|
Landsbókasavnið fekk umleið 3.600 fyrispurningar í farna ári. Av hesum vórðu 2/3 avgreiddir við bókavarðaborðið í útláninum, og restin við telefon ella telduposti. Fyrispurningarnir kunnu vera rættiliga ymiskir, og summir kunnu avgreiðast á staðnum, meðan aðrir kunnu taka longri tíð, onkuntíð fleiri tímar at avgreiða.
Í fjør vórðu umleið 14.000 bøkur læntar á Landsbókasavninum, og hetta er ein munandi øking samanborið við árið fyri. Ein partur av hesum eru bøkur, sum vegna lánaran eru bílagdar frá øðrum bókasøvnum. Flestu útlánini eru í januar-juni og oktober-desember.
Landsbókasavnið bíleggur eisini vegna lánarar ein hóp av greinum frá útlendskum bókasøvnum. Talan er í flestu førum um greinir við vísindaligum innihaldi. E-tilfeingi, sum er ein tænasta, ið fevnir um on-line atgongd til vísindaligar leitigrunnar og stór greinasøvn, verður umsitið av Landsbókasavninum. Landsbókasavnið hevur eisini skeið í at brúka hesa tænastu.
Skipað verður eftir umbøn fyri bókasavnskunning fyri skúlaflokkum - serliga úr miðnámsskúlum - ella fyri lesandi.
Landsbókasavnið hevur ein hampuliga stóran bókastovn. Í Útláninum eru 37.704 bind, í Vísindadeildini 5.760 og á Lesistovuni 3.174. Í Føroyadeildini eru 18.856 skrásettar eindir, og á goymslu eru 26.930 bind. Harumframt eru skrásettir 540 handritapakkar.
Landsbókasavnið hátíðarhelt tveir 70 ára føðingardagar hjá kendum føroyskum rithøvundum í fjør. 12. september 2011 fylti rithøvundurin Gunnar Hoydal 70 ár, og hátíðarhald var sama kvøldið. 2. november skipaði Landsbókasavnið fyri hátíðarhaldi fyri rithøvundinum Oddvør Johansen, sum fylti 70 ár 30. oktober. Bæði kvøldini vórðu væl vitjað.
Landsbókasavnið fekk beint undan ársskiftinum tráðleyst netsamband í útláninum og á lesistovuni, so nú ber til at sita á savninum og arbeiða við egnari teldu við sambandi til internetið.
Til ber annars at lesa hugleiðingar um bókaárið 2011 her. |