Mario Vargas Llosa fær Nobelvirðislønina í bókmentum
Nobelvirðislønin í bókmentum varð í dag tillutað Mario Vargas Llosa úr Peru. Hann er føddur í 1936 og gav fyrstu bók sína út í 1959. Umframt at vera rithøvundur, er hann eisini ritroyndahøvundur, tíðindafólk og bókaummælari.
Mario Vargas Llosa hevur eisini verið politiskt virkin síðan í sekstiárunum, og í 1990 stillaði hann upp til peruanska forsetavalið, men tapti móti Alberto Fujimori, sum seinni varð dømdur í seks ára fongsul fyri brot á mannarættindini. Hetta er fyrstu ferð í seks ár, at Nobelvirðislønin í bókmentum verður latin einum rithøvundi uttan fyri Europa. Les grundgevingarnar hjá Nobelvirðislønarnevndini her.