|
International Standard Book Number
-
-
-
-
-
-
-
1. Søga
Tá ið menningin á telduøkinum av álvara tók seg upp í fimmti- og sekstiárunum, vaks eisini áhugin fyri at brúka edv til skrásetingar av bókum. Longu tá vórðu tikin stig til at fáa í lag eina altjóða, eintýdda talmerking av bókum, og ført varð fram, at best var, um semja fekst um at brúka eina "standard" talmerking. Tá ið vit siga "standard", meina vit við, at allir útgevarar í so nógvum londum sum gjørligt ganga saman um at brúka eina og somu skipan til talmerking av bókum. ISBN (International Standard Book Number) er ein slík alment viðurkend talmerking, og henda skipan verður brúkt um meginpartin av heiminum. Eyðkent fyri ISBN er, at til hvørja bók - uttan mun til í hvørjum landi hon er útkomin - hoyrir eitt og bara eitt ISBN-tal. Skipanin byggir á ISO-tilmæli 2108, 3. útgávu. (ISO 2108: 1992 (E)). Fyrimunirnir við ISBN-talinum eru nógvir. ISBN-talið ger tað lættari hjá bókasøvnum at skráseta bøkur neyvari. Harumframt er ISBN-talið eitt sera hent amboð í marknaðarføringini av bókum og øðrum prentaðum og útgivnum tilfari. ISBN-talið verður prentað í útgávurnar, tað stendur í bókaskráum og bóka- og príslistum, og tað verður nógv brúkt í samskiftinum millum bókasøvn og forløg, í bókasølum og bókahandlum. ISBN-talið verður eisini brúkt í lýsingum, á ordraseðlum v.m. Skipanin við einum altjóða bóka eyðkennistali, nevnt ISBN, var endaliga sett í verk í 1968. Fyrst í sjeytiárunum fóru flestu norðurlond at tilluta teirra útgávum ISBN-tøl. Í Føroyum er ISBN-skipanin sett í verk 1. januar 1995. Føroya landsbókasavn, sum umsitur føroysku ISBN-skipanina, hevur givið út eina ISBN vegleiðing, sum er ein nágreiniligari frágreiðing um hesa skipan: ISBN-skipanin. Brúkaravegleiðing, 1994. 2. Hvussu er ISBN-talið skipað?
ISBN (International Standard Book Number) er eitt altjóða bóka eyðkennistal. ISBN-talið hevur 10 siffur í fýra pørtum:
Landanummarið 99918 vísir, at bókin er komin út í Føroyum.
Forlagsnummarið verður tillutað forløgunum. Umsókn um at fáa forlagsnummar skal sendast til Føroya landsbókasavn.
Tittulnummarið er eitt raðtal. Tittulnumrini kunnu vera ymisk til longdar, men eru tó í føroysku skipanini ongantíð fleiri enn 3 siffur tilsamans.
Gátalið er eitt uppískoyti til sjálvt nummarið. Endamálið við gátalinum er at gera teldur førar fyri at avdúka feilprentað ISBN-tøl.
3. Høvuðsreglan Høvuðsreglan er at til hvørja bók hoyrir eitt ISBN-tal, og hetta talið er knýtt at útgávuni og kann ikki broytast aftur. Eitt ISBN-tal kann bara brúkast eina ferð og ongantíð meir enn ta einu ferðina.
4. Hvørjar bøkur skulu hava ISBN-tal? Allar bøkur, sum koma út á føroyskum forløgum, og sum verða skrásettar í Føroyska bókalistanum.
Sum bók er at skilja allar vanligar bøkur, bóklingar, smáprent, ljóðbøkur, telduforrit, landakort v.m.
Undantøkini eru m.a.: tíðarrit og bløð*), postkort og plakatir. Undantikin eru eisini t.d. roknskapir og ársfrágreiðingar, sum ikki fáast til keyps í bókahandli ella aðrastaðni, og annars alt prentað tilfar, sum ikki verður upptikið í Føroyska bókalistanum. Gevið gætur: Bøkur og rit, sum ikki verða seld í bókahandli, og sum eru færri enn 17 síður, eiga vanliga ikki at fáa ISBN-tal.
Eru onkur ivamál, ber altíð til at venda sær til Føroya landsbókasavn, sum umsitur føroysku ISBN-skipanina, at fáa tey greidd.
5. Forlagsnummar - egið forlag Frá Føroya landsbókasavni fáa forløg og onnur, sum geva út rit og bøkur, tillutað eitt forlagsnummar. Saman við forlagsnummarinum fáa forløg ella útgevarar eftir tørvi lista við ávísum tali av tittulnumrum (sí pkt. 6).
Tey forløg ella teir einstaklingar (t.d. egið forlag), sum ikki geva út meir enn eina ella kanska tvær-tríggjar bøkur yvir longri áramál, nýtast tó ikki at biðja um egið forlagsnummar, men kunnu í staðin venda sær til Bókamiðsøluna.
Frá Bókamiðsøluni ber til at biðja um eitt ISBN-tal til tað einstøku útgávuna. Adressan hjá Bókamiðsøluni er:
Bókamiðsølan Box 202 Hoyvíksvegur 108 FO-110 Tórshavn Tlf. 31 37 56, Fax. 31 99 06
Mælt verður til, at allar bøkur, sum koma út í Føroyum, verða talmerktar við ISBN-tali.
6. Tittulnummar Umframt landanummar og forlagsnummar, sum eru ásett av ávikavist Altjóða ISBN-skrivstovuni í Berlin og Føroya landsbókasavni, skal hvør einstøk útgáva hava tillutað eitt tittulnummar.
Saman við forlagsnummarinum hava forløg ella útgevarar fingið ein lista við ávísum tali av tittulnumrum. Tittulnummarið er eitt raðtal, ið er partur av ISBN-talinum, sum forløgini sjálv skulu seta á bøkurnar/útgávurnar, áðrenn tær fara til prentingar.
Høvuðsreglan er sum nevnt, at til eina bók er bert eitt ISBN- tal. Viðmerkjast kann tó, at kemur sama bókin út í ymiskum bindi (t.d. heft og innbundin útgáva) skal hvør bókin hava sítt egna ISBN-tal. Er talan um verk í fleiri bindum, skal verkið sum heild hava sítt ISBN-tal, men eisini hvørt einstakt bind í verkinum skal hava sítt ISBN-tal. Bæði tølini verða prentað í øll bindini. Nýggj broytt útgáva av eini bók skal hava nýtt ISBN-tal. Nýggj óbroytt útgáva ella nýtt óbroytt upplag av eini bók skal ikki hava nýtt ISBN-tal.
Ivamál verða at leggja fyri Føroya landsbókasavn til støðutakan, áðrenn bókin ella útgávan fer til prentingar.
Um forløg ella einstaklingar (t.d. egið forlag), sum bara geva einstaka bók út yvir longri áramál, sí omanfyri pkt. 5.
7. Skráseting og almannakunngering av ISBN-tølum Mannagongdin er, at forløgini sjálv seta ISBN-talið í bøkurnar. ISBN-talið skal verða prentað t.d. í kolofonini og á permuni aftan niðarlaga út ímóti rygginum á bókini.
Forløgini gera sjálvi av, um tey tilluta bókum, sum longu eru útkomnar, ISBN.
Mælt verður til, at áður útkomnar bøkur, sum enn eina tíð fáast til keyps, koma uppí ISBN-skipanina. Fær áður útkomin bók tillutað IBSN-tal, eigur tað at fráboðast til Føroya landsbókasavn.
ISBN-talið er ikki alment galdandi fyrri enn tað saman við bókini er skrásett í Føroyska bókalistanum.
Mælt verður til at vera serliga umhyggin við ISBN-talinum, at tað verður rætt prentað í og á bókina, og at bara eitt ISBN- tal, sum ikki er brúkt frammanundan, verður tillutað tí einstøku bókini.
Altjóða ISBN-skrivstovan, [INTERNATIONAL ISBN AGENCY] í Berlin gevur á hvørjum ári út lista yvir øll tey forløg, sum eru við í ISBN-skipanini: "Publishers' International ISBN Directory" (Landsbókasavnið hevur seinastu útgávu).
*) Ein serlig altjóða talmerking er til tíðarrit og bløð. Henda verður rópt ISSN (International Standard Serial Number). Føroya landsbókasavn er í ferð við at útvega ISSN- tøl til føroysk tíðarrit og bløð. Tey, sum vilja fáa meiri at vita um hesa skipan, eiga at venda sær til Landsbókasavnið.
|
ISBN
|
99918 |
22 |
21 |
X |
| |
|
| |
| |
| |
| |
| Landanummar-------------------- |
+ |
| |
| |
| |
| Forlagsnummar-------------------------------- |
+ |
| |
| |
| Tittulnummar------------------------------------------ |
+ |
| |
| Gátal--------------------------------------------------------- |
+ |
|