Dómsnevndin í norðurlendska skúlabókavarðafelagnum hevur á fundi í Keypmannahavn gjørt av, at Norðurlendska barnabókavirðirlønin 2011 skal fara til Marjuna Syderbø Kjelnæs fyri ungdómsbókina Skriva í sandin, sum varð givin út av Bókadeild Føroya Lærarafelags í fjør.
Virðislønin, sum er 15.000 kr., verður handað á summarráðstevnuni hjá norðurlendsku skúlabókavørðum í Stenungsund í Svøríki tann 17. juni í ár.
Skriva í sandin er ein sokallaður stuttsøguringur fyri ung. Har eru 10 stuttsøgur, sum hava hvør sín høvuðspersón. Tíðin og staðið er eitt vikuskifti í Havn. Skriva í sandin lýsir við djúpari innliving tíggju vanlig, føroysk ungfólk, sum tey liva lív teirra í dag, 2010 - við teimum hugsanum, ynskjum, longslum og kenslum, sum tey hava. Teir tíggju høvuðspersónarnir, 5 dreingir og 5 gentur, eru millum 16 og 20-21 ár.
Stuttsøgurnar greiða hvør sær frá, hvussu hesi ungu fyrireika seg til eitt ávíst vikuskifti. Í øllum søgunum eru flashbacks, sum geva lesaranum størri fatan av hvørjum høvuðspersóni sær og sambandinum og "lagnufelagsskapinum" teirra millum. Øll hava ikki sjónligar leiklutir í lívinum hjá hvørjum øðrum, men kortini krossast lagnur teirra í hesum samansettu søgunum um ungdómslívið í Havn í dag. Sjónarhornið skiftir frá søgu til søgu, soleiðis at vit sum lesarar uppliva hendingarnar sæddar frá høvuðspersóninum.
Tey ungu berjast við somu trupulleikar sum ung aðrastaðni: forelskilsi, øvundsjúku, vinabond, gentu, dreingir, etingarólag, harðskap, happing, misnýtslu, sex, homoseksualitet, foreldur. Marjun vísir í søgunum, at hon torir viðgera trupulleikar, sum annars ikki hava verið lýstir serliga væl í føroyskum ungdómsskaldskapi. Hon skrivar beinleiðis til tey ungu - brúkar eitt lætt gerandismál, sum tey ungu kenna seg aftur í.
Marjun Syderbø Kjelnæs, sum hevur skrivað stuttsøguringin, er fødd í Havn í 1974. Marjun er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, men hevur seinastu árini skrivað burturav. Í 2009 fekk Marjun játtað starvsløn í 3 ár frá Mentanargrunni Landsins.
Útgávur: 2001 Kópakona í Mjørki í heilum 2004 Ein farri av kolvetni 2006 Tað svarta portrið í Míni jólabók 2007 Og tú fert rennandi í Vencili 2 2007 Hvør fjalir seg í postkassanum? 2008 Hvør fjalir seg í ferðataskuni? 2009 Hvør fjalir seg í smúkkuskríninum? 2010 Skriva í sandin 2010 Stuttsøgan Skriva í sandin í Elskar - elskar ikki
Virðislønir: 2001 Listastevna Føroya, 2. virðisløn 2002 Listastevna Føroya, 1. virðisløn 2004 Gávugóðs úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum 2008 Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs 2008 Virðisløn í stuttsøgukapping fyri ungdóm
Hinar bøkurnar, sum vóru innstillaðar til Norðurlendsku barnabókavirðislønina 2011 vóru: úr Finnlandi: Konrad och Kornelia (2010) eftir Katarina von Numers-Ekman (tekstur) och Christel Rönns (myndir) úr Svøríki: Saker som aldrig händer eftir Johanna Lindbäck (Rabén & Sjögren 2010) úr Noregi: Tonje Glimmerdal eftir Maria Parr (Det Norske Samlaget 2009) úr Danmark: Idiot! eftir Oscar K og Dorte Karrebæk (Høst & søn 2009) úr Íslandi: Bedstemor Huldas bibliotek eftir Thórarinn Leifsson (Torgard 2010) (íslendsk útgáva: Bókasafn ömmu Huldar)
Virðislønin, sum er 15.000 kr., verður handað á summarráðstevnuni hjá norðurlendsku skúlabókavørðum í Stenungsund í Svøríki. Handanin verður 17. juni. Tað er NSF, Nordens Skolebibliotekarforening, sum býtir virðislønina út. Í NSF eru umboð fyri skúlabókavørðir í Finnlandi, Svøríki, Noregi, Danmark, Íslandi og Føroyum. Dómsnevnin hevur í ár verið mannað av Susann Etzell (FI), Katarina Wallman (SV), Øystein Norvoll (NO), Karen Odegaard (DK), Tóra Jónsdóttir (ÍS) og Solveig Debess (FO).
Kelda: portal.fo |