Forsíða Tænastur Tíðindi frá FLB Nýggjur landsbókavørður
Nýggjur landsbókavørður PDF Print E-mail

(Gomul tíðindi) Mentamálaráðið hevur sett Marjuna Patursson í starvið sum landsbókavørður.

Marjun Patursson er 54 ára gomul og útbúgvin bókavørður frá Statens bibliotekskole í Oslo. Á master útbúgvingini í bókasavns- og kunningarvísund við Danmarks Bibliotekskole hevur hon staðið modulini vitanarskipan og bókasavnsleiðslu.

 

Tá landsbókavørðurin seinastu nógvu árini, Martin Næs, í desember 2007 tók við deildarstjórastarvi í Mentamáladeildini á Mentamálaráðnum, varð Marjun Patursson, sett sum virkandi landsbókavørður.

Hon hevur verið í starvi sum bókavørður á Føroya landsbókasavni síðan 1982. Í tveimum umførum hevur hon verið avloysari fyri 1. bókavørð og í tveimum umførum verið virkandi landsbókavørður. Harumframt var hon leiðari fyri verkætlanina at samskipa føroysku bókasøvnini í felags bókasavnsskipanina Bókasøvn.fo.

Í 2008 varð Marjun Patursson tilnevnd sum limur í Føroya vísindaráð.

Marjun Patursson tekur við starvinum beinanvegin.

  unece uneca worldehealth forex hiv videos holiday turkey norway tourism health conference healthmin porno izle porno izle xxx pornolar
EBI
E-tilfeingi
Ljóðbøkur
Tíðarrit
Uppgávuhjálp