Forsíða
Føroysk bløð talgild PDF Print E-mail

friufor2Talgilding av bløðum er ein av møguleikunum, sum kom við kt-menningini. Tað eru nógvir fyrimunir við at talgilda gomul bløð, t.d. at lættari er at leita og finna greinir, bløðini farast ikki so illa av brúki, og brúkarin kann sita, hvar hann vil, og lesa bløðini. Landsbókasavnið er við í eini verkætlan um at talgilda føroysk bløð Tíðarrit.fo.

Arbeitt verður eisini við eini ætlan at talgilda øll tey føroysku dagbløðini/avísirnar, sum so verða atkomiligar hjá øllum, og lætt verður at leita eftir t.d. persónum, bygdum, skipum og hendingum. Verður henda talgildingarætlanin framd í verki, so fer tað at geva føroyskari søgu- og samfelagsgransking av 20. øld eitt ordans skump framá.
friufor1
Tíðarrit.fo er eitt talgilt bókasavn, har atgongd er til fleiri túsund talgildar blaðsíður av tí prentaða mentanararvinum, ið er varðveittur í bløðum og tíðarritum í Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Tilfarið er ókeypis at koma fram at, og miðlatøknin er spildurnýggj. Bløð og tíðarrit varðveita bæði almenn tíðindi og lýsingar og haraftrat eina ørgrynnu av tilfari um bókmentir, sagnfrøði, ættargransking og mannfrøði. Brúkarin kann nýta hetta tilfar á ymiskan hátt, eitt nú velja titlar, blaða í tilfarinum og skriva ávísar síður út. Til ber eisini at avmarka seg við upprunalandi, t.d. Føroyar, og so fáa tey ritini, sum Landsbókasavnið hevur latið talgilda.

Í hesum talgilda savninum eru 701 bløð úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi, 25.964 greinir og omanfyri 4 mió. blaðsíður

Í løtuni eru hesi 21 føroysku tíðarritini við í Tíðarrit.fo:

Arbeiðið
Føroyar 1934

Búnaðarbløð
Føroyar 1903-1904

Búreisingur
Danmark 1902

Dúgvan
Føroyar 1894-1925

Dúgvan
Føroyar 1941-1942

Fjarðbúgvin
Føroyar 1970-1975

Fríu Føroyar
Føroyar 1942-1948

Fróðskaparrit
Føroyar 1952-2010

Fuglaframi
Føroyar 1898-1902

Færingetidende
Føroyar 1852

Færöernes Kundgörelsessamling
Føroyar 1940-1947
Heldur fram á føroyskum sum: Føroya Kunngerðasavn

Færøsk Kirketidende
Føroyar 1890-1906
Broytti seinni tittul til: Kirkjutíðindi

Føringatíðindi
Føroyar 1890-1906

Føroya kunngerðasavn A og B
Føroyar 1948-2002

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
Føroyar 1908-1918

Norðlýsi
Føroyar 1915-1920

Oyggjarnar
Føroyar 1905-1908

Ólavsøku-teiti
Føroyar 1892-1943

Tíðindablaðið
Føroyar 1974-1975

Tímin
Føroyar 1943-1946

Ungu Föroyar
Føroyar 1907-1915

dugvan