Elektroniskar Bókasavnstænastur á Interneti - EBI

ALFRØÐIR & HANDBØKUR

• BRITANNICA
Gamla enska alfrøðin í nýggjari dagførdari útgávu.

• EUROPA WORLD PLUS
Netútgáva av "Europa World Yearbook" og "Europa’s Regional Surveys of the World", sum inniheldur stórar greinir um allar heimspartarnar, skrivaðar av serfrøðingum. Um politisk, búskaparlig, átrúnaðarlig, umhvørvislig og onnur viðurskifti í øllum londum heimsins. Greinirnar um londini eru meiri umfatandi enn í prentaðu útgávuni av "Europa World Yearbook".

• OXFORD ART ONLINE
Henda handbókin um list er heimsins einasta víðfevnda handbók um list. Hon fevnir um alla visuella list frá forsøguligari tíð til í dag.

• OXFORD MUSIC ONLINE
Oxford Music Online er internettøk handbók um at kalla allan tónleik.

• FAKTALINK
Í greinunum er inngangur til og kunning um aktuell og klassisk evni, leinki til víðari lesnað á Internetinum og tilvísingar til myndlýsingar, greinir, bøkur, sjónvarps- og útvarpsinnsløg og annað um eitt ávíst evni.

• FORFATTERWEB
Forfatterweb er ein dátugrunnur við einum løttum og greiðum inngangi til kend ritverk hjá barna-, ungdóms- og vaksnamannarithøvundum



BLØÐ, TÍÐARRIT & GREINIR

• EBSCO MASTER FILE
Dátugrunnur við umleið 2.000 tíðarritum o.l. - mest á enskum máli. Meginparturin av tilfarinum er í fullum teksti.

• STUDENT RESSOURCE CENTER
Her finnur tú hóp av greinum í tíðarritum og avísum og frumkelduskjøl, eisini myndir og ljóð- og sjónbandafílur.

• INFOMEDIA
Í hesum grunninum eru fleiri enn 8 milliónir greinir úr donskum bløðum og faktíðarritum.

• ATEKST
Greinir úr fleiri enn 30 av teimum størstu dagbløðunum í Norra. Bert atgongd frá Føroya landsbókasavni og frá Handilsskúlanum í Kambsdali.

TÍÐARRIT
Eitt talgilt bókasavn, har atgongd er til væl av tí prentaða mentanararvinum, ið er varðveittur í bløðum og tíðarritum í Føroyum, Íslandi og Grønlandi.
Í løtuni eru 21 føroysk talgild tíðarrit í hesum savninum.

ORÐABØKUR & FAKORÐABØKUR

• ACCESS SCIENCE
Stór náttúruvísindalig alfrøði. Nágreiniligar greinir um fak og evni, vísindafólk, greiningar av hugtøkum. Við nógvum myndum og videofilmum.

• OXFORD REFERENCE ONLINE
Fleiri enn 100 orðabøkur og fakorðabøkur innan ymisk evni, eitt nú list, bókmentir, læknafrøði, søgu, teldufrøði, náttúrufrøði, átrúnað, samfelagsfrøði v.m.

EBI

EBI er eitt samstarv, skipað millum fólka- & skúlabókasøvn og skúlar um felags hald av elektroniskum bókasavnstænastum á internetinum.

Endamálið við samstarvinum er at royna at fáa til vega teldutøkt tilfar á internetinum: bókaskráir, tíðarrit, leksika og handbøkur so bíliga sum tilber, og gera hetta tilfarið tøkt hjá teimum, sum brúka bókasøvnini og næmingum í fólka-, miðnáms- og framhaldsskúlunum.

Sum er eru hesi við í samstarvinum:

Landsbókasavnið
Býarbókasavnið
Klaksvíkar bókasavn
Føroya Handilsskúli
Føroya Studentaskúli
Fuglafjarðar bókasavn
Tvøroyrar bókasavn
Sernámsdepilin

Møguleiki er eisini hjá øðrum at koma við í hetta samstarvið.

Kunning um EBI:
Skriva til: Unn Paturson.

Dagligu umsitingina hevur Landsbókasavnið um hendi:
Skriva til: Erhard Jacobsen.

ANNAÐ HENT >>