|
|

Kunningarførleiki í Føroyum
Kunningartøknin hevur fullkomiliga broytt møguleikarnar at skipa og leita fram kunning. Hartil bjóðar kunningartøknin okkum nýggjar hættir at miðla vitan, og setur krøv til menning av nýggjum læruhættum, ikki minst í samstarvi innan læru og útbúgving. Samstundis setur hetta stór krøv til okkara førleika at miðla vitan.
Kunningarførleiki er eitt lutfalsliga nýtt hugtak, sum fevnir um førleikan hjá hvørjum einstakum av okkum at leita fram, meta um, og á ein skinsaman og nøktandi hátt at brúka ta kunning, sum er tøk á eitt nú alnetinum, á bókasøvnunum og í dátugrunnum av ymsum slag. Kunningarførleiki er sostatt eitt týðandi hugtak í sambandi við hugtøk sum lívlong læra (lifelong learning) og kunningarmiðdeplar (information ressource center).
Til tess at stimbra og menna tilvitanina hjá fólki um týdningin av kunningarførleika í dagsins kunningarsamfelag, hevur norðurlendski stovnurin fyri gransking, NORDINFO, sett í verk eina stóra verkætlan, sum hevur til endamáls at skilmarka hugtakið kunningarførleiki, at skipa fyri tiltøkum, og at kortleggja støðuna og harvið kunningarførleikastøðið í teimum norðurlendsku londunum. Verkætlanin hevur fingið heitið NORDINFOLit.
Í sambandi við hesa verkætlan hevur Føroya Landsbókasavn sett niður ein arbeiðsbólk, sum skal skipa og samskipa tiltøk, verkætlanir og skráseting av støðuni í Føroyum. Á hesi heimasíðu fer bólkurin at kunna um virksemi hjá bólkinum, umframt at leggja út tilfar og tíðindi um kunningarførleika, bæði í Føroyum og uttanlanda.
© Føroya Landsbókasavn, J.C. Svabosg. 16, 100 Tórshavn www.flb.fo |
|
<%
Dim objConn ' Our Connection Object
Dim rs
Dim i
Dim strDSN
Dim sqlText ' Our SQL String to access the database
Dim strConnection ' Our Connection string to access the database
Dim Intlok ' var for the request field
strDSN = "DRIVER={Microsoft Access Driver (*.mdb)};DBQ="&Server.MapPath("editt/tidind.mdb")
Set objConn = Server.CreateObject("ADODB.Connection")
objConn.Open strDSN
' -- Our SQL Statement
sqlText = "Select * FROM tidend order by dagur desc;"
' -- Populate our Recordset with data
set rs = objConn.Execute (sqlText)
If Not (rs.BOF Or rs.EOF) Then
' Hvis der er fundet poster på søgningen
%>
<%
Do While Not rs.EOF and i < 3
Response.Write rs("dagf") & " "
Response.Write "" & rs("Yvirsk") & " "
Response.Write "" & rs("Uyvirsk") & " "
Response.Write rs("tekstur") & "
"
i=i+1
rs.MoveNext
Loop
Response.Write "Fleiri tíðindi >>>
| "
End If
' Rydder op efter os
rs.Close
Set rs = Nothing
objConn.Close
Set objConn = Nothing
%>
|