Forsíða Tænastur Tíðindi frá FLB Lars Moa fær norðurlendska heiðursløn
Lars Moa fær norðurlendska heiðursløn PDF Print E-mail
Týðarin Lars Moa úr Noregi hevur í apríl í ár fingið norðurlendska heiðursløn fyri týðingar sínar úr føroyskum til norskt.


Tað er heiðurslønin Sokneprest Alfred Andersson-Rysst pris, sum er latin Lars Moa, og í grundgevingini verður m.a. sagt at: Arbeiðið hjá Lars Moa er ‘eitt týðarabragd' og 'eitt stórarbeiði'.

Seinastu árini hevur Lars Moa gjørt eitt stórarbeiði at týða føroyskar samtíðar bókmentir til nýnorskt. Hann er tann týðarin, sum hevur gjørt mest við at breiða kunnleika um nýggjar føroyskar bókmentir út um klettarnar. Higartil hevur hann týtt 16 bøkur úr føroyskum til nýnorskt, umframt at hann hevur týtt stuttsøgur og yrkingar.

Tá ið týðingin av Ó eftir Carl Johan Jensen kom út á norskum, helt ummælari á norska blaðnum VG, at Lars Moa hevði uppiborið eina heiðursløn fyri arbeiðið. Carl Johan Jensen er kendur fyri at hava sítt egna mál, hann eksperimenterar, brúkar elligomul orð og smíðar nýggj orð. At endurskapa henda málheim er eitt avrik langt út um sjálvt tað besta av tí, mangir av teimum bestu týðarunum vága sær undir.
Tað er bæði henda týðingin og eisini allar hinar týðingarnar, Lars Moa hevur gjørt, sum hevur gjørt, at hann fær heiðurslønina.

Í nýggjari tíð hevur Lars Moa týtt bøkur eftir m.a. Jóanes Nielsen og Carl Johan Jensen. Hann hevur eisini týtt eina bók, sum Bókadeildin gav út í 1995. Tað er bókin Tey kalla meg bara Hugo eftir Rakel Helmsdal. Hon kom út á norskum í 2009.

Heiðurslønin Sokneprest Alfred Andersson-Rysst og hustru Solveigs fond er ein heiðursløn, sum verður givin fyri at styrkja bondini millum Noreg, Føroyar og Ísland.
kelda: www.bfl.fo

 

 
EBI
E-tilfeingi
Ljóðbøkur
Tíðarrit
Uppgávuhjálp