|
International Standard Serial Number
- Bakstøði
- Arbeiðsuppgávur
- Samansetingin av ISSN
- Fyrimunir við ISSN
- Hent at vita
- Elektronisk periodika
1. Bakstøði ISSN Network er ein altjóða felagsskapur, sum virkar innan karmarnar hjá UNISIST, ið er kunningarskipan UNESCOs. Felagsskapurin hevur høvuðssæti í París, og tjóðar- og økisskrivstovur eru um allan heim. Limalond í hesum felagsskapi skulu vera limir í ST, og tí verður ISSN skipanin Føroya vegna umsitin av donsku ISSN skrivstovuni á Kongaliga Bókasavninum í Keypmannahavn, ISSN Danmark.
ISSN, International Standard Serial Number, er eitt tal til at eyðmerkja tíðarrit og bókarøðir, á bókasavnsmáli nevnd periodika. Periodika eru tíðarrit, bløð, árbøkur og tílíkt, ið verður útgivið við jøvnum millumbilum, umframt bókarøðir har einstøku bindini hava serstakan tittul. ISSN varð sett í gildi í 1971 sum ein meinlíki til ISBN, Internatinal Standard Book Number, ið verða tillutað bókum. ISBN skipanin í Føroyum verður umsitin av ISBN skrivstovuni á Føroya landsbókasavni, og ISBN verður latið til bæði bøkur og einstøk bind av árbókum og bókarøðum, sum sostatt kunnu hava bæði ISBN og ISSN.
Føroya landsbókasavn skrásetur føroysk periodika við støði í tilfarinum, sum er innkomið gjøgnum avhendingarskylduna, ella við støði í beinleiðis áheitanum um skráseting frá útgevarum og forløgum.
Tá ið ISBN verða latin bókum, verður hetta gjørt av forløgunum sjálvum. Henda mannagongd er ikki tann sama fyri ISSN. Við teimum serligu eginleikum, sum tíðarrit hava, hevur verið neyðugt at stovnseta tjóðar- og økisskrivstovur at standa fyri at lata ISSN, umframt at skráseta periodika, ið verða útgivin í hesum landi ella øki.
2. Arbeiðsuppgávur Sum áður nevnt verður ISSN skipanin Føroya vegna umsitin av donsku ISSN skrivstovuni. ISSN Danmark varð stovnað 1. januar 1976 í Danske Afdeling á Kongaliga Bókasavninum. Skrivstovan hevur hesar arbeiðsuppgávur:
at tilluta ISSN til periodika, sum verða útgivin í Danmark at senda skrásetingar av donskum periodika, ið hava fingið ISSN, til ISSN International Centre í París at skunda undir brúkið av ISSN í Danmark og vera bindilið millum útgevarar og ISSN netið at kunna um ISSN og hava ábyrgdina av samskiftinum til ymsu ISSN brúkararnar Tá eitt føroyskt periodika fær eitt ISSN, verður tað fyrst skrásett í Dansk bogfortegnelse og Dansk periodicafortegnelse. Skrásetingin verður hereftir løgd í ein altjóða dátugrunn og útgivin í ISSN Register, ið ISSN International Centre gevur út á teldufløgu og á magnetbandi, umframt sum ISSN Online, ið er Internet útgávan. Dátugrunnurin fevnir í løtuni um 1.000.000 postar, og árligi vøksturin liggur um 45.000 postar.
Sum samstarvspartur hevur Føroya landsbókasavn átikið sær at standa fyri teimum arbeiðsuppgávum, ið natúrliga hoyra undir virkisøkið hjá landsbókasavninum, m.a. samskiftinum við føroyskar útgevarar og at skráseta føroysk periodika í Føroyska bókalistan.
3. Samansetingin av ISSN ISSN er sett saman av átta tølum. Tey sjey fremstu eru tilvildarliga vald, meðan hitt seinasta er eitt gátal, ið verður roknað eftir modulus 11. ISSN hevur onga landakodu eins og ISBN, og tí sigur ISSN onki um, í hvørjum landi eitt periodikum er útgivið. Sostatt ber ikki til at siga, at eitt føroyskt periodikum hevur eitt ’danskt’ ISSN. ISSN er altíð tvíbýtt við fýra tølum hvørju megin eina bindistriku og hevur ásetingina ISSN frammanfyri. Dømi:
ISSN 1395-4482
ið er ISSN hjá Føroyskum bókalista.
4. Eyðsýndir fyrimunir við ISSN eru: eitt einstakt ISSN er nóg mikið til at eyðmerkja einhvønn tittul á einhvørjum máli um allan heim. Eitt ISSN umboðar ein tittul bókasøvn, bókhandlar og onnur brúka ISSN til at eyðmerkja titlar í sambandi við bílegging av bókum og útskriving av rokningum ISSN einfaldar lán millum bókasøvn, bæði innanlands og millumtjóða, umframt samstarvið um felagsskráir leiting eftir ISSN í dátugrunnum gevur skjóta afturfinning av titlum Eitt ISSN, ið hevur verið brúkt eina ferð, kann ongantíð latast aðrari útgávu.
ISSN verður prentað á útgávuna og kann lættliga OCR-lesast (Optical Character Recognition). Í nógvum londum verður ISSN tí brúkt í grindlum, og ISSN Network hevur avtalur við altjóða vørumerkingarstovnin EAN, European Article Number, um hesi viðurskifti.
5. Hent at vita Føroysk forløg og útgevarar, sum vilja hava eitt ISSN til eitt tíðarrit ella annað periodikum, skulu senda eitt eintak ella eitt bind av útgávuni, ella ljóstak av permu og tittulblaði, til Føroya landsbókasavn.
Útgevarar, sum hava í hyggju at geva út fyrstu ferð, ella at broyta ein verandi tittul, verða bidnir um at senda Føroya landsbókasavni eitt royndarprent ella líknandi, sum neyvt sýnir nýggja tittulin. Hetta eigur at verða gjørt longu áðrenn fyrsta eintakið kemur út, so at eisini tað fær eitt ISSN. Útgevarin fær tá skjótast til ber boð um ISSN, umframt kunning um prent og nýtslu av ISSN. Somuleiðis verða útgevarar bidnir um at senda fyrsta nummarið av útgávuni til Føroya landsbókasavn beint sum tað er prentað, so at neyðuga skrásetingin verður gjørd.
6. Elektronisk periodika Sambært galdandi kunngerð um avhendingarskyldu í Føroyum hava føroysk forløg og útgevarar ikki skyldu at avhenda elektronisk periodika. Føroya Landsbókasavn heitir kortini á øll, ið geva út periodika í talgildum formi, tað veri seg á diskli, fløgu, Interneti o.ø., um eisini at søkja um ISSN eftir sama leisti sum prentað periodika.
Meira fæst at vita um ISSN:
|