Forsíða Tænastur Tíðindi frá FLB Nýtt tilfar 12. aug. 2008
Nýtt tilfar 12. aug. 2008 PDF Print E-mail

Mannen som dog som en laxMannen som dog som en lax / Mikael Niemi. - Stockholm : Norstedts, 2006. - 335 síður


Krimi. Ein gamal trútin pensjonistur verður funnin myrdur í heimi sínum. Theresa Fossnes frá løgregluni í Stokkhólmi verður leiðari fyri rannsóknini. Illgruni er skjótt til ein ávísan mann, og samtíðis broytist søgugongdin frá krimi til kærleikssøgu við forðingum.
[Sí um bókin er tøk]

 

 
 

 

 The education of a comics artist

The education of a comics artist : visual narrative in cartoons, graphic novels, and beyond / Michael Dooley og Steven Heller. - New York : School of Visual Arts, 2005. - 265 síður.

Um kynstrið at tekna og siga frá søgum við myndum. Teknirøðir, skemtitekningar, teknifilmar, handilsskap, frálæru og annað mangt verður nomið við í hesum savni av ritroyndum.
[Sí um bókin er tøk]

   
 Verdenslitteratur

Verdenslitteratur : den vestlige tradisjonen / Jon Haarberg, Tone Selboe og Hans Erik Aarset. - Oslo : Universitetsforlaget, 2007. - 587 síður.

Um ta vesturlendsku hevdina innan heimsbókmentirnar.
[Sí um bókin er tøk]

   
 Berlinaraspirnar : skaldsøga

Berlinaraspirnar : skaldsøga / Anne B. Ragde ; Jákup í Skemmuni týddi. - [Svendborg] : Nýlendi, 2007. - 295 síður.

Søgan er um tríggjar brøður. Margido Neshov er gamal drongur, miðskeiðis í fimmtiárunum og biðimaður í Tróndheimi. Á ættargarðinum uttan fyri býin býr eldri bróðirin, Tori, saman við tí gomlu mammuni, tí kúgaða og tigandi pápanum og øllum svínunum. Í Keypmannahavn býr triði bróðirin, Erlendur, sum er samkyndur og rýmdi ungur. Hann er vindeygadekoratørur og býr saman við einum manni. Teir tríggir hittast aftur, tá mamman liggur at doyggja, og nú kemur ymiskt fram, sum hevur verið dult.
[Sí um bókin er tøk]

   
 Svørðberin

Svørðberin / Ragnheiður Gestsdóttir ; Laurina Niclasen týddi. - [Tórshavn] : Føroya lærarafelag, 2007. - 222 síður.

Søga fyri ung. Signý liggur í koma, og eingin veit, um hon nakrantíð fer at vakna aftur. Tey vita heldur ikki, at meðan hon liggur og svevur, er hon í øðrum heimi, har hon eitur Leda og skal loysa eina trupla uppgávu til tess at bjarga álvum undan harðræði.
[Sí um bókin er tøk]

  unece uneca worldehealth forex hiv videos holiday turkey norway tourism health conference healthmin porno izle porno izle xxx pornolar
EBI
E-tilfeingi
Ljóðbøkur
Tíðarrit
Uppgávuhjálp