Forsíða
Gunnar Hoydal 70 á Landsbókasavninum PDF Print E-mail


Gunnar Hoydal 70 á

Landsbókasavninum


gunnarh

Myndafrásøgn ...



12. september 2011 fylti rithøvundurin Gunnar Hoydal 70 ár


gunnar9
Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum bjóðaði vælkomin.

gunnar12
Tað var stúgvandi fult av fólki.

gunnar2
Tórshavnar Kamarkór syngur.

gunnar11
Vakurt var borðreitt.

gunnar1
Og lagkøkan, ja, hon var leskilig.

gunnar3
Fólk fáa sær ...

gunnar4
og práta og hugna sær.

gunnar5
Gunnar og Jette í práti.

gunnar6
Palli Gregoriussen arkitektur teknaði Landsbókasavnið.
Gunnar Hoydal hevði samrøðu við Palla, tá ið hann fylti sjeyti í 2002.
(Í: Fregnir 24. apríl 2002) 

gunnar7
Unn og hennara fólk syngja og spæla.

gunnar8
Lena og hennara fólk syngja og spæla.

gunnar10
Og so vóru stundir at signera nýggju útgávuna av Huckleberry Finn á
føroyskum. Gunnar týddi og Bókadeildin gav út.

Tanya Møller bókavørður á Landsbókasavninum tók myndirnar

Skráin

ü  Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum, bjóðar vælkomin

ü  Martin Næs, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, greiðir frá handritum eftir Gunnar Hoydal, sum verða goymd á handritagoymsluni á Landsbókasavninum

ü  Tórshavnar Kamarkór undir leiðslu av Bernharður Wilkinson syngur Skermar
(Orð: Gunnar Hoydal; lag: Unn Paturson, 2009). Yrkingin stendur á prenti í Brá (nr. 7,  1985) og í yrkingasavninum Hús úr ljóði (1987).

ü  Jonhard Mikkelsen, lærari og útgevari, greiðir frá um at lesa skaldskapin hjá Gunnari

ü  Steðgur

ü  Sangir
Unn Paturson (sang), Herluf Lützen (gittar) og Mikael Blak (bass)
Til dans (Orð: Gunnar Hoydal; lag: Annika Hoydal) av plátuni Mit eget land (1980)

Lena Anderssen (sang), Herluf Lützen (gittar), Niclas  Johannesen (gittar),
Mikael Blak (bass)

Farvæl (Orð: Gunnar Hoydal; lag: Niclas Johannesen) av fløguni Skeyk (1997)

ü  Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags, leggur fram nýggju útgávuna av týðingini hjá Gunnari av klassikaranum Huckleberry Finn eftir Mark Twain og sigur nøkur orð um Gunnar sum týðara.

ü  Jette Hoydal, studentaskúlalærari, umrøður skaldsøguna Huckleberry Finn og rithøvundan MarkTwain.

Kvøldsetan endar við felagssangi. Sungin verður sangurin Aldan
(Orð: Gunnar Hoydal; lag: Annika Hoydal) av plátuni Mit eget land (1980)