Tónleikaheiðurslønin 2002 hjá Norðurlandaráðnum
![]() Mynd: Jens Kristian Vang
Tónleikaheiðursløn Norðurlandaráðsins verður í 2002 latin tónasmiðinum Sunleif Rasmussen fyri verkið Symfoni nr.1 Oceanic Days (1995-97). Hetta hevur Norðurlandska tónleikanevndin (NOMUS) samtykt, eftir at hava mett um verkini, sum hava verið í uppskoti til tónleikaheiðurslønina. Hetta er fyrstu ferð at heiðurslønin verður latin einum tónasmiði úr teimum norðurlondunum, sum hava heimastýri. Nomus-nevndin sigur um symfoni nr. 1 hjá Sunleif Rasmussen:
"Som en tonkunstens William Heinesen har Sunleif Rasmussen satt Färöarna på den musikalske kartan. Hans Symfoni nr.1 - "Oceanic Days", den första färöiska symfonin , hämtar sin inspiration ur den färöska naturen men också ur färöska uråldriga koraler.Umframt heiðurin fylgja 350.000 dkr. við heiðurslønini. Tónleikaheiðursløn Norðurlandaráðsins 2002 verður handað Sunleif Rasmussen á samkomu í operahúsinum í Helsinki 29. oktober, har Esa-Pekka Salonen stjórnar Norrøna Orkestrinum. Konsertin er samstundis eitt hald í sambandi við at Norðurlanda Ráðið er 50 ár í ár.
![]() Sunleif á vitjan á Landsbókasavninum
Til kunningar: Verk eftir Sunleif Rasmussen á FLB Sunleif Rasmussen Grein um Sunleif Rasmussen eftir Hans Paula Tórgard (Samfundet til Udgivelse af Dansk Musik) Plakat Plakat frá fyrstuframførsluni av Oceanic Days |
|