Orðabøkur

Attention: open in a new window. PDFPrintE-mail

Lykil Gyldendal Online Leksikon
Ein dagførd netútgáva av Den Store Danske Encyclopædi 1-20. bind (1994-2001), við eykabindunum 1 (2002) og 2 (2006), Gyldendals Leksikon 1-3 (2002) og Gyldendals Etbindsleksikon (2003). Samanlagt fleiri enn 250.000 greinir, 10.000 myndir og 1.000 ljóð- og filmsklipp.

Lykil Britannica
Her finnur tú fleiri enn 118.000 grenir, dagførdar og endurskoðaðar av Encyclopædia Britannica-ritstjórn og -høvundum; og fleiri enn 14.000 myndlýsingar, herímillum fotomyndir, tekningar, kort og fløgg.

Lykil Store Norske Leksikon
Hetta er netútgáva av tekstinum í hesi alfrøðini (3. útgáva við dagføringum), sum Aschehoug og Gyldendal geva út. Bókaútgávan er í 16 bindum. Møguleiki er fyri bæði frítekstleiting og leiting eftir evnum.

Lykil Oxford English Dictionary
Hetta er stóra enska orðabókin hjá Oxford í fleiri enn 20 bindum.

Columbia Encyclopedia
Í alfrøðini eru umleið 51.000 greinir, og sætta útgávan er millum tær mest fullfíggjaðu og nútíðarhóskandi alfrøðirnar nakrantíð.

Leksikon for det 21. Århundrede
Alternativ vinstrasinnað alfrøði við fleiri enn 2.400 greinum um evni, sum etableraðu alfrøðirnar als ikki nevna.

PaxLeksikon
Uppaftur ein alternativ vinstrasinnað alfrøði.

Móðurmálsorðabókin hjá Orðabókagrunninum
Føroysk orðabók á alnetinum.

Orðabøkur á netinum
Savn av orðabókum á netinum. Málini eru m.o. danskt, enskt, franskt, týskt, norðurlendsk, fleirmæltar orðabøkur og fakorðabøkur (It og Miljø og Regnskab/økonomi).

Wikipedia - føroyska útgávan
Wikipedia er ein verkætlan har vit saman skriva og brúka eina alfrøði. Endamálið er at gera eina fullfíggjaða alfrøði (leksikon) við opnum innihaldi á øllum heimsins málum.

Wikipedia - enska útgávan
Wikipedia er ein verkætlan har vit saman skriva og brúka eina alfrøði. Endamálið er at gera eina fullfíggjaða alfrøði (leksikon) við opnum innihaldi á øllum heimsins málum.