Innihaldið er skipað í:
1. Leiktitlar eru lættari at minnast enn høvundar.Leiktitlar
Høvuðsskrá: [ A - G ] [ H - M ] [ N - Z ]
2. Høvuðsskráin er sett upp í stavrøð eftir:
Flestu leikritini á Landsbókasavninum (FLB) eru frá seinastu
30 árunum.
Við leikrit, sum eru í handritasavninum á FLB, er
viðmerkt handritanummar (dømi: E-314-b).
Har, tað hevur borið
til, er upplýst, hvussu mangir (Kvinnuligir og Mannligir)
leikarar eru í leikinum.
Fleirstaðni er sett við, hvørt leikur
er Barna- og ungdómsleikur, Skemtileikur ella Útvarpsleikur.
Somuleiðis nær og hvar leikur varð framførdur - har eg havi
fingið hetta upplýst.
Dømi: Hvn 1893,32; Sndv 2? = leikurin er
spældur í Havn í 1893 og 1932 og í Sandavági í 1920árunum.
Árstølini í hesi øld eru skrivað við teimum báðum aftastu
tølunum (93 = 1993).
Er seinna talið ivasamt, stendur ? í
staðin.
Stendur ? aftanfyri talið, t.d. 27?, merkir tað, at
leikurin er spældur umleið 1927.
Sí annars styttingar.
Nøkur av hesum nevndu leikritum fáast helst ikki til láns - okkurt finst ikki longur.
Fólk kunnu venda sær beinleiðis til
Landsbókasavnið (tlf. 11626), sum eisini hevur væl
av
útlendskum leikum, umframt bókmentir um leiklist yvirhøvur,
leiklistasøgu, pallgerð,
uppseting av leikum osfr.
MáF-
skrivstovan hevur eisini nakað av tilfari, og er altíð til
reiðar við ráðum og leiðbeiningum.
Vit hjálpa eisini við at
finna fram og útvega leikir. Ringið tlf. 15624.
Í Havn 19. oktober 1996
MEGINFELAG ÁHUGALEIKARA FØROYA
Sverri Egholm
+o = og onnur (leikfólk, høvundar) & = og, saman við b = barn/børn B = barnaleikur E = handritasavnsmerking á FLB F = handritasavnsmerking á FLB FLB = Føroya Landsbókasavn Fu = í Fuglafirði FuS = Fuglafjarðar Sjónleikarafelag Gø = í Gøtu HK = í Havnar Klubba (Teatursalinum) Hósv = í Hósvík HS = Havnar Sjónleikarfelag Hvlb = í Hvalba Hvlv = í Hvalvík Hvn = í Havn K = konufólk Kl = í Klaksvík Kolf = í Kollafirði KS = Klaksvíkar Sjónleikarafelag Kví = í Kvívík LF = Leikarafelag Føroya M = mannfólk Miðv = í Miðvági NH = (í) Norðurlandahúsinum Nóls = í Nólsoy osfr. = og so framvegis S = skemtileikur s. = síða/blað/síður Sa = á Sandi Sjónl = (í) Sjónleikarhúsinum, Havn Skop = í Skopun Sndv = í Sandavági Str = á Strondum Sørv = í Sørvági TK = Tingakrossur (:árstal: nummar) Tvør = á Tvøroyri Ú = útvarpsleikur Ums. = umsett hevur Útg. = útgivin/útgáva/útgevari Vá = í Vági Varð = í tíðarritinum Varðanum (:bind:síðu) VáS = Vágs sjónleikarafelag Vlb = á Velbastað Vstm = í Vestmanna