|
Nýtt tilfar 16. nov. 2007 |
|
|
|
|
Umskapanin / Franz Kafka ; Agnar Jógvansson týddi. [Kbh.] : Eksil, 2007. - 60 síður
Ein morgun vaknar Gregor Samsa úr marrudreyminum og varnast, at hann í song síni er umskaptur til eitt stórt skordýr. Ein mynd av fremmandagerðini, sum modernisman hevði við sær. Umskapanin er kendasta verkið hjá Kafka, og eitt tað kendasta í 20. øld. [Sí um bókin er tøk]
 |
Føroya mál á manna munni:móðurmálið og málrøkt / André Niclasen ; lagt til rættis: Regin Eikhólm, André Niclasen ; tekningar Óli Petersen. -[Tórshavn] : Læribókaforlagið, 2007. - 272 síður
Savn við greinum og viðmerkingum um føroyskt mál, og spurnartekin verður sett við tann almenna málpolitikkin. Áður prentað í Málteiginum í Sosialinum 1992-1998. [Sí um bókin er tøk] |
|
|
 |
Spegilsmyndir / Valdemar á Løgmansbø. - [Miðvági] : [V. á Løgmansbø], 2007. - 63 síður
Savnið er býtt upp í tríggjar partar við heitunum Innansjónir, Líkindi og Sindr. Yrkingarnar eru heimspekiligar hugmyndir, ið verða lýstar bæði speiskliga, skemtiliga, hugvekjandi og romantiskt. “Spegilsmyndir” er annað yrkingasavnið hjá Valdemar á Løgmansbø. [Sí um bókin er tøk]
|
|
|
 |
Undir egið borð / Halldór Laxness ; Þóra Þóroddsdóttir og Martin Næs týddu úr íslendskum. - [Vestmanna] : Sprotin, 2007. - 436 síður
Bjartur í Ljósagerði, bóndi uppi á Norður-Eysturlandinum, er ein ágrýtin, treiskur og støðufastur maður, ið ikki bakkar ein tumma fyri nøkrum. Hvørki fyri yvirvaldinum ella teimum hægru maktunum, í stríðnum fyri sjálvræði og frælsi. [Sí um bókin er tøk] |
|