC) í Ballerup.
Okkurt at finnast at og fegnast um Tað ber altíð til at finnast at onkrum. Eitt nú at bókmentirnar ongan góðan hava í miðlunum. Ov lítið verður ummælt, men tíðirnar broytast, og ongin hevur ráð til nakað longur, allarminst bankar og stórfyritøkur. Hvussu skal tað so verða hjá hart sperdum miðlum, almennum og privatum? Men listin hevur sín blogg, http://listinblog.blogspot.com/ so kanska bókmentirnar áttu at havt sín?
Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum, skrivar annars nakrar hugleiðingar um ummæli í blogginum hjá sær, og hann viðger m.a., hvat tað hevur at siga fyri arbeiðið hjá bókasavninum, at nú er Gud og hvør maður sín egni útgevari: http://erhjac.wordpress.com/2011/11/15/ummaeli-er-ikki-tad-tey-voru/
Og 29. desember kundi Portalurin annars kunngerða, at fólkið nærum einmælt hevði atkvøtt fyri sanginum Vanju, sum sostatt vann heiðurin sum ársins sangur á Planet Awards 2011. Lagið og orðini eigur sangarin Jákup Eli Joensen. Nakað stórt skaldaverk er neyvan talan um, men lætt og skemtiligt er, og soleiðis fáa øll sítt.
Og árið var ikki enn ordiliga runnið, tá skaldið Jóanes Nielsen í Degi & Viku vildi vera við, at hann og hini skaldini nú kundu samanberast við kirkjurnar og samkomurnar, tí skaldini og skaldskapurin søgdu fólkinum meira enn átrúnaðurin. Fólk leita eftir svari á lívsins stóru spurningar í listini og skaldskapinum. Helst hevur Jóanes grein í sínum máli, men tað vardi okkum ikki, at Jóanes nakrantíð skuldi fara í kragan.
Við hesum ynskir Landsbókasavnið øllum eitt gott nýggjár, ella bókanýggjár.
Gamlaárskvøld 2011. |