Forsíða Tænastur Tíðindi frá FLB Landsskjalasavnið 75 ár
Landsskjalasavnið 75 ár PDF Print E-mail
(Gomul tíðindi) Innbjóðing til evnisdag í Norðurlahdahúsinum.
Evnisdagur “Varðveiting av vitan – møguleikar og avbjóðingar” í Klingruni í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 31. august 2007.

Hví varðveita?
Okkara týdningarmesta tilfeingi er vitan. Tað er hon sum fær samfelagið at virka og mennir tað, búskaparliga eins væl og fólkaræðisliga. Vitan er vorðin ein alsamt vaksandi partur av nútímans samfelagnum. Hendan gongdin hevur við sær, at einstaklingar í vaksandi mun missa yvirlitið yvir samlaðu vitanina. Fyri at bøta um hetta, verður vitan niðurfeld í skjøl, so at hon kann førast víðari, og koma øðrum til góðar. Sostatt verða skjølini berarar av vitan millum menniskju yvir tíð og stað. Hesi skjøl mugu tí verjast og varðveitast, til gagns fyri alt samfelagið, bæði í samtíð og í framtíð.

Endamál
Endamálið við evnisdegnum er at viðgera tørvin á varðveiting av skjølum, og at vísa á teir møguleikar og tær avbjóðingar, sum eru í sambandi við varðveiting. Serliga kann nevnast talgilda (digitala) varðveitingin, sum bæði gevur nýggjar og betraðar møguleikar fyri varðveiting, men samstundis hevur við sær avbjóðingar og trupulleikar.

Málbólkur
Evnisdagurin er ætlaður bæði almennu umsitingini og føroyska vinnulívinum, men vendir sær serliga til leiðarar og stjórar ella fólk við ábyrgd fyri samskifti og journalviðurskiftum.

Tíð                               
Fríggjadagin 31. august 2007 frá kl. 13.30 til 17.00 

Stað                                
Klingran í Norðurlandahúsinum 

Kostnaður                          
400 kr. fyri hvønn. Íroknað kaffi/te, heimabakað køka og frukt 

Tilmelding                 
Við telduposti: This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it innan fríggjadagin 24. august. Goldið verður beinleiðis á kontu í Eik 9181 163  8140   Kvittan verður roknað sum atgongumerki fyri tiltakið. Tilmeldingin er bindandi. Avmarkað luttøka. Er annað tygum vilja vita um tiltakið, ber til at venda sær til Landsskjalasavnið á tlf. 316677 ella 218039. Sí hjáløgdu skrá, og les eisini http://www.lss.fo/


Evnisdagur“Varðveiting av vitan – møguleikar og avbjóðingar”
í Klingruni í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 31. august 2007
 

 

Kl. Evni Fyrilesari
13.30

“Afleveringsprocedurer for elektroniske arkiver”

 
Anders Bo Nielsen
 14.15

“Langtidsbevaring af elektroniske registre i Ísland - Et pilotprojekt”

Eíríkur G. Guðmundsson
14.45 Steðgur   
15.00

“Fra papir til elektroniske arkiver – Erfaringer fra Kaupthing Ísland”

Þorstein Másson
15.30 ‘Varðveiting av vinnulívssøvnum í Føroyum”  Olaf Olsen
16.00 “Varðveiting í Føroyum – er keldugrundarlagið í vanda?”  John Kjær
16.30-17.00 Uppsamling og kjak  Pallborð
  
Anders Bo Nielsen starvast á danska Ríkisskjalasavninum, og er leiðari av ‘Metode-sektionen’. Síðani mitt í 1990-árunum hevur hann, saman við umleið 30 øðrum serfrøðingum, arbeitt fyri at loysa spurningin um framtíðarvarðveiting av KT-savnindum í Danmark. Anders Bo ferðast um allan heim, at halda fyrilestrar um donsku KT-varðveitingina, sum verður rokna sum ein hin fremsta í heiminum.
Eíríkur G. Guðmundsson starvast á íslendska Tjóðskjalasavninum. Hann er leiðari av KT-deildini, sum seinastu árini hevur nýtt stóra orku í at leggja til rættis eina strategi fyri varðveiting av KT-savnindum í Íslandi. Eíríkur er eisini leiðari fyri útgávu- og kunningarvirksemi Tjóðskjalasavnsins.
Þorsteinn Tryggvi Másson starvast hjá Kaupthing í Íslandi. Hann er leiðandi savnsvørður hjá ‘KB-Banki’ í Íslandi. Seinastu 4 árini hevur hann m.a. arbeitt við spurninginum um varðveiting av KT-savnindum hjá Kaupthing í Íslandi.
Olaf Olsen er vinnulívsmaður, við drúgvum royndum, bæði innan fiskivinnu og aðra vinnu. Hann hevur m.a. stovnað ‘Betafiles’, sum er eitt av størstu skjalasøvnunum innan føroyska vinnu í dag, og sum m.a. hevur til endamáls at virka fyri at betra um møguleikarnar fyri vinnufremjandi gransking.
John Kjær starvast á Landsskjalasavninum, har hann er skjalavørður. Hann arbeiðir m.a. við eftirliti av journalum og skjalagoymslum hjá almennum stovnum. John undirvísir eisini í journalføring. John hevur seinastu árini verið samskipari av kanningum Landsskjalasavnsins, um støðuna innan varðveiting av almennum søvnum í Føroyum.
 
EBI
E-tilfeingi
Ljóðbøkur
Tíðarrit
Uppgávuhjálp