Forsíða Um Landsbókasavnið Søga og endamál
Søga og endamál PDF Print E-mail

 

FLBFøroya landsbókasavn varð stovnað í 1828 sum sjálvsognarstovnur. Við heimastýrislógini (1948) var bókasavnsmálið yvirtikið sum føroyskt sermál, og Føroya landsbókasavn kom undir landsstýrið og virkar í dag eftir løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2001, sum broytt við løgtingslóg nr. 148 frá 20. desember 2005. 

Høvuðsendamálið er:

  • at savna allar føroyskar bókmentir og so mikið sum gjørligt av bókmentum um Føroyar
  • at taka ímóti skylduavhendingini av útgivnum føroyskum verkum
  • at skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um hetta og annað tilfar
  • at skipa fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni
  • at hava handritadeild
  • at vera føroysk skrivstova í sambandi við altjóða skráseting av bókum, tónleiki og tíðarritum
  • at umsita tær uppgávur, ið álagdar eru Bókastovuni

Sambært bókasavnslógini er lógfest skylda at lata Føroya landsbókasavni til avgreiðslu 4 eintøk av teimum verkum, ið verða givin út í Føroyum. Avhendingarskyldan áliggur tí, sum framleiðir liðug eintøk til útgávu. Tá ið tað snýr seg um útgávu, har eintøkini av verkunum eru framleidd uttanlands, hevur útgevarin avhendingarskyldu.

Í sambandi við Føroyadeild savnsins verður á hvørjum ári føroyskur bókalisti gjørdur. Hetta er ein skráseting av øllum útgivnum skrivligum tilfari Føroyum viðvíkjandi. Eitt eintak av øllum hesum tilfari verður varðveitt fyri seg á Føroyadeildini, og um neyðugt kann tað lænast á lesistovuna. Føroyadeildin er býtt sundur í fleiri partar: t.d. handritadeild, smáprentsdeild og blað- og tíðarritsdeild.FLB


Verður spurt eftir tilfari, sum Landsbókasavnið ikki hevur, verður roynt at kanna, um hetta tilfarið er á øðrum stovni í landinum, og - um tað ber til - at læna tað haðani. Er henda leiting úrslitaleys, verður funnið fram til, hvaðani í útlondum tilfarið fæst til láns ella kann útvegast, og síðan verður tað bílagt um telduskipanina. Í sambandi við fyrispurningar er tað týdningarmikið, at starvsfólk savnsins fáa so nógvar, rættar og viðkomandi upplýsingar sum gjørligt. Hetta styttir munandi um avgreiðslutíðina.

Umframt Landsbókasavnið eru 27 fólka- og skúlabókasøvn í Føroyum. Landsbókasavnið keypir og skrásetir bøkur fyri tey flestu av hesum bókasøvnunum.

Bókasavnslógin frá 2002 er eisini galdandi fyri fólka- og skúlabókasøvn landsins, haraftrat er hon galdandi fyri bókasøvnini á vinnu- og miðnámsskúlunum og í hægri undirvísingarstovnum, hesi eru 9 í tali.

  unece uneca worldehealth forex hiv videos holiday turkey norway tourism health conference healthmin porno izle porno izle xxx pornolar
EBI
E-tilfeingi
Ljóðbøkur
Tíðarrit
Uppgávuhjálp