Tjóðsangurin 100 ár


Tú alfagra land mítt

Turið Sigurðardóttir, lektari á Fróðskaparsetri Føroya:

Tú alfagra land mítt - tjóðsangurin og søga hansara.

Tjóðsangurin hundrað ár 1. februar 2006

Yrkingin "Tú alfagra land mítt" við yvirskriftini "Mítt alfagra land" er til á Føroya Landsbóksavni í eginhandriti hjá Símuni av Skarði, sum er dagfest 1. februar 1906.

Fyrstu ferð "Tú alfagra land mítt" kom á prent, var í Tingakrossi 8. januar 1908. Uppi yvir tekstinum er tilskilað, at lag er eftir Petur Alberg, og niðriundir er í fótnotu sagt frá, at sangurin hevði verið sungin á konsert í Havn annan jóladag.

25. desember, 2. jóladag, 1907 kom "Tú alfagra land mítt" sostatt fyrstu ferð út millum manna.

Lagið til "Tú alfagra land mítt"

Hvussu tað hendi, at Petur Alberg (1885-1940), ið var bróðir Kristin í Geil, gjørdi lagið til "Tú alfagra land mítt", hevur Petur Alberg sjálvur skrivað um í dagbók síni. Frágreiðingin stóð prentað í FF, blaði verka- og veiðimanna 4. november 1999.

Eitt tað fyrsta lagið, sum Petur Alberg gjørdi, var lagið til "Mítt føðiland, tú ríkt ert fyri mær" eftir Hans Andrias Djurhuus. Tað er gjørt í 1903 ella 04 og kom við í Songbók Føroya Skúla, sum Waagstein gav út í 1906.

Nyholm Debes, Petur Alberg og M.A. Winther vóru høvuðsmenn í Havnar ungmannafelag, ið varð stovnað í 1906. Alt tað, sum stóð fyri føðilandsalski og andligum og handligum framburði, átti teirra fulla stuðul. Petur Alberg skrivar í dagbókini, at handritið til "Tú alfagra land mítt" var komið á prentsmiðju Fram's og skuldi prentast í einari jólabók. Tað man hava verið Jóla- og nýggjársbók. Símun av Skarði hevði í trý ár givið hesa árbókina út; hon var útkomin um ársskiftið 1903-04, 1904-05 og 1905-06 og var prentað á prentsmiðju Fram's. Nú skuldi so føðilandssangurin "Tú alfagra land mítt" prentast í næstu Jóla- og nýggjárbók. Henda bókin varð tó av ongum, Jóla- og nýggjárbók kom bara út tríggjar ferðir. Men handritið av "Tú alfagra land mítt" var sum sagt komið á prentsmiðjuna, har Kristin í Geil hevði tað í varðveitslu. Har fekk Petur Alberg hendur á tí og fekk hug at gera eitt lag til henda nýggja føðilandssangin, sum tá sjálvandi var ókendur.

Petur royndi einar tvær ferðir at gera lag til sangin, men tað eydnaðist ikki; hann læt bróðirin Kristin hoyra tey, men honum dámdi tey heldur ikki. Hann hevði at kalla mist mótið. Men so eitt kvøldið, tað var 4. september 1907, tá ið hann var liðugur á lemonaduvirkinum í Ydun, so fóru fyrstu tónarnir til lagið at syngja inni í honum; hann skundaði sær yvir í Geil og upp á Ovasta loft har, treiv eftir fiólini, og eitt, tvey, trý, so stóð lagið á pappírinum. Honum dámdi tað væl sjálvum og eisini Kristini. Síðani sang Petur tað í telefonini niðan í Løgtingið fyri Símuni av Skarði, sum eisini dámdi tað væl.

Petur fekk nú álit á sær sjálvum sum lagsmiði, og hann sendi lagið til ein musikklærara á Akuroyri, sum hann kendi og bað hann harmonisera tað fyri 4-raddað manskór. Í oktober 1907 kom "Tú alfagra land mítt" aftur úr Íslandi við postinum, harmoniserað fyri 4-raddað manskór. Nú varð farið at venja til konsertina, sum skuldi vera 2. jóladag í Sloans Sali, sum teir høvdu til sangvenjingar, og sum eisini ungmannafelagið hevði fundir í. Petur billaði sangarunum inn, at lagið var íslendskt, eftir ein Jón Sveinsson, tí hann tordi ikki at siga sum var; men teimum dámdi tað beinanvegin, teir hoyrdu tað. Konsertin varð hildin 2. jólakvøld, og tað var fyrstu ferð, at nakað lag hjá Petur Alberg varð sungið alment og eisini fyrstu ferð, at "Tú alfagra land mítt" varð sungin alment.

Útgávur av "Tú alfagra land mítt"

"Tú alfagra land mítt" kom fyrstu ferð á prent í bók í hini stóru Lesibók, sum A. C. Evensen gav út til Læraraskúlan í 1911. Lesibók er skipað bókmentasøguliga í tíðarrað, og "Tú alfagra land mítt", sum hoyrdi til tann nýggjasta skaldskapin tá, stendur á s. 367-368.

Fyrsta sangbókin, sum kom út eftir, at "Tú alfagra land mítt" kom fram, var Songbók Føroya fólks í 1913. Har og í aðru útgávu 1920 stendur "Tú alfagra land mítt" sum nr. 1.

Í 3. útgávu frá 1931 og 4. útgávu frá 1950 stendur "Tú alfagra land mítt" sum nr. 2. Har er "Eg oyggjar veit" eftir Fríðrik Petersen nr. 1.

Frá 5. útgávu í 1959 er "Tú alfagra land mítt" aftur nr. 1 og hevur verið tað síðani, nú útgávurnar av Songbók Føroya Fólks eru vorðnar 9 til samans.

Fyrstu týðingarnar av "Tú alfagra land mítt"

"Tú alfagra land mítt" stóð í 1925 í nýnorskari týðing eftir Rolf Hjort Schøgen í Tingakrossi. - Donsk týðing eftir háskúlamannin Tormod Jørgensen stóð í Højskolebladet nr. 7 1928, og henda týðingin hevur seinni staðið undir norðurlendskum sangum í donsku háskúlasangbókini. - Íslendsk týðing eftir Jochum M. Eggertsson stóð í tíðarritinum Dvöl í 1935. - Og, eisini í 1935, kom týsk týðing eftir Ernst Krenn av "Tú alfagra land mítt" í Føroyaheftið hjá norðurlendska felagnum í Wien - Krenn hevði í 1929 týtt "Hvat kann røra hjartastreingir" eftir Fríðrik Petersen, týðingin stóð í Tingakrossi. - Í 1943 kom ensk týðing av "Tú alfagra land mítt" eftir Padre G. C. C. Knowleson, prentaður við nótum í blaðnum The Pioneer, sum bretskir hermenn í Føroyum góvu út í bardagaárunum.

Seinni hava týðingar verið gjørdar til onnur mál.

Fosturlandsyrkingar eftir Símun av Skarði

Millum kendastu yrkingarnar hjá Símuni av Skarði eru yrkingar til land, tjóð og tungu.

Tann elsta av fosturlandsyrkingunum hjá Símuni er "Vit føroyingar fingu frá fornari tíð", sum var yrktur til ein fólkafund uppi á Klakki í 1904. Sangurin fevnir um fortíð, nútíð og framtíð við tí tríbýttu byggingini, sum er vanlig í tjóðskaparyrkingum við søguligum sjónarhorni og tjóðskaparligum stevnumiði: 1. partur (1.-2. ør.) sigur frá einum farnum blómatíðarskeiði, 2. partur (3.-4. ør.) er um eina dapra niðurgangstíð, og 3. partur (5.-7. ør.) er eggjan til at venda afturgongd til framburð og frælsi við at standa saman. Føroyar eru eitt skip, sum stevnir yvir søgunnar hav í ymsum líkindum. Yrkjarin rósar skipinum og eggjar manningini, t.e. føroyingum, til at hava álit á skipinum og sær sjálvum.

Frá 1905 er sangurin "Eg var mær og vitjaði bróður", ein sangur um framburð og eggjan til samanhald.

Ein ógvuliga dapur sangur "Undir tungum trælaoki" er frá 1913. At hann er so beiskur, man hava samband við ta hørðu mótstøðu, ið var móti stríðnum fyri øktum rætti hjá føroyskum máli um hesa tíðina; t.d. kom grein 7 kom í gildi í 1912.

Frá 1928 er tann inniligi kærleikssangurin til Føroya land, tjóð og tungu "Navnið eitt av øllum ber".

Hesir sangirnir vórðu yrktir til kend sang- og kvæðaløg.

Kendastur av fosturlandsyrkingum Símunar er "Mítt alfagra land" frá 1906, sum gjørdist tjóðsangur.

Tað er einki at ivast í, at "Eg oyggjar veit, sum hava fjøll og grøna líð" frá 1877, ein av alraelstu fosturlandssangum okkara, hevði støðu sum tjóðsangur, tá ið Smásangir og Sálmar kom út í 1899, tann stóra sangbókin, sum Føroyingafelag í Keypmannahavn gav út og A. C. Evensen ritstjórnaði. "Eg oyggjar veit" stendur har sum nr. 1 fremst í bókini í tí stóru deildini, sum eitur Føroya land. Men í Songbók Føroya fólks 1913 er "Tú alfagra land mitt" komin í tann sessin. Tað er at hava í huga, at í 1906 fekk føroyskur politikkur nýggja vend og fór sundur í sjálvstýrisvong og sambandsvong. Símun av Skarði hoyrdi til á sjálvstýrisveinginum, Fríðrik Petersen varð formaður í Sambandflokkinum, tá ið hann var stovnaður í 1906. Í útgávunum av Songbók Føroya fólks í 1931 og 1950 var "Eg oyggjar veit" var aftur nr. 1, og tað sigur, at hann veruliga kappaðist við "Tú alfagra land mítt" og at vit í veruleikanum høvdu tveir tjóðsangir. Men síðan 5. útg. av Songbók Føroya Fólks í 1959 hevur "Tú alfagra land mítt" havt sessin sum tjóðsangur og staðið sum nr. 1.

Greining av "Tú alfagra land mítt

"Tú alfagra land mítt" líkist ikki hinum føroysku fosturlandssangunum heilt. Hugsa vit um teir elstu av hesum sangunum frá 1870-árunum og 1880-árunum, so byrja teir ofta við at siga, hvar Føroyar eru, nevniliga langt burtur - yrkjararnir vóru staddir í Keypmannahavn og sóu landið haðani - og úti á miðjum havi; tað verður nevnt, at landið er lítið, at tað eitur Føroyar, at tað er føðiland okkara og tí mugu vit æra tað; landið er fátækt, men yrkjaranum leingist eftir tí, hann elskar tað og ynskir tí góða framtíð í Guds navni. - Stutt sagt: tað at seta orð á tjóðskaparkenslur og tjóðskaparhugtakið, orða ein føroyskan tjóðskapardiskurs er "starvið" hjá hesum sangunum, og í hesum velta teir upp úr nýggjum.

Á hesum elstu staðfestandi, lovprísandi sangunum, ið vórðu yrktir í umhvørvinum hjá Føroyingafelag í Keypmannahavn, byggir 2. stig av tjóðskaparyrkingunum. Tað er umboðað av Føringafelag í Føroyum, har sum Jóannes Patursson legði fyri í 1888 við stevnuskránni "Nú er tann stundin komin til handa hesum landi, at vit skulu taka lógvatak saman, máli til frama."

Heilt stutt siga, so var hetta byrjanin til, at tjóðskaparyrkingin frá fyrst og fremst at vera lýsing av landi og fólki og søgu, kærleiksváttan, góð ynski og bøn til Guds um signing, nú fekk ein nýggjan tátt aftrat og gjørdist eggjandi stríðsyrking, gjørdist politisk.

Tað ber til at síggja "Tú alfagra land mítt" sum eina sýntesu av tí, sum var yrkt frammanundan. Henda yrkingin kundi ikki verið yrkt fyrr, hon byggir á kjarnan í teimum, sum vóru yrktar frammanundan og tekur konsekvensin av teimum.

Yrkingin er bara trý ørindi. Men tey eru long, 11 reglur, og tað við við til at gera hana hátíðarliga, tá ið hon verður sungin. Lagið røkkur um ørindið og verður endurtikið ørindi fyri ørindi, og tað langa ørindið gevur longri spenni, áðrenn endurtøkan kemur. Rímið er soleiðis, at fýra og 4 reglur hava skiftirím saman; síðan koma 2 reglur við raðrími. Tann seinasta reglan er órímað. Men hon verður endurtikin aftast í øllum trimum ørindum og setur Føroyar og góð ynski teimum til handa í miðdepil.

1. ør.

Yrkingin byrjar við einari ógvuliga sterkari kærleiksváttan skaldsins til landið. Harnæst kemur kærleiksváttan landsins til skaldið, knýtt saman við vetrarmynd og summarmynd av landinum.

Seinna helt av 1. ør. er nýggj ákallan á landið. Síðan kemur ein tvífald bøn til Guds, fyrst um at signa navn landsins og síðan um at signa landið.

2. ør.

Annað ørindi setur í 8 teimum fyrstu reglunum fram nýggj frábrigdi av teimum mótsetningum, sum í 1. ør. eyðkendu landið. Tvey mótsetningapør eru sett fram sum krossbrigdi, ella sum eitt "X’": Tað fyrra mótsetningaparið hevur fyrra liðin roðin og seinna liðin ódnin. Tað seinna mótsetningaparið hevur fyrra liðin myrkrið og seinna liðin ljósið .

roðin ódnin

X

myrkrið ljósið

Til samans mynda mótsetningarnir landsins týnandi og lívgandi kreftir, ið ákalla eg'ið í vón um verju, eins og eg'ið eisini ákallar landið í kærleika.

At landið er so virkið og sýnir kenslur mótvegis eg'num, er ikki nakað eindømi fyri hesa yrkingina, men vanligt í romantiskum skaldskapi , har náttúran er sálarkveikt. Tær kenslumiklu orðingarnar, sbr. reglurnar "streingir, ið tóna./ sum vága og vóna..." minna um prosayrkingina "Føroyar" frá 1901 eftir Sverra Patursson, har tað m.a. stendur: "Legg oyra títt inn til Føroya bankandi hjarta, lýð á føðilandsins biðandi bøn - og svík ikki." Men meðan vit hjá Sverra helst kunnu tosa um romantiska panteismu, eru fosturlandsalskurin og kristindómurin samanvovnir hjá Símuni av Skarði. Tað kemur ongastaðni betur fram enn í 3. ørindi av tjóðsanginum.

3. ør.

Byrjaninn av 3. ørindi er avleidd av endanum á 2. ørindi. Ynski skaldsins um at uppfylla bøn landsins um vernd, ger at hann vendir sær til Guds í bøn: "Eg nígi tí niður..:" og fyrra helvt av seinasta ørindi er øll ein innilig bøn til Guds um halgan og andliga reinsan. - Fær hann hesa halganina, torir hann at standa fram sum ein, ið virkar fyri bjarging Føroya.

Hetta, at sameina tjóðskaparliga starvið og tað at tæna Gudi, er eisini tað, sum er tráðurin í teimum trimum útgávunum av Jóla- og nýggjársbók. Símun stýrdi útgávuni, men Jákup Dahl og Andrias Evensen vóru eisini umborð. Símun, Andrias og Jákup skrivaðu og týddu prædikur, yrktu og týddu sálmar. Símun skrivaði í "Nýggjárslestri" tvey ár, áðrenn hann yrkti "Tú alfagra land mítt" m.a. hesi orð: "...faðir! Er tað vilji tín, so lat okkum í deyðastund okkara fáa troyst á móðurmálinum, og lat tann einglasong, ið vit fáa at hoyra, tá ið vit koma inn í tínar bjørtu hallir, vera á móðurmáli okkara".

"Tú alfagra land mítt" lýsir hvørki landslagið, vinnuvegirnar, søguna, legu landsins ella stødd og aldur tess, sum var so vanligt í teimum eldru føðilandssangunum; tann kunnleikin er her ein givin fyritreyt. Ikki verður heldur nevnt, um landið er ríkt ella fátækt. Í ákallanini í 1. ør. verður sagt við hávirðing "tit oyggjar so mætar", eitt lýsingarorð ið kann sipa til bæði andligar og handligar dygdir.

Hinvegin er yrkingin konsentrerað um tað sera tætta sambandið millum eg'ið, landið og Gud. Landið er lýst í mótsetningunum ljós-myrkur, ódn-logn í sera fáum orðum og valdum myndum, har nógv hongur uppií:

Søgan er til staðar við tað, at yrkingin manar fram ta løtuna, tá ið landið fekk navn frá teimum, ið sóu tað fyrst.

Við orðunum "á vetri so randhvítt" verður sipað til brimið um strendurnar. Umframt hetta sjáldsama orðið er bara eitt annað samansett lýsingarorð, nevniliga høvuðsorðið "alfagra"; merkingarliga svarar forskoytið "al-" til hástig, tað hevur somu tyngd sum "dýrasta" og "bjartasta". Orðið er eyðskilt. Vit finna tað í føroyskum skaldskapi t.d. í stevinum til "Brúnsveins vísu" sum hjáorð: "Alfagurt ljóðar mín tunga"; og Jákup Dahl nýtir samansetingina í sangyrkingini "Várt várt er alfagurt og frítt er várt heim" frá 1901.

Meira enn landið sjálvt eru tað ljósið og myrkrið, sum landið og eg'ið eru til í, ið eru til viðgerðar í yrkingini. Tað er ikki tann grøna líðin við øllum seyðinum, men tað er "roðin, sum skínur/ á sumri í líð", sum er í miðdepli. Og tað eru ikki strendurnar heldur, men tað lýsandi hvíta vetrarbrimið, fangað í orðinum randhvítt.

Ljós og myrkur hava í sjálvum sær sterka ímyndarliga, sýmbolska merking her um okkara leiðir, hvar hesir mótsetningarnir eru so stórur partur av árstíðunum í náttúruni. Mótsetningarnir síggjast í nógvum av tí Símun av Skarði hevur yrkt, men fáastaðni sterkari enn í 2. ørindi av tjóðsanginum: "Myrkrið, sum fjalir mær bjartasta mál", er ikki bara tað tíðarvissa náttar- og vetrarmyrkrið; men tað er í fluttari merking alt tað, sum steingir fyri andligum útsýni, sum villir av leið og forðar tí góða. Somuleiðis verður ikki bara sipað til tað natúrliga himmalljósið í orðunum "ljósið, sum spælir mær sigur í sál", men í fluttari merking til sálarlig og andlig viðurskifti: sannleika, vakurleika og kærleika.

Støðan sum tjóðsangur

At tað var tvídráttur millum tveir sangir, "Eg oyggjar veit" frá 1877 og "Tú alfagra land mítt" frá 1906 um, hvør skuldi vera tjóðsangur, ella at ein nýggjur sangur tekur sessin hjá einum eldri, er ikki eindømi. Hetta er soleiðis í okkara brøðralondum.

Í Íslandi var sangurin "Eldgamla Ísafold" eftir Bjarna Thorarensen, yrktur í Keypmannahavn 1810 til lagið "God save our Gracious Queen" tjóðsangur, til "Ó, Guð vors lands"eftir Matthías Jochumsson við lagi eftir íslendska tónaskaldið Sveinbjörn Sveinbjörnsson loysti hann av. Matthías Jochumsson yrkti hann veturin 1873-74, tá ið hann vitjaði tónaskaldið í Bretlandi. Hann bað Sveinbjörn gera lag til hann, men hann segði seg ikki vera føran fyri tí. Seinni um veturin sendi Matthías honum aftur tekstin og heitti á hann. Hesa ferð eydnaðist tað, og lagið kom til Íslands stutt fyri 1000 ára hátíðina í 1874, sum sangurin er yrktur til, sbr. niðurlagið: "Íslands túsund ár,/ Íslands túsund ár/ vóru morgunsins ískøldu, ymjandi tár,/ sum orna við skínandi sól" (týð. T.S).

Eisini í Noregi hava verið fleiri enn ein tjóðsangur síðan 1814, tá ið Noreg fekk sjálvstýri í kongssambandi við Svøríki, ja, minst tríggir: "For Norge, kjæmpers fødeland" eftir Johan Nordahl Brun (1745-1816), "Sønner af Norge, det ældgamle rige" frá 1820 eftir Henrik Anker Bjerregaard, og at enda "Ja, vi elsker dette landet" frá 1859 eftir Bjørnstjerne Bjørnson við lagi eftir Richard Nordraak; tann seinasti er, sum øll vita, norskur tjóðsangur í dag.

Tað var í 19. øld bæði vanligt og viðurkent at yrkja til kend løg. Í sálmaskaldskapi er tann siðvenjan gomul, og tá ið føðilandssangirnir tóku seg upp, var tað eisini soleiðis, í føroyskum eins og øðrum skaldskapi. Ein góður føðilandssangur varð ikki verri av at vera yrktur til lagið á enska kongssanginum ella norska tjóðsanginum, sum t.d. "Fram úr Norðurhavi stendur", "Móðurland vil eg teg kalla", bara tónalagið var gott at syngja og boðskapurin í tekstinum kom fram. Bæði í Føroyum og Íslandi var tað soleiðis, at tey fyrstu tónaskøldini komu fram eini tvey ættarlið seinni enn tjóðskaparyrkjararnir.

Tjóðsangurin og nýggir miðlar

Tjóðskaparhugmyndin er tann modernaða hugmyndafrøðin um ein demokratiskan felagsskap av javnsettum einstaklingum, landsmonnum, ið eru bundnir saman av felags føðilandi, søgu, mentan og - modernaðum prentmáli! "Tú alfagra land mítt" setur ein sovorðnan modernaðan einstakling í relatión til eitt gudgivið tjóðskaparligt føðilands-hugtak.

Meðan roykstovan var pallurin hjá kvæðum og dansi, so hoyrdi føðilandssangurin saman við teimum nýggju miðlandi stovnunum: Føroyingafelag í Keypmannahavn frá 1881 og Føringafelag í Føroyum frá 1889; frá 1895 í Ungmannafeløgunum um landið - og á fólkafundunum, sum spruttu av feløgunum. Frá 1899 á Háskúlanum, sum var barn Føringafelags. Og síðan eisini í hinum skúlunum. - Á øllum hesum støðum hevur "Tú alfagra land mítt" verið sungin við hátíðarlig høvi. Eitt annað høvið er í Havnar kirkju, Dómkirkjuni, á ólavsøku. "Tú alfagra land mítt" hevur síðan 1990 staðið í Sálmabók Føroya kirkju.

Útvarp Føroya setti, tá ið tað varð stovnað í 1957, markaskjal í søguna sum savnandi miðil hjá Føroyum. Fyri "Tú alfagra land mítt" hevur Útvarpið havt tann týdning, at við at senda tjóðsangin sum tað seinasta á skránni, áðrenn endað varð um kvøldið, hevur Útvarpið staðfest tjóðsangin sum sameinandi tekin.

Til endans: Síðan Føroyar fóru at taka lut í altjóða fótbólti, er tjóðsongur okkar borin fram víða um lond. Henda yrkingin, sum fyri 100 árum síðani varð yrkt í Føgrulíð, har sum søgan í dag teskar úr hvørjum steini, hoyrist nú langt út um Føroya strendur; men fyrst og fremst hevur hon vunnið sær pláss í føroyinga sál.

Heimildir:

F.F. Blað verka- og veiðimanna.1999, hósdagur, 4. nov. 1999, s. 11-12, 17:

"Geilaættin, Petur Alberg 1885-1940. Søgan um lagið til tjóðsangin."

Sigurðardóttir, Turið. 2004. "Nýggjar tíðir - nýggjur sangur", Bókmentasøgur, s. 124-144. Føroya Fróðskaparfelag. Tórshavn.

Símun av Skarði. 1998. Streingir, ið tóna. Yrkingar. Fannir, Tórshavn.

Símun av Skarði. 2000. "Lestur á nýggjársdegi", Streingir, ið tóna. Ritsavn III, s. 304-312, Fannir. Tórshavn.

Songbók Føroya fólks. Pf. H. N. Jacobsems Bókahandil. Lagt til rættis hevur Thorben Johannesen. Tórshavn 1997. 9. útg.

Thomassen, Arnfinnur. 1988. "Móðurmálið í føroyska skúlanum", Varðin 55. bd., hft. 1-2, s. 3-41.