Nógvar av hesum ritgerðum viðgera føroysk viðurskifti, ið lítið ella einki eru viðgjørd áður, og tí er hetta tilfarið ofta sera virðismikið og kærkomið hjá teimum, ið vilja hava føroysk viðurskifti lýst á vísindaligan hátt.
Lánararnir verða gjørdir varugir við, at talan er um handrit, ið ikki eru útgivin, og at lánarin bara
við vælvild frá rithøvundunum kann lesa hesar ritgerðir.
Tí er tað eisini ein avgjørd treyt, at loyvi bert er at endurgeva úr ritgerðunum,
tá ið víst verður til kelduna.
10. januar 1996